Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 70 · 21. juni 2013 5 VIKUSKIFTI hyggur út gjøgnum vindeyga og heldur so fram eftir eini løtu. – Sjálvur eri eg eitt tolerant menn­ iskja. Eg royni at seta meg í teirra støðu, áðrenn eg sigi nakað, tá onkur hev­ur sagt okkurt minni pent um meg og mín húðarlit, fortelur Petur Slyne, sum heldur, at hóast rasisma framvegis finst í Føroyum, er tað ikki á sama hátt sum fyrr. – Eg haldi, at seinastu árini er fokusið flutt á trúnna og kanska eisini yvir á seksuellu kynsorienteringina hjá fólki, soleiðis at tað ikki í eins stóran mun og fyrr snýr seg um húðarlit. Sum heild føli eg heldur ikki, at eg í dag verið viðfarin annarleiðis enn fólkini rund­an um meg. Tað gjørdi eg nokk meira fyrr. Tekur kjansir Tá Petur Slyne verður spurdur um, hvussu hann vil lýsa seg sjálvan sum per­són, gerst hann hugsunarsamur eina løtu. Hyggur niður á samanfoldaðu hend­ur­nar og forklárar síðani. – Eg eri ein persónur, sum tekur kjansir. Eitt enskt orðatak, sum eg ofta minni meg sjálvan á, er if you never try you never know. Og júst tí kasti eg meg eisini út í nógvar ymsar verk­ ætlanir, heldur Petur Slyne fyri. Hann steðgar á við prátinum og leitar eftir orð­unum, sum best kunnu lýsa henda spontanitetin og ágrýtnið at royna nýggjar leiðir. – Eg havi í mongum førum verið noydd­ur til at hoppa í hyljar uttan at hava dugað at svomið. At svimja havi eg lært, meðan eg havi verið útií, for­ klár­ar Petur Slyne og vísir aftur til, at soleiðis var eisini, tá hann var barn og heilt ungur, tí hann var ofta einsa­mall­ ur, og tað var ikki altíð, at nakar var at hjálpa og vegleiða. – Tú kanst siga, at í nógvum førum havi eg verið noyddur at lært meg sjálv­an at svimja. Eingin hevur verið mín fasta hjálp, sigur Petur Slyne. Hann heldur sjálvur, at tann mót­ gang­urin, sum hann hevur upplivað sum yngri, hevur verið við til at gjørt hann til ein fightara. – Eg vil gera tingini ordiligt, og tað skal vera so gott, sum tað nú einaferð letur seg gera. Kanska vil eg vísa fyri mær sjálvum og fólkunum rundan um meg, at eg klári tað, eg seti mær fyri. Má slappa av Hugurin at støðugt royna okkurt nýtt og viljin at vera bestur hevur hjálpt honum gjøgnum lívið, og hann verður enn tann dag í dag javnan spurdur at standa á odda fyri stórum verkætlanum, tá lýsingátøk skulu gerast. Men ein bak­ síða er eisini. – Eg havi arbeitt nógv. Serliga tey árini tá eg og Petur Mohr Reinert høvdu lýsingastovuna Petur&Petur, og tað gekst væl í samfelagnum, arbeiddu vit øgiligt. Næstan alt døgnið, minnist Petur Slyne. Longu arbeiðsdagarnir góvu eisini at bíta í 2007, tá teir seldu Vikublaðið, og har­við høvdu teir færri fólk í starvi. – Nakað áðrenn Vikublaðið bleiv selt, hevði eg tikið avgerð, at arbeiðs­ mynstrið mátti broytast. Um eg ikki flutti burtur, fór at enda heilt galið, for­telur Petur Slyne og leggur afturat, at hann byrjaði at gerast strongdur av álvara. – Eg, konan og børnini fluttu til Mallorca, og har blivu vit verðandi í 18 mánaðir. Eg fór avstað heilt einfalt fyri at kunna slappa av og so at siga koma fyri meg aftur, greiðir Petur Slyne frá. Hann fekk tað eisini betri eftir stutta tíð og kundi gera okkurt smávegis arbeiðið, meðan hann var á Mallorca. Síðani hann og familjan fluttu aftur til Føroya, hevur hann verið sjálv­støð­ ugt vinnurekandi og roynt eitt sindur av hvørjum. – Eg haldi eg havi gjørt tað mesta innan lýsingarvinnuna í Føroyum. Tað er ivaleyst orsøkin til, at eg eisini nú havi blakað meg útí millum annað tón­ leika­verkætlanir, sigur Petur Slyne og eyð­kenda smílið kemur fram aftur. Í fjør var hann við til at fyri­skipa Voxbotn, sum var ein stórur konsert­ dagur í Vágsbotni. Aftur í ár stendur hann á odda fyri marknaðarføringini í sam­bandi við tiltakið. – Eg eri spontanur, og mær dámar væl at koma í samband við nýggj vinnulívsfólk. Voxbotn er framvegis nýtt og spennandi fyri meg, og eg trívist væl í arbeiðinum at fyriskipa kon­sert­dagin, sigur Petur Slyne, sum tó ikki avvísir, at hann nokk einaferð fer uttan­lands aftur at seta búgv. – Mann slappar so væl av í teimum heitu londunum, har sólin skínur hvønn dag. Við mínum spontana lyndi kann tað væl vera, at eg fari burtur aftur, sig­ur Petur Slyne um lokkandi suður­ londini. – Kanska fari eg til okkurt heilt ann­ að stað enn Mallorca. Tú veitst, »if you never try you never know...« mynd: álvur haraldsen Fakta Navn: Petur Slyne Aldur: 42 Bústaður: Tórshavn Sivilstatus: Konu og trý børn Starv: Eigari av 1xpetur (reklamuvirki)