Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bachelor í orku- og umhvørvis verkfrøði Har tú millum annað fært svarini uppá spurningarnar omanfyri! Hetta er ein spildurnýggj útbúgving, sum Setrið bjóðar eftir summarfrítíðina. Útbúgvingin er grundað á føroysk viðurskifti og heimligu náttúruna, men hon viðger samstundis ein altjóða tørv. Varandi orkukeldur verða alsamt meiri eftirspurdar, og tí er ein útbúgving innan orku og umhvørvi viðkomandi og nýtilig um allan heim. Tað tekur 3 ár at lesa til orku- og umhvørvisverkfrøðing, harav 1/2 ár kann takast uttanlands. Prógvið gevur nógvar møguleikar, bæði til gransking, størv og víðari lesnað. Hvussu sleppa vit undan stóru oljunýtsluni? Hvar skal okkara orka koma frá í framtíðini? Hvørji árin hava ymsu orkusløgini á samfelagið og umhvørvið? Kom og les Bsc í orKu- og umHvørvis verKfrøði umsóknarfreist er 1. juli 2013 les meiri á www.setur.fo Sosialurin 341800 Almannaverkið er Føroya stórsta arbeiðspláss við 1700 starvsfólkum, sum árliga veita 14000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga. Arbeiðs- og ábyrgdarøki er í høvuðsheitum • geva almenna ráðgeving og vegleiðing innan almannaøkið • virka fyri at borgarin verður hjálptur til sjálvbjargi gjøgnum eitt virkið arbeiðs- og heimalív • gera tilráðing ella taka avgerð innan almannalóggávuna. Størvini á Almannaverkinum eru avbjóðandi og í førum fakliga krevjandi. Uppgávur/av- bjóðingar verða loystar í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum uppgávum. Dentur verður lagdur á toymisarbeiði. Møguleikar eru fyri persónligari og fakligari menning á arbeiðsplássinum. Førleikakrøv • Útbúgving sum sosialráðgevi, ella líknandi útbúgving • Tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur • Tú ert tænastusinnað/ur og virkar fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin, so- leiðis at møtið við Almannaverkið verður einfalt fyri borgaran • Tú hevur hug og evni til at arbeiða tvørtur um fak • Tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran • Tú hevur viðkomandi starvsroyndir og breiða vitan innan sosialfakligt arbeiði • Tú hevur viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvs- felagar hjá Almannaverkinum • Tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir at orða teg í skrift og talu. Lønar- og setanarviðurskifti Størvini eru flokkað í 6. lønarflokki í sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Størvini kunnu setast kring landið. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hallur Thomsen, depilsstjóra, ella Berit Unn Petersen, deildarleiðara, - telefon 360000. Umsóknir Sendið umsókn við avriti av prógvum, CV v.m. við telduposti til starv@av.fo, ella sum bræv til: Almannaverkið, Starvsfólkadeildin, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Freistin Tíðarfreistin er 5. juli 2013, kl. 12. Sosialráðgevar Almannaverkið søkir eftir sosialráðgevum k r e a