hósdagur 20. juni 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Úttøkureglur
Fyri at koma á Team Rynkeby liðið skalt
tú fyrst og fremst skriva teg á bíðilistan á
heimasíðuni, Tað eru liðskiparin og lokali
stýribólkurin, sum síðani samanseta liðið
út frá fylgjandi fortreytum:
1:
Luttakararnir skulu vera sinnaðir at gera
ein stóran innsats fyri at savna pening til
krabbasjúk børn.
2:
Luttakararnir skulu í høvuðsheitum búgva í
Føroyum
3:
Luttakararnir skulu seta tíð av til at venja minst
tvær ferðir um vikuna í várhálvuni. Tað skulu
súkklast umleið 2500 km áðrenn túrin til París
4:
Liðini skulu hava eitt javnt býti millum menn og
kvinnur - so vítt tað letur seg gera.
5:
Liðini kunnu hava bæði nýbyrjarar og royndar
súkklarar
6:
Minst helvtin av liðnum skal skiftast út árliga.
7:
Luttakararnir skulu vera í øllum aldri - tó minst
18 ár.
8:
Luttakararnir skulu umboða ymisk
útbúgvingarstig og størv. Tó skulu ein lækni og
ein súkklusmiður verða við.
9:
Dentur verður lagdur á, at luttakararnir skulu
hava møguleika at skaffa stuðlar.
10:
Hvørt lið hevur møguleika at leggja eitt ella
fleiri pláss av til kend fólk, sum kunnu skapa
uppmerksemi um átakið. Hesi plássini verða ofta
mannað seinni enn hini.
Aksel Haraldsen er ein
av oddamonnunum fyri
føroyska »Team-Rynkeby«
liðið, sum komandi summar
skal súkkla úr Danmark til
París fyri at savna pening
til krabbasjúk, føroysk børn
og familjur teirra. Øll kunnu
melda seg til, og 35 vanligir
føroyingar verða síðani
valdir út at súkkla teinin
Mynd: Álvur Haraldsen