hósdagur 20. juni 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur effodeildin upptakt
B36 hómar
bronsuplássið
HB leitar eftir málunum
NSÍ fer í Gundadali við stórum sjálvsáliti, eftir at tað á
Eystanstevnu eydnaðist at lyfta liðið fram á bronsuplássið
Tað brennur undir 07Vestur, sum fyrr í ár
megnaði málleysan javnleik í Gundadali
Jóannes Hansen
Meiri enn aðru hvørja ferð er
tað endað við javnleiki, tá ið
B36 hevur verið annar part
urin. Sunnudagin var tað
ikki serliga elegant, men teir í
árstalsfelagnum vóru nøgdir
við at koma úr Trongisvági
við málleysum javnleiki.
B36 hevur ikki tapt fýra
tær seinastu ferðirnar. Sigur
in í Klaksvík og tríggir javn
leikir hava borið við sær, at
B36 nú er trý stig frá bronsu
plássinum. Á tí plássinum er
NSÍ, sum síðsta vikuskifti
vann -2-1 á heimavølli ímóti
07Vestur og var einasta liðið,
ið ognaði sær fulla úrtøku.
Abraham Løkin og hansara
menn hava vunnið úrtøku
fimm tær seinastu ferðirnar
– tvær ferðir hava teir vunnið
og tríggjar ferðir er tað endað
við javnleiki.
Hjá B36 hevur Lukasz
Cieslewicz havt trupulleikar,
men tað verður roknað við, at
hann aftur hesa ferð verður
millum teir fyrstu ellivu. Hjá
NSÍ eru allir spælararnir
tøkir.
Tá ið liðini higgust í fimta
umfari vann NSÍ 1-0 á heima
vølli.
Mynd: Álvur Haraldsen
Felags fyri EB/Streym og KÍ er,
at avrikini síðsta umfar vóru
lítið sannførandi, og at tað
endaði við javnleiki á heimavølli
Skulu
reisa seg í
Streymnesi
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar hava skor
að 26 mál, og tað er bara
HB, sum oftari hevur
fegnast um mál í ár. Men
nógvu tær seinastu ferð
irnar hevur tað verið
soltið hjá klaksvíkingum.
Síðani 5-2 heimasigurin
ímóti 07 Vestur hevur KÍ
spælt fimm dystir uttan
at vinna. Fýra javnleikir
og 2-0 tap á heimavølli
ímóti B36 er úrtøkan, og
tað verður ikki roknað at
vera nóg mikið.
Eyðun Klakstein hevur
síðstu stóru vikuna havt
ábyrgdina
av
liðnum.
Sunnudagin
noyddist
miðverjin Jógvan Isaksen
at fara av vøllinum orsaka
av skaða. Hann hevur ikki
verið á vøllinum síðani.
Tað hevur Heðin á Lakjuni
heldur ikki. Ivasamt er,
um teir vera førir fyri
at spæla í Streymnesi
sunnudagin.
Hjá
EB/Streymi
er
verjukendi
miðvallarin
Arnar Dam leikbannaður.
Ímóti Víkingi sá hann gult
fyri fimtu ferð í ár. Stóri
spurningurin er, hvussu
tað verður við Arnbjørn
Hansen.
Hann
spældi
eina løtu ímóti Víkingi,
og hann vísti, at hóast
langan skaðasteðg bilar
máltevinum einki. Hann
verður við ímóti KÍ, men
tað verður roknað lítið
sannlíkt, at hann verður
millum teir fyrstu ellivu.
Rúni
Nolsøe,
EB/
Streyma venjarin, var ikki
nøgdur við leikliga avrikið
ímóti Víkingi. Ímóti KÍ vil
hann hava sínar menn
at spæla nógv skjótari
og málsøkið. Tá ið liðini
hittust í Klaksvík í fimta
umfari var úrslitið 1-1.
joannes@sosialurin.fo
Jóannes Hansen
Oddbjørn Joensen og HB
eru framvegis sannførandi
topplið.
Men
tvær
tær
seinastu
ferðirnar
hevur
tað ikki eydnast at skora
mál. 2-0 tap í Streymnesi og
málleysur javnleikur ímóti
ÍF í Gundadali boða frá, at
HB nú hevur trupulleikar
at finna málið. Hetta hóast
støðutalvan sigur, at einki
lið er so málsøkið sum HB,
ið hevur skorað 30 ferðir og
harvið fýra fleiri mál enn
næsta liðið.
– Vit spæla ikki nóg skjótt,
og vit arbeiða ikki nóg nógv
fyri hvørjum øðrum, var
staðfestingin eftir málleysa
javnleikin ímóti ÍF.
– Um vit arbeiða nógv,
flyta okkum væl fyri hvørj
um øðrum og hava rætta
hugburðin, so eiga vit at
vinna hvørja ferð, hevur
Oddbjørn Joensen áður sagt.
Tað er tann hugburðin, sum
hann nú vil hava sínar menn
aftur at vísa.
Allir spælararnir á favo
rittliðnum eru tøkir, og tað
er stór kapping um pláss
ini. Ímóti ÍF var Teitur M.
Gestsson
aftur
millum
stólparnar.
Avrikið
var
sannførandi, og einki er at
ivast í, at hann aftur fær
møguleikan í Sørvági.
07Vestur misti javnleikin
á
stokkinum
á
Eystan
stevnu. Teir iðra seg um 2-1
tapið, men vísa eisini á, at
tað gekk lutfalsliga væl í
verjupartinum, og at skjótu
mótálopini vóru vandamikil.
Í fimta umfari mengaði
07Vestur málleysan javnleik
í Gundadali. Nú AB tvær tær
seinastu
ferðirnar
hevur
vunnið úrtøku, er tað av
álvara farið at brenna undir
07Vestur.