Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eydna Skaale Úr Danmark til París. Tað er teinurin, sum 35 føroyingar fara at súkkla komandi summar, fyri at savna pening til Krabbameinsfelagið. Øll kunnu melda seg til súkk­ ling­ina, og liðið verð­ur so valt seinast í august. Ætlan­ in er, at vanligir før­oy­ingar skulu súkkla teinin, og inn­ komni peningurin fer í ein grunn, sum er markaður til krabbasjúk børn og familj­ ur teirra. Í Danmark hev­ur átakið, nevnt »Team Rynke­ by«, fleiri ár á baki, og eisini úr Finnlandi og Noregi eru súkklarar undanfarnu árini farnir til París fyri at savna krabba­sjúkum børnum pening. Øll kunnu melda seg til - Tað manglar, at man í Før­ oyum ger meiri, sum er vent bein­leiðis móti krabbasjúku børn­unum og familjum teirra. Viðgerðin tekur jú langa tíð, og tað er ein stór kreppa, sum rakar alla familju­na. Tað sigur Aksel Haraldsen, sum er ein av stigtakarunum til føroyska »Team Rynkeby« lið­ið. - Í Krabbameinsfelagnum er ein grunnur, sum er mark­ að­ur til sjúk børn, og nú vilja vit royna at gera mun og fáa pengar í hendan kassan, sig­ ur Aksel. Í juli fer hann sjálvur at luttaka á »Team Rynkeby« við ein­um donskum súkkluliði, so­leiðis, at hann betri verður før­ur fyri at leggja lag á hjá føroysku súkklarunum kom­ andi ár. - Allir føroyingar, sum hava hug at gera nakað gott bæði fyri seg sjálvi og onn­ ur, kunnu melda seg til at súkkla úr Danmark til Paris í juli 2014, fyri at savna pengar til krabbasjúk føroysk børn. Aksel greiðir frá, at tað verð­ur súkklað í sjey dagar út í eitt - og tað verður súkklað allan dagin. Teinurin er ikki ser­liga krevjandi og harður, men tað eru langir teinar hvønn dag. Tí krevur tað, at lut­taka­rarnir nýta komandi árið til at koma í form. - Vit leita ikki eftir ítrótt­ar­fólki - næstan tvørturímóti. Hetta snýr seg um, at vanligir før­oyingar mel­da seg til, gera nakað gott fyri seg sjálvar og hjálpa øðr­um samstundis. Aldurs­ mark­ið er 18 ár, men upp­eftir er einki aldursmark, greiðir Aksel frá. Hann sigur, at liðið so vítt gjørligt skal umboða før­oyska samfelagið. Tað skal helst vera javnt býti av konu­fólki og mannfólki, fólki úr øllum landinum, fólki úr øll­um samfelagsstættum og fólki í øllum aldri. - Tá fólk melda til, seta tey seg á ein bíðilista. Tá freist­in er farin, hyggja vit at tilmeldingunum, og so seta vit eitt lið saman, sum um­ boð­ar føroyska sam­felag­ ið. »Team Rynkeby« hevur neyvar reglur um úttøkuna, og teimum fara vit at fylgja, greið­ir Aksel Haraldsen frá. Allir stuðulin til børnini At fara eina ferð úr Føroyum til París kostar pengar - eisi­ ni hóast tú súkklar megin­ partin av teininum sjálv­ur. Men einki verður tó tikið av stuðulspengunum, sum koma inn. - Tey sum melda seg til, rinda millum 15.000 og 17.000 kr sjálvi. Fyri teir pengarnar fáa tey eina súkklu, súkklu­ klæð­ir, mat, gisting og ferð­ing aftur og fram úr Før­oy­um. Pengarnir, sum stuðl­ar­nir lata fara sostatt óskerd­ir til sjúku børnini og familj­ur teirra, vísir Aksel á. Aksel veit at siga, at tað longu nú eru yvir 30 før­oy­ ingar, sum hava meldað til, men, sum hann sigur, jú fleiri meldað til, jú betri er møgu­ leikin at seta eitt lið sam­an, sum avspeglar før­oyska sam­ felagið. Luttakararnir sum fara av­stað, verða eisini eitt slag av ambassadørum fyri krabbasjúk børn, og um­ framt at tey binda seg til felags­venj­ing­ar, skulu tey eisini vera við til at kasta ljós á krabba­sjúk børn í Føroyum, til dømis við innsavningum av yms­um slagi. - Hóast hetta er ein álvar­ som søk, so leggja vit stóran dent á, at hetta skal vera eitt stuttligt og hugnaligt pro­ jekt. Freistin at melda seg til lut­tøku er 20. august, og tað verð­ur gjørt á heimasíðuni www.team-rynkeby.dk, und­ir "Venteliste 2014". Aksel legg­ ur dent á, at tað er týdn­ing­ ar­mikið at skriva rætt post­ nummar, soleiðis, at tað ber til at fáa luttakarar úr øllum Før­oyum við. Liðið verður kunngjørt seinast í august, og fyritøkur fara síðani at verða bidnar um at stuðla. eydna@sosialurin.fo Súkkla fyri krabbasjúkum børnum - Tá føroysk børn gerast sjúk av krabbameini, verður familjan skrædd upp við rót, meðan barnið fær viðgerð uttanlands - ofta í fleiri ár. Børnini eru langt burturi frá familju og vinum, og umframt sjúkuna verður lívið grundleggjandi øðrvísi. Tað kemur til dømis eingin í føðingardag hjá teimum tá, sigur Aksel Haraldsen, sum sjálvurfimti er farin undir eitt súkkluátak, sum skal savna pening til krabbasjúk, føroysk børn Eydna Skaale - Vit halda tað vera gott, at ljós verður varpað á krabbamein. Og í hesum førum gevur innsavningin okkum møguleika at styrkja um og hjálpa teimum familjum, sum fáa krabbasjúk børn. Tey fara at kunna søkja um hjálp til ávís endamál - ella bara um fíggjarligan styrk sum heild, greiðir Jákup N. Olsen frá. - Vit hava longu upprættað eina konto til endamálið, og ein nevnd er skipað saman við teimum, sum standa handan føroyska Rynkeby liðið. Í felag gera vit so leiðreglur um, hvussu pengarnir skulu latast. Krabbameinsfelagið fer at býta pengarnar út eftir teimum leiðreglunum, sum verða gjørdar. Men tað er givið, at hetta fer alt beinleiðis til føroysk krabbasjúk børn og familjur teirra. Tað er ein av treytunum fyri at vera við í »Team-Rynkeby« slær Jákup N. Olsen fast. Vit takka! - Tað er altíð ein fíggjarligur og sosialur smeitur fyri alla familjuna, tá eitt barn fær krabbamein. Hóast vit hava góðar skipanir, so merkir familjan altíð ein fíggjarligan smeit, so hetta fer at koma væl við, slær Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, fast