hósdagur 20. juni 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Sjúrður Skaale
Fólkatingsmaður
fyri Javnaðarflokkin
»Helvitis pakk«
23. mai kom eitt ljóðbot á
Portalin, har Katrin á Neystabø
frá Amnesty tosaði um
nýggju ársfrágreiðingina hjá
felagsskapinum.
Í frágreiðingini verður fokus
sett á flóttafólk – altso fólk, sum
eru flýggjað undan kríggi ella
vanlukkum.
Í løtuni standa 172.000 flýdd
fólk uttan hús og heim – og
Amnesty Føroyar dittaði sær at
seta spurningin, um Føroyar hava
nakra ábyrgd í hesum sambandi.
Katrin á Neystabø helt tað ikki
vera ómøguligt at vit kunnu hýsa
nøkrum av hesum fólkum, men
legði dent á, at tað krevur drúgva
fyrireiking og ikki ber til sum er.
Men frágreingin hjá Amnesty
snýr seg ikki bara um ábyrgdina
at hýsa flóttarfólki. Tað verður
eisini mint á, at hesi fólk ikki eiga
at verða niðurgjørd og umrødd
á ein hátt, sum kann skapa
fremmandahatur.
»Vit eiga at umrøða hesi
menniskjuni virðiliga«, var tað
seinasta, Katrin á Neystabø segði í
ljóðbrotinum.
Rasisma
Undir brotinum sluppu fólk
so at gera viðmerkingar. Men
flóttarfólkini fingu ikki akkurát
ta virðiligu umrøðu, sum Katrin
eftirlýsti:
»Tey, sum elska, ynskja og vilja
fáast við arabarar, somaliarar
og annað gott fólk, kunnu flyta
til tey deiligu londini sjálv – og
lata vera at blanda onnur uttan
fyristandandi uppí hetta!«
»Tá ið Amnesty og aðrar (góðar)
kreftir hava fingið hetta ígjøgnum,
so verður bara at vóna hjá foreldr
um, at tað ikki verða teirra børn,
sum trekkja Svartaper, og verða
neyðtikin og stungin niður«
»Tað kann aldrin koma uppá tal
at taka ímóti hasari fólkarasuni
tí tey duga sær ikki hógv (...), tey
kenna ikki greinsuna um hvat er
mítt og títt«
»Hví halda tit kanska at lond
verja sína egnu borg og landa
mørk? Halda tit ikki at man langt
í VERÐINI síðan hevði hugsað um
rættindini hjá hvørjum einstøkum
menniskja, UM hvørt einasta
menniskja hevði menniskjaligan
fornuft?!«
»Alt hetta pakkið kemur
hendanvegin sum flóttarfólk, tá
so tey hava fingi uppihaldsloyvi
og kunnu fáa kontanhjálp fara tey
heim at halda summarfrí«
»Amnesty meg í reyvina, hygg
eftir London í gjár hálshøgdur á
gøtuni á alljósum degi, flóttarfólk
úr mohamedanien (muslimar)
skulu ikki koma hendanvegin, lat
heldur tey ríku londini úr arabara
londunum taka tey, øll onnur
fólkasløg eru vælkomin til EU«
»Eg vil ongan Muslim hava her
til«
»Man kann ikki samanlíkna
ein muslim við ein jøda, tað er tað
sama sum at samanlíkna eina løvu
við eina mús«
Og soleiðis helt tað fram...
Útlendingar svara
At lesa sovorðið kann ikki vera
stuttligt hjá útlendingum í Før
oyum, og tveir teirra sýndu dirvi
til at tala at rasismuni:
Ein kvinna skrivaði: »Slappið
nú eitt sindur av. So forbannað
dømandi og generaliserandi –
eg var flóttafólk og landið fær
gagn av mær, og NEI; ERI IKKI
MUSLIM! Øll flóttafólk eru ikki
muslimar! Nógv flóttafólk eru
væl útlærd, sum kundu hjálpt
til her!«
Og ein maður skrivaði:
»Brádliga koma vit fram á eitt
bilóhapp. Fólk eru føst inni í
bilinum, og rópa um hjálp. Hvat
gera vit? Hyggja vit at hvussu tey
eru ílætin, spyrja vit hvør teirra
religión er ella hjálpa vit teimum
bara?
Tey flestu okkara høvdu ikki
latið eyguni aftur, um vit sóu
svong fólk við børnum uttanfyri
dyrnar. Tað er júst tað, sum hendir
í hesum heimi í dag.
Eg skilji hví nógvir føroyingar
óttast islam. Frælsi heimurin er
í stríði við (politiskt) islam. Tann
konfliktin fer helst at vaksa. Ja,
hasir báðir menninir drupu ein
bretskan soldat í gjár. Teir vóru
ekstremistar. Eins og Anders
Breivik. Hann er ikki muslimur.
Tað var Stalin heldur ikki. Ella
Hitler...
Okkara skylda er at taka
okkara part av ábyrgdini saman
við siviliseraða heiminum. Føroyar
eru eitt lítið land, vit mugu gera
tað vit kunnu samsvarandi okkara
møguleika.« (Umsett úr enskum,
ss).
Men hesi áminnandi orðini
frá útlendingunum druknaðu í
spruttandi føroyskari rasismu...
Korrektheitin
Føroyar hava, eins og onnur lond,
eina moralsku skyldu at rætta
teimum eina hond, sum hava mist
hús og heim. Tí gera almennu
Føroyar lítið av sum er.
Men vit eiga at vera sera varðin
tá tað snýr seg um at taka ímóti
tilflytarum og flóttarfólki.
Tað er einki dulsmál, at inte
gratiónin ikki hevur riggað nóg
væl í fleiri londum. Nógva staðni
hava ghetto'ir av tilflytarum elvt
til stórar trupulleikar, samstundis
sum »politisk korrektheit« hevur
forðað fyri opnari umrøðu av
hesum somu trupulleikum. Tað
er beinleiðis orsøkin til, at flokkar
sum Sverigesdemokraterna og
Dansk Folkeparti eru blivnir so
stórir.
M.a. av hesi orsøk eiga vit
kanska at spyrja um vit, sum eitt
lítið land, ikki kunnu gera meiri
gagn á annan hátt enn við at hýsa
flóttafólkum.
Umrøða hevur týdning
Men, sum Katrin á Neystabø vísti
á: Hvussu vit umrøða hesi fólkini
er eisini eitt álvarsmál.
Etniska útreinsanin í gamla
Jugoslavia byrjaði ikki við dráp
unum. Hon byrjaði við teirri niðr
andi umrøðuni av m.a. muslimum.
Hatrinum, sum slapp at spíra og
vaksa.
Holocaust byrjaði heldur ikki
við gasskømrunum. Tað byrjaði
við mátanum, jødar vóru um
røddir uppá: Teir vóru nassarar,
vildu ikki integrerast, fingu nógv
børn og vildu yvirtaka Týskland.
Til endans var allur bólkurin
stigmatiseraður. Hvat tann ein
staki segði og gjørdi hevði ongan
týdning: vart tú jødi, vart tú pakk!
Tú misti alt menniskjavirði.
Islamistiskur terror byrjar
m.a. við retorikkinum um, at tann
gudleysi vesturheimurin umboðar
Satan á jørðini. Jú fleiri ið tosa
soleiðis, jú fleiri verða radikali
serað og taka til harðskap.
Tí hevur retorikkurin týdning.
Tað er við honum, at vit fóðra tann
innara svínhundin. Og blíva vit
við at geva honum at eta, endar
tað við, at tað er hann, sum etur
okkum.
Undirlutakenslur
Mær vitandi er eingin kanning
gjørd av rasismu í Føroyum – og
hóast fleiri kjak eru á netinum
sum minna um tað umrødda
(yviskriftin yvir greinini er úr
einum øðrum kjaki), so sigur
tað lítið um, hvussu umfatandi
rasisman er. Í Føroyum er
heldur ongin flokkur, sum í
stevnuskránni umboðar slíka
hugsan.
Onkur ábending er kortini.
Vit hava til dømis havt onkran
politikara, sum ikki duldi sína
vanvirðing fyri øðrum fólka
sløgum, og t.d. umrøddi neyðstødd
fólk sum »pakk, ið liggur og rekist
runt«. Jú fúlari hansara málbrúk
var, jú størri bleiv atkvøðutalið.
So rasistar eru í Føroyum. Hví
mann tað vera?
Orsøkin er ið hvussu ikki, at
vit eru blivin plágað av nekarum,
jødum, arabarum ella nøkrum
øðrum.
Men tann, sum hevur tørv á at
seta niður á onnur, hevur oftast
lágt sjálvsvirði sjálvur. Helst er
tað har, at hundurin er grivin:
Rasisman sum sæst á føroyskum
heimasíðum sigur einki um tey,
ið vera umrødd – men hon sigur
nógv um tey, ið skriva.
At taka ímóti flóttafólki kann
gerast ein avbjóðing. Men tey
eru ikki her. Rasisma er eisini ein
avbjóðing. Og hon er her!
Sleppur hon at spíra, gerast
Føroyar ljótar.
»Tá ið Amnesty og aðrar (góðar) kreftir hava
fingið hetta ígjøgnum, so verður bara at vóna hjá
foreldrum, at tað ikki verða teirra børn, sum trekkja
Svartaper, og verða neyðtikin og stungin niður«
Rasisman grør sum ókrút á føroyskum kjaksíðum. Tað sigur nógv
um tey, ið skriva. Og tað sigur eisini okkurt um føroyska samfelagið
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen