hósdagur 20. juni 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 70 · 21. juni 2013
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydnaskaale@hotmail.com
Hvítt og reint
í summar
Hvítt og reint. Tað er eitt av
mótarákunum fyri summarið
Hvítar hondtaskur eru at
síggja frá fleiri sniðgevum,
her Gucci og Marc Jacobs.
Body Shop hevur gjørt eina røð av vørum til at
reinsa húðina. Felagsnevnarin er úrdráttir úr
kamomilluplantuni. Blómurnar til røðina vaksa í
Onglandi, og tær verða dyrkaðar púra natúrliga
– eingi kemisk evni ella pestisidir verða nýtt.
Røðin er mild og kamomillan sissar húðina undan
náttini. Í røðini eru reinsismør, reinsiolja og tvinni
sløg av vaskievni at taka burtur eygnasminku.
Klassikarin »Daisy« hjá Georg Jensen er
framvegis smartur, hóast smúkkurnar
hava nøkur ár á baki eftirhondini. Einfalda
og snøgga sniðið er tíðarleyst, og hóskar
væl saman við stílreina trendinum.
Guðrun&Guðrun hava framleitt pungar
og taskur til smarttelefonir og teldur/
teldlar. Snøgt snið úr lambsskinni og við
prenti av stjørnumynstinum. Umframt
at síggja smart út, verjir tað eisini
dýru tólini frá skøvum og stoytum.
Hvít klæði hoyra
summarinum til, og
aftur í ár vóru fleiri
sniðgevar, ið vístu
hvít heilsett – bæði
til kvinnur og menn.
Her eru nakrar
myndir til íblástur.