hósdagur 20. juni 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
5. juni 2013 fingu Irdi E. Toftegaard og Dánjal Pauli
Højgaard, Toftir, ein drong, hann vigaði 3820 gr. og var
52 cm. langur
Fríggjadagin 7. juni 2013 fingu Poul og Hansina
Finnsdóttir Joensen, Klaksvík, eina vælskapta dóttir.
Hon vigaði 4520 gr. og var 57 cm. long
17. juni 2013 fingu Erla á Torkilsheyggi Djurhuus og
John Dávur Sumberg Djurhuus, Rituvík, ein drong,
hann vigaði 4180 gr. og var 54 cm. langur
7. juni 2013 fingu Silja á Borg og Jóhannes Færø, Argir,
ein drong, hann vigaði 4300 gr. og var 55 cm. langur
15. juni 2013 fingur Jeanette og Solomon Magura Rolle,
Schweiz, tvíburar, tveir dreingir. Vektin og longdin vóru
3600 gr. 51 cm og 2700 gr. 48 cm.
føðingar
Arne Nørrevang andaðist
mánadagin 17. juni 2013.
Hann var føddur í Fasterholt
í Jyllandi tann 10. juli í 1933,
og manglaði sostatt fáar dag
ar í at gerast 80 ára gamal.
Arne
tók
nýmálsligt
studentsprógv í 1952, mag.
scient. prógv í 1960, og var-di
dr. phil.- ritgerð í 1965. Hann
bleiv amanuensis við Keyp
mannahavnar Universitet í
1960, lektari í 1965 og docent
ur frá 1965 til 1983.
Í 1983 flutti Arne til Før
oya, har hann kom í starv
sum lektari á Føroya Lærara
skúla. Í 1986 fór hann í starv
á Føroya Náttúrugripasavni,
og í tíðarskeiðinum frá 1988
til 1997 var hann leiðari fyri
BIOFAR-verkætlanini,
har
hann var við til at knýta
sambond millum vísindafólk
víða um lond.
Arne hevði sítt fyrsta til
knýti til Fróðskaparsetrið
miðskeiðis í 1970-unum, men
eftir at hann flutti til Føroya
í
1983
øktist
sambandið
við Setrið. Í 1987 varð hetta
formaliserað við, at hann
bleiv tilnevndur uttanset
urslektari í lívfrøði, og hann
kom harvið m.a. at seta sín
dám á eina nýggja bachelo
rútbúgving
í
lívfrøði
á
Náttúruvísindadeildini. Arne
umboðaði uttanseturslektar
arnar í leiðsluni fyri Náttúru
vísindadeildina
(megin
deildarráðnum), og var í 1998
ovasti leiðari fyri Setrið sum
valdur rektari. Í januar 1995
gjørdist Arne professari í
lívfrøði á Setrinum, og hetta
starvið røkti hann til hann
fór frá vegna aldur í 2000.
Arne var hálvur fuglfirð
ingur, og hann greiddi við
hvørt frá tíðini, tá hann sum
smádrongur og hálvvaksin
ferðaðist hjá familjuni í Før
oyum og var við í tí føroyska
dagligdegnum eins og aðrir
smádreingir ella unglingar.
Kanska hava vitjanirnar í
Føroyum verið við til at birta
hugin fyri náttúruvísindum,
m.a. áhugan fyri fuglalívi
num. Mong munnu kenna
bók hansara ”Úr bjargasøgu
ni”, ið lýsir aldargamlar sið
ir í samband við føroyska
fuglaveiðu. Longu sum 17-18
ára gamal hevði hann sín
ar fyrstu greinir um fugl í
Dansk Ornitologisk Foren
ings Tidsskrift, har ein teirra
júst snúði seg um fugl í Før
oyum. Arne hevði skrivað 9
greinir (á donskum og týsk
um máli) um fugl áðrenn
hann tók studentsprógv, har
av 6 snúði seg um fugl í Før
oyum. Magistara ritgerðin í
1960 snúði seg um djórafrøði
við fugli sum serøki.
Men eftir 1963 fór Arne
at arbeiða meiri við ”mikro
skopisku”
pørtunum
av
lívfrøðini, og stóran part
av tíðini hevur hann gjørt
anatomiskar
rannsóknir
av ymiskum ormasløgum.
Doktararitgerðin frá 1965
var ein kyknufrøðilig kann
ing av, hvussu egg hjá
einum pylsuormi, Priapulus
caudatus Lamark, útviklaðu
seg, og fyri at kunna avdúka
tað fekk hann atgongd til
at brúka mest framkomnu
mikroskop (elektronmikro
skop), sum tá vóru á Institut
for Almen Zoologi á universi
tetinum í Keypmannahavn.
Listin við vísindaligum
útgávum hjá Arna er langur,
og nógvar eru tilvísingarnar
til greinir hansara, eisini í
lærubókum. Hansara sterki
fakligi førleiki hevði eisini
við sær, at hann varð biðin
um at vera við til at meta um
førleikar hjá umsøkjarum til
vísindastørv á øllum stigum
og at vera andmælingur til
verjur av fleiri doktararrit
gerðum.
Aftrat sínum vísindaliga
arbeiði hevur Arne havt fleiri
álitisstørv, har tørvur hevur
verið á hansara fakliga inn
liti. Nevnast kann t.d., at
hann hevur verið ritstjóri á
Dansk Ornitologisk Foren
ings Tidsskrift og á Zoo
logischer
Anzeiger,
og
høvuðsritstjóri á 12-binds
verkinum Danmarks Natur,
sum kom út frá 1967 til 1972
og í endurskoðaðari útgávu
1979-81. Eitt av bindunum
er um Føroyar. Arne hevur
eisini verið við til at gera
populervísindaligt tilfar so
sum greinir í dagbløðum og
sjónvarpsfilmar um Føroyar
og føroyskt fuglalív, og um
botndjóralívið í føroyskum
sjógvi. Av føroyskum nevnd
arsessum
kann
nevnast
limaskapur hansara í Olju-
ráðleggingarnevndini,
ið
varð sett í 1992.
Í 1981 var Arne fyrstu ferð
uppkallaður í djóraheiminum.
Tá hevði hann verið við til at
finna eitt dýr, sum vísindin
ikki visti um frammanundan.
Dýrið bleiv kallað Batillipes
noerrevangi. Ikki er dýrið
stórt,
nakrar
tíggjunda
partar av einum millimetri
til longdar og breiddar, men
tað er sjálvandi stórt at at
vera við til at avdúka dýr í
djóraheiminum, sum ongin
frammanundan veit um. Í
BIOFAR-verkætlanini vórðu
fleiri smádýr funnin á hav
botninum kring Føroyar, sum
ongin visti um framman
undan, og fleiri av teimum eru
uppkallað eftir Arna. Slíkur
heiður er bert tillutaður fáum
vísindafólkum.
Ærað veri minnið um vís
indamannin Arna Nørre
vang.
Hans Pauli Joensen
Minningarorð um
Arna Nørrevang
nøvn