Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Torleif Bech: Vildu heim til kongavitjanina Í tveimum teimum seinastu pørtunum hevur verið greitt frá vanlukkuni við torvbátinum í 1952 í Porkeri. Nú verður farið aftur til skipslívið Óli Jacobsen 10. partur Í 7. parti varð greitt frá, at Torleif var farin við Agnes Louise, tí Yvonna, sum hann var við, skuldi skifta motor. Torleif heldur áfram: Tá ið vit komu út í juli mánað tosaði Dánjal, skiparin, við meg um at koma við Yvonnu aftur, tí tá skuldi hon vera klár. Hóast Yvonna skuldi verið tað betra skipið, valdi eg at halda fram við Agnes Louise, tí mær dámdi so væl við har. Um Lars í Gjørðum Skiparan, Lars í Gjørðum, var ein merkismaður. Hann var føddur 8.11 1887, og hann tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1915. Hann var fyrsta árið til skips við Albert Victor við Dias á Heyggi. Hann var eisini við Kristinu hjá Diasi, sum í 1919 varð seld til Kjølbro. Hon gekk burtur longu í 1920 við 16 monnum. Lars førdi Agnes Louise frá 1918 til 1951. Frá 1936 átti hann helvtina av skipinum saman við Jaspur á Løðhamri, men í 1953 seldi hann sín part. Lars førdi Agnes Louise í 32 ár. Tað man vera fáur skipari, sum hevur ført sama skip so langa tíð. Lars varð roknaður fyri at vera av bestu veiðumonnum. Hann var virkin í Brøðra­sam­ komuni í Porkeri. Hetta var hann blivin eftir eitt ódnarveður á Suður­landinum í 1912. Skipið fekk ein sjógv, sum breyt alt omandeks. Saltið í lastini skeytst, og nógvur sjógvur kom í lastina, men teir komu burtur úr tí. Lars hevði gjarna somu manning í nógv ár, tað vísti, hvør maður hann var. Ein maður, Sørin Nygaard, var við Agnas Louise alla tíðina, meðan Lars førdi hana. Ov seinir til kongavitjanina í 1949 Vit høvdu hoyrt, at Fríðrikur kongur 9. skuldi koma á Vág við kongaskipinum. Hetta var ein serlig hending, tí hetta var fyrstu ferð, at kongur vitjaði eftir veraldar­bar­ dagan, sum hevði kvett sambandið millum Føroyar og Danmark. Lars vildi so gjarna vera heima, tá ið kongaskipið kom. So vit fóru at sigla heim einar tveir dagar áðrenn, Lars hevði ætlað sær. Men her lá ikki so væl fyri. Kumpassin var eitt sindur skeiv, og vit vóru eystanfyri Fugloynna, tá ið vit fingu land­ kenning. Hetta longdi ferðina á Vág nokk so nógv. Tað bleiv eisini kølsvart í toku – tá vit komu inn í Hovsfjørð, sóu vit onki og máttu lodda okkum fram fyri at vita, hvussu nær vit vóru landi. Vit máttu eisini sigla spakuliga. Báturin varð settur út at vita, hvar vit vóru. Hann sigldi inn á land, og tá var hetta Hovshólmur. Meðan vit hava siglt inn gjøg­ num Hovsfjørð, tá hava neyta­kon­ urnar úr Porkeri verið og mjólkað neytunum um kvøldið. Tá høvdu tær sæð esilhøvdið á Agnes Lousie koma upp undan tokuni. Esilhøvd er “dupultur stálhólkur ið bindur saman mastur og toppstong niður á mastrartoppin”. Vóru vit farnir upp í mastrina, høvdu vit sæð, hvar ið vit vóru - so lumpisligt kann tað vera í toku. Vit komu tó fram í øllum góðum. Men kongavitjanina náddu vit ikki. Tá vit komu á Stanganestanga, út av Nesi millum Porkeri og Vág, tá kom kongaskipið út av Vági. Tað bleiv veittrað og floytað frá báðum skipum, so frægt kom kortini burt­ ur úr. Henda túrin høvdu vit 380 skippund og tað var ikki so galið. Petur datt oman Vit fóru so avstað aftur 8. august. Tað var fragdarveður, og fólk hoyggjaðu tá vit fóru. Vit royndu ymsastaðni í Íslandi og nokkso nógv á Norðlandinum. Eina ferð minnist eg, at vit vóru inni á Kap Nordhavn og tóku vatn. Hetta var ikki so einfalt. Tað varð gjørt við at fylla vatn úr einum fossi í skutin á bátinum, har ein presending var undir. Komnir at borði aftur, skuldi vatnið tá oysast í tangarnar. Við okkum var Peter Petersen úr Porkeri. Hann hevði verið burtur í 16 ár og eingin visti um hann, fyrrenn hann kom aftur til Porkeris við eini svenskari konu. Petur spurdi Lars, um hann ikki kundi sleppa út í Kappan at vita um hann kundi fáa nakrar ritupisur. Jú, tað var í lagi. Um hann fór einsamallur? Jú, tað ætlaði hann, men hann skuldi ansa væl eftir sær. Tað skuldi siglast kl. 10 um kvøldið, og tá mátti Petur vera umborð aftur. Men eingin maður kemur aftur til tíðina. Tað máttu so tríggir menn, millum teirra Otto Dam og eg, fara yvir á Kappan at leita. Tá ið vit koma út móti Kappanum, kemur Petur móti okkum, og hann er tann bera mold allur sum hann var. Tá var hann farin í eini skriðu heilt oman móti helluni. Tað ringasta var, at tá hann vildi sleppa sær uppaftur, var forberg báðumegin, og skriðan sjálv var so høg, at hann fekk ikki fótafesti. Men tað var so heppið, at hann hevði ein dolk i lummanum og nýtti hann til hjálpar at krúpa niðan skriðuna. Hann hevði ligið í fleiri tímar, men nú var so eydnast honum at koma uppaftur. Men ritupisa var so eingin komin burturúr! Andreas Djurhuus og Óli Ny­ gaard høvdu verið á einum drangi og tikið skurapisur. Teir høvdu fingið eina rúgvu av svartbakspisum. Tað smakkaði sera væl. Teir vóru so moyrir, at teir nýttust ikki at verða kókaðir so leingi. So tað var betri fongur, ið teir høvdu fingið. Vit fóru út aftur og fingu væl av fiski. Vit fóru so eystureftir og royndu á Mánaroyggjargrunninum og Hegglibankanum. Tað er ein serlig søga um navn­ið á Hegglibankanum. Hann var nevniliga funnin av einari het­lend­ sk­ari slupp, har skiparin átti ein bóndagarð, sum kallaðist Hegli. Tí varð bankin kallaður so av het­ lendingum. Tað eru annars bert føroyingar, sum kalla hann soleiðis enn í dag. Vit fóru inn á Raufarhøfn. Slupp­ Lena og Lars í Gjørðum. Hann var væl dámdur skipari. Soleiðis sá eitt lugar út í slupp. Her var bæði sovið og matgjørt. Undir dúrkinum kolkjallari og aftast sæst komfýrurin. Torleif Bech