hósdagur 20. juni 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
in Fimm Systrar var inni eisini. Teir
høvdu ein kikara, so teir sóu í
myrkri. Vit fingu lænt henda kik
aran og komu so út í øllum góðum.
Brúk var fyri kikara, tí tað vóru
boyur at sigla eftir, og tað var so
myrkt, at onki sást við berum eygum.
Kikaran fingu teir aftur dagin
eftir, tí tá komu vit at fiska saman.
Hesin túrur gekk so væl, sum hann
kundi og vit fingu uppi skipið, 475
skippund.
Síðsta heilsan til mammu
Vit fóru inn á Siglufjørðin at rigga
til at fara heim. Har kom ein
pinsamaður umborð. Hann hevði
postkort við sær, sum hann vildi
geva okkum ungu dreingjum at
senda heim til mammuna. Eg fekk
so eitt kort, sum eg sendi mammu.
Hetta var síðsta heilsan, eg kundi
geva henni, tí tá ið vit komu heim,
var hon deyð. Tað var ein ring
heimkoma. Mær er fortalt, at
mamma varð sera glað fyri kortið.
Tá vit á heimferðini koma inn
móti Nesinum, síggja vit, at menn
eru á fjalli. Tveir boðar eru beint
har. Vanliga sigla skip ikki innanfyri
hesar boðar. Men veðrið var so gera
gott, at Lars ger av at sigla innanfyri,
so vit kendu hvønn mann og hvønn
seyð. Vit róptu til onkran, og teir
róptu aftur ímóti, so vit gleddu
okkum til eina góða heimkomu.
Men fyri meg varð tað sum sagt ein
sera trist heimkoma.
Tá ið vit koma til kei í Vági, tá
leyp Poli á Høvda, sum seinni doyði
við torvbátinum, inn á dekkið,
áðrenn skipið var bundið. Eg sá,
at hann kom, og hann tosaði ikki
við nakran mann. Hann leyp beint
í stýrhúsið til Lars. Teir prátaðu
saman, og eg sá, at tað var ikki
nakað hugaligt prát teir høvdu fyri.
Poli kemur so fram eftir dekkinum,
og hann sigur, at Lars rópar meg
aftur í stýrhúsið. Vit fóru so báðir
niðurundir í kahúttina. Tá sigur
hann við meg, at “mamma tín er
deyð, meðan tú hevur verið burtur”.
Hon var eisini jarðað, so tú kann
ætla, at hetta vóru tung boð, eg
var 19 ár. Eg tók tað sera tungt, at
eingin mamma var. Tað var eisini
eitt sjokk fyri Hilmar bróður, hann
var 16 ár og gekk í realskúla í Vági.
Hann var sera nógv knýttur at
mammu – sjálvandi var tað eisini
tungt hjá systrunum, at mamma
so knappliga varð rykt burtur.
Vit tríggir komu so at vera
einsamallir í húsi, men systrarnar
tóku sær so væl av okkum og
hjálptu uppá okkum – vit vóru so
væl hvør við annan. Pabba var eisini
so húsligur, tað hjálpti væl um.
Rottur við Beinisvørð
Árið eftir fór eg við trolaranum
Beinisvørð.
Hetta
var
ein
av
teimum
gomlu
koltrolarunum,
sum teir á Gørðunum áttu, og sum
var keyptur úr Bretlandi. Herman í
Garðinum var skipari. Tað var eitt
gott ár hjá mær. Eg var fimm túrar
við og inntøkan var um kr. 10.000.
Hetta var ógvuliga gott í 1950. Sum
aðrir trolarar vóru vit eystanfyri á
saltfiskaveiðu. Hann tók 225 tons,
manningartalið var 38.
Vanligt var at fara til Granton í
Bretlandi eftir koli og so avstað. Tað
var sjálvsagt nógv øðrvísi at koma
frá eini slupp umborð á ein trolara,
um liviumstøðurnar vóru ikki so
nógv annarleiðis. Tað búðu 22-24
mans í lugarinum har frammi. Tað
vóru tríggjar hæddir av koyggjum
mót tveimum hæddum við øðrum
skipum. Hitin kom frá eini kabúss,
sum stóð mitt á dúrkinum. Tað
riggaði eisini væl. Vit gingu so
kallaða trýskiftivakt, sum hvør var
seks tímar. Arbeitt varð tvær vaktir
og tann triðja var frívakt. Tann
eina deksvaktin var soleiðis, at
var eingin fiskur, so kundi haldast
frí. Hetta var sum frá leið hildið at
vera ivaleysa strævið, so í 1956 kom
lóggáva um tveyskiftisvakt.
Eina ferð hevði ein vágbingur
lagt seg í koyggjuna. Hann hevði ta
ovastu koyggjuna, og eg hevði tað
niðastu. Eina ferð, nú blakar hann
alt, sum er í koyggjuni, á dúrkið. Tá
var ein rotta komin upp í koyggjuna,
og hon kom upp gjøgnum brókina
hjá honum. Tað var eitt verri skil.
Hetta við rottum var ein ótespiligur
trupulleiki. Nógvir ræddust rottur
sum tann ringasta, men eg legði nú
ikki so nógv í tað. Hesin maðurin
fór ikki í koyggjuna hjá sær aftur
fyri túrin. Ein svágur var við, so
teir komu at skiftast um hansara
koyggju.
Pabba og Hilmar vóru nú einsa
mallir í húsi, so eg mátti eisini vera
meira heima, fyri at vera við til at
passa húsið, sum eisini umfataði
neyt og seyð. Hetta skilti Herman
eisini væl. Eg fór við Ósa i 1951 sum
áður er greitt frá.
Til Íslands
Eg var tvey ár í Íslandi. Hetta var
í 1957 og 1958. Tað dámdi mær væl
eisini. Hetta var í teirri tíðini, tá
ið føroyskir fiskimenn í hópatali
leitaðu til Íslands, ikki minst úr
Porkeri. Sum dømi kann nevnast,
at í 1955 vóru 31 porkeningar við
íslendskum skipum.
Tað fyrra árið var eg við trolara
num Juni og tað seinna við August,
sum eisini var trolari.
Hetta var sama reiðarí, sum
hoyrdi heima á Hafnarfjørðinum.
Vit vóru 15 føroyingar við, so ein
heilt stórur partur av manningini
vóru føroyingar eins og á hinum
trolararunum í Íslandi. Kokkurin
var føroyingur, og tað riggaði eisini
væl fyri alla manningina.
Inntøkan var í hvussu er frægari
enn í Føroyum. Eg var har yviri í
seks mánaðir og fekk 12.000 krónur
heim.
Eg róði út heima seinnapartin av
árinum.
Eg fekk ein skaða umborð av
einum slitnaðum veiri seinna árið,
eg var har yviri, so teir máttu fara
inn við mær. Her var ein hægri
hond, sum vardi meg. Tað, sum
bjargaði mær var, at eg bløddi ikki
inn eftir, men út eftir. Hetta fekk eg
at vita á sjúkrahúsinum.
Eg kom inn í Grindavíkina og
varð lagdur á sjúkrahús. Eg fekk at
vita, at eg skuldi fara heim og einki
gera í tríggjar vikur. Men skiparin
kom til mín á sjúkrahúsinum. Hann
segði, at eg kundi koma umborð
aftur og einki gera í fyrsta umfari,
tí hann vildi gjarna hava meg við
aftur. Eg so gjørdi og var umborð
einar 6-7 mánaðir.
Eg fekk trygging fyri tað, sum
var hent. Hetta gekk av sær sjálvum,
at eg fekk oyðublað at skriva undir.
Her var væl fyriskipað, kanska betri
enn í Føroyum tá.
Soleiðis varð vatn tikið. Sjálvt hetta var eitt
knoss. Bárður Jákupsson hevur teknað.
Vanligt var at hava møti ella lesa lestur sunnudagar. Her er tað Geila
Jóannes av Húsum, sum lesur lestur umborð á Gudrun.
Málningur av Beinisvørð, sum Torleif eisini var við.
Ofta varð farið inn í Íslandi, serliga sunnudagar. Her liggur
ein føroysk slupp á Eskifirði á Eysturlandinum.
Komandi partur
Nú verður ein støðgur í
frásøgnunum hjá Torleifi.
Men hann veit enn so nógv
at greiða frá, at hann kemur
aftur seinni í summar.
Í komandi parti verður greitt
frá skiparabeiggjunum Dess
og Alfred Egholm.