Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur effodeildin upptakt ítróttur Góð avrik og lítil úrtøka Lagið er gott á Argjum Felags fyri ÍF og Víking, sum longu í kvøld hittast í Fuglafirði, er, at tey seinast vístu sannførandi avrik í torførum avbjóðingum á útivølli, men at úrtøkan bara var eitt stig 14 21-06-2013 kl. 19:00 ÍF - Víkingur 14 22-06-2013 kl. 18:00 B36 - NSÍ 14 23-06-2013 kl. 15:00 07 Vestur - HB 14 23-06-2013 kl. 15:00 AB - TB 14 23-06-2013 kl. 15:00 EB/Str. - KÍ 14. umfar Effo-deildin: Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 13 8 4 1 30 11 +19 28 2 ÍF 13 5 6 2 25 21 +4 21 3 NSÍ 13 5 5 3 19 17 +2 20 4 EB/Streymur 13 5 4 4 24 15 +9 19 5 KÍ 13 4 7 2 26 20 +6 19 6 B36 13 3 8 2 20 15 +5 17 7 TB 13 3 7 3 12 16 -4 16 8 Víkingur 13 4 4 5 14 21 -7 16 9 07 Vestur 13 1 4 8 13 29 -16 7 10 AB 13 1 3 9 12 30 -18 6 Jóannes Hansen Longu í kvøld fær ÍF vitjan av Víkingi. Felags fyri granna­ liðini kring Varma­keldueið er, at tey sunnudagin stóðu seg væl í torførum avbjóðingum á útivølli. Bæði Jógvan Martin Olsen og víkingarnir og Albert Ellefsen og fugl­ firð­ingarnir hava alla orsøk at iðra seg um, at tað ikki eydn­aðist at vinna meiri enn mál­leysar javnleikir á útivølli ímóti ávikavíst EB/Streymi og HB. Vitjanin í Gundadali kost­aði Bartali Eliasen út­ vís­ing. Harvið er verju­ krump­tappurin og hóttanin fram­eftir í deyðbóltsstøðum leik­bannaður ímóti Víkingi. Tað er sjálvandi stórur smeit­ ur fyri ÍF. Høgni Madsen er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í Gunda­ dali. Upplagt boð upp á mið­ verjuplássið undir liðini á Høgna Zachariassen er Poul Nolsøe Mikkelsen. Í Sarpugerði hava teir trupul­leikar við at manna sen­trala miðvøllin. André Olsen og Jann Ingi Petersen eru skaddir, og við Margáir sá Hans Jørgen Djurhuus gula kortið fyri áttandu ferð. Harvið er hann leikbannaður. Sum steinur oman á byrðu, so noyddist Hjartvard Hansen, sum síðstu ferð var sentralur miðvallari, av vøllinum, tí hann var skaddur. Tá ið grannauppgerðin í fimta umfari var í Sarpugerði, vann Víkingur 3-2. joannes@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Jóannes Hansen Fýra javnleikir og tepur NSÍ sigur á heimavølli ímóti 07Vestur. Tað var fasittið síðsta vikuskifti, tá ið trettanda umfar í EFFO deildini var á skránni. Spælarar og venjarar og eygnavitni staðfestu, at talan var um rættuliga linligt umfar. Tað sást eis­ini á málskjótingini. Ikki síðani síðsta umfarið í 2008 er tað komið fyri áður, at endastøðan í trim­um dystum var tann sama, sum hon var, tá ið dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð, og hetta var fyrsta ferðin síðani 27. um­far í 2008, at bara fimm mál vórðu skorað í einum umfari. Tað hevur ofta verið tikið til, at altjóða uppgáv­ ur­nar kosta í heimligu kappingini. Bæði tá ið feløgini taka lut í euro­ peisku kappingunum, og tá ið landsliðið spælir. Ser­liga nógv kennist tað aftur, tá ið talan er um altjóða avbjóðingar uttan­ fyri landoddarnar. Tí var tað ikki so óvænt­að, at tað í umfar­ inum, sum var á skránni síðsta vikuskifti, gekk so­leiðis, sum tað nú eina ferð gjørdi. Í fleiri feløgum vóru venjingarnar tær báðar vikurnar upp undir vikuskiftið eyð­ kend­ar av, at fleiri av bestu spælarunum vóru burtur í fót­bóltsørindum á U-21 lands­liðnum ella A-landsliðnum, og í viku­ skift­unum vóru dystir­nir eyðkendir av, at lykla­ spælararnir ikki høvdu yvirskotið, sum teir plaga at vísa, tá ið dystirnir skulu avgerast. Nú er nýtt umfar á skránni. Sunnukvøldið verð­ur 14. umfar liðugt spælt. Tá verður kappingin meiri enn hálvrunnin, og tá fer tað ivaleyst at bera til at staðfesta, at spæl­arar­nir hesa ferð vístu størri yvirskot, enn teir gjørdu seinast, og at liðini hesa ferð stríddust meiri fyri at vinna, enn tey gjørdu seinast, tá ið tað í flestu førum fyrst og fremst ráddi um at binda fyri í verjupartinum. joannes@sosialurin.fo Dystirnir síðsta vikuskifti vóru staðfesting av, at tað væl sæst aftur í heimligu kappingini, tá ið landsliðini eru upptikin av stórum avbjóðingum og ferðum uttanlands Altjóða av­ bjóð­ingarnar kosta Í TB halda teir tað vera huga­ ligari at hyggja uppeftir enn ímóti botninum, har AB stríðist fyri at sleppa av aft­ asta plássinum AB er niðast á støðu­talv­ uni, og har hava argja­menn verið tað mesta av kapp­ ingar­árinum. Eftir sigurin á Víkingi og javnleikin í Klaksvík er tað ikki so langt fram til næstaftasta plássið. Sum støðan er í løtuni, so kann tað fara at vísa seg, at 9. plássið verður nóg mikið at sleppa undan niðurflyting. Hvussu tað verður eftir 27 umfør valdast um, hvussu tað fer at tørna út í næstbestu deildini. Tað eru tíggju stig millum AB og TB. Tvøramenn fegnast um gongdina higartil: – Vit fegnast um, at vit eru leysir av botninum, og at tað er stutt fram til heiðurs­ merkjaplássini. Um tað hevði eydnast okkum at vunnið tveir dystir á rað, so hevði tað flutt okkum langt, staðfestir Óli Johannesen. Hjá AB er liðformaðurin Jónas Stenberg leikbannaður eftir reyða kortið í Klaksvík. Hjá TB eru onkrir spælarar ivasamir. Ímóti B36 var Poul Ingason á beinkinum fyrsta tíman. Hann verður við frá fyrsta bríksli á Argjum. joannes@sosialurin.fo