Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 70 · 21. juni 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Happing og mannamunur eru ikki tvey ókend fyribrigdi fyri Petur Slyne. Pápi hansara er úr Gambia, og tískil er Petur Slyne myrkur í húðarliti. Og tað hevur hann merkt nógv til líka frá barni av. – Tá eg var lítil, vóru ikki nógv onnur við mínum húðarliti í Føroyum. Øll vistu meir ella minni, hvørji tey myrk­littu vóru, tí vit vóru so fá. Tað gjørdi, at eg fekk ofta nógv upp­merk­ semi, har eg var, tí eg var jú ikki sum hini í útsjónd. Og tað hoyrdi eg nógv fyri serliga í barna- og ung­dóms­árum, sigur Petur Slyne. Tað, at hann hevur upplivað at verið happaður orsakað av húðarlitinum, hevur í stóran mun ávirkað kreativa havnar­mannin. Eisini soleiðis sum hann er í dag. – Av tí eg arbeiði innan kreativu vinn­una, eri eg javnan frammi í fjøl­ miðl­um og eri viðhvørt eisini noyddur til tað, men fyri at siga sum er, so dámar mær einki væl at vera í fokus. Tað stavar heilt víst frá, at eg serliga sum barn vakti ans millum fólk, av tí at eg var myrkur. Tú kanst siga, at eg havi roynt hatta har við at fáa nógv uppmerksemi, og tí tími eg tað ikki serliga væl í dag, sigur Petur Slyne. Samstundis sum hann álvarsamur greiðir frá, at honum ikki dámar at traðka fram, hevur hann eis­ini hug at flenna og sigur: – Nú tá eg hugsi um tað, so havi eg verið ólukksáliga nógv frammi, men eg meini tað veruliga, eg havi tað best við at vera diskret og meira í bak­ grundini. Kendi seg einsamallan Petur Slyne er uppvaksin hjá ommuni og abbanum í Tórshavn. Pápan hevur hann ongantíð havt samband við, og mamma hansara hevur búð í Danmark, so leingi hann minnist. Tey hava tó øll árini havt samband við hvønn annan. Hóast hann hevur havt ein góðan og tryggan uppvøkstur hjá ommuni og abbanum, dylir hann ikki fyri, at hann hevur saknað at hava eina mammu og pápa eins og onnur børn hava. – Onkursvegna hevur tað gjørt, at eg altíð havi viljað klárað meg sjálvan. Kanska tí eg havi havt eina kenslu av, at tað havi eg verið noyddur til, av tí eg ikki havi havt eina mammu og pápa, sigur Petur Slyne. Eygnabráið vísir, at hann ikki tekur synd í sær sjálvum. Hann hevur sjálvsálit. – Soleiðis var tað bara, staðfestir Petur Slyne. Tá hann minnist aftur á barna- og ung­dómsárini, heldur hann, at tað var ein tíð, sum upp á mangar mátar var av­bjóðandi fyri seg. – Eg var annarleiðis, av tí at eg búði hjá ommu og abba og ikki hjá eini mammu og pápa, sum øll hini børnini gjørdu. Harafturat var eg myrkur, og at vera myrkur tá í tíðini var ein stór av­bjóð­ing, tí eg kendi meg rættiliga einsa­mallan, greiðir Petur Slyne frá og leggur afturat: – Tíbetur hevði eg ommu og abba og eisini góð vinfólk rundan um meg, men allíkavæl, so minnist eg væl kensluna av einsemi, fortelur Petur Slyne og blídliga andlitið gerst meira álvarsamt. Rasistisk róp Ein stóran part av ungdómsárunum var Petur Slyne fastur leikari á besta manns­liðnum hjá fótbóltsfelagnum HB. Ser­liga á grøna vøllinum merkti hann, at hansara húðarlitur var annarleiðis enn hjá hinum. – Tá eg hugsi um tað, so er tað fyrst og fremst í fótbóltshøpi, at eg havi upplivað rassismu. Serliga ringt var tað, tá vit fóru út um Havnina at spæla dystir, sigur Petur Slyne og minnist aftur á rópini frá áskoðarunum. – Tað var als ikki óvanligt, at ákoða­ rar­nir róptu ymiskt rasistiskt eftir mær. Eg tók mær tað ikki nær, men tað var eitt sindur løgið og irriterandi at skula hoyra uppá, fortelur Petur Slyne. Ikki bara áskoðararnir komu við rasist­iskum rópum. – Spælararnir søgdu eisini okkurt við meg, men tað legði eg yvirhøvur einki í. Undir einum dysti eru menn heitir, og tá kann okkurt koma út, sum einki høpi er í, og sum leikararnir heldur ikki meina í veruleikanum, sigur Petur Slyne. Ímeðan smílir hann eitt sindur skeivt, og so verður hann aftur meira álvarsamur. – Eg havi annars fingið nógv slík róp, tá eg havi verið í býnum, men eg havi altíð hugsað og uggað meg við, at persónarnir, sum rópa eftir mær, hava nógv størri trupulleikar enn eg, tá tey ganga og rópa soleiðis eftir øðrum, for­ telur Petur Slyne. Tolerant týpa Rasistisku viðmerkingarnar og rópini hava ongantíð veruliga rinið við havnar­mannin. – Sjálvandi ger tað okkurt við ein, men tað er ikki soleiðis, at eg havi ging­ið í dagavís og hugsa um, at onkur hevur rópt okkurt rasistiskt eftir mær, yvir­høvur ikki, sigur Petur Slyne. Sum vaksin hevur hann eisini upplivað rasismu. – Tað kemur fyri, at onkur sigur okk­urt, sum er heldur rasistiskt, men eg tími ikki at gera stórt hóvasták burtur úr slíkum útsagnum, sigur Petur Slyne, eg kendi meg einsamallan – Eg havi mangan upplivað rassismu, og eg vil siga, at tað var ein avbjóðing at vaksa upp í Føroyum sum littur. Soleiðis sigur 42 ára gamli Petur Slyne, sum heldur, at upplivingarnar í barna- og ungdómsárunum hava hjálpt sær at handfara lívið sum vaksin