hósdagur 20. juni 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 70 · 21. juni 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Make Up Artist í Make Up Store.
Hvat er tað besta við starvinum?
At eg sleppi at vera kreativ og skapandi,
møti nýggjum vøkrum andlitum hvønn dag,
sum eg sleppi at gera enn og vakrari.
Hvat ger teg í góðum lag?
Fyrst og fremst at øll míni kæru, tað er familja
og vinir, hava tað gott, síðani at møta og
síggja nøgdar kundar í Make up Store.
A ella B-menniskja?
Uttan iva eitt stórt B-menniskja.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Av tí eg sjálv eri nokkso klossut, haldi eg tað vera
sera imponerandi og flott at síggja skoytuprinsessur
á ísinum, hvussu tær so lættar og elegantar fara við
fullari ferð, mala runt, upp í luftina og so framvegis.
Eisini dámar mær væl fimleik, altíð flott at síggja.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mær dámar so at siga allan tónleik, tó
lurti eg mest eftir poptónleiki. Mær dámar
sera væl nýggju fløguna hjá »Byrta«.
Hvussu eru tínir
matvanar?
Eg eti púra vanligt
og varierandi, tó
royni eg at eta
grønt og grovt.
Eg eti nógvan
fisk og eti nógvar
títtar máltíðir. Men
sjokolátan hevur
eisini stórt pláss
í mínum hjarta –
eg meini búki.
Hvør er tín fyrimynd?
Míni deiligu, trúføstu foreldur.
Hvat gert tú í frítíðini?
Hetta árið havi eg verið í í barnsburðarfarloyvi,
so eg havi havt nokkso nógva frítíð. Her havi eg
hugnað mær, trillað barnavogn, gingið túrar, verið í
mammubólk, babybio og tílíkt. Men annars elski eg
at vera saman við mínari familju, hugna mær saman
við vinkonum, ganga túr ella bara slappa av í sofuni.
Hvat fert tú at gera í summar?
Eg havi mega nógv at gera í summar, vit lata
nýggju vakurleikastovuna »Stjørnuskotið« upp við
síðuna av Make Up Store, so her verður nógv tíð
brúkt til tað. Annars fer summarið við at hampa
um húsini og vera saman við familjuni. Kanska
verður farið onkra útferð her í Føroyum.
Hvør er tín lívrættur?
Stokt ræst kjøt við rótfruktum.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Nú eg havi verið í farloyvi, dámar mær sera væl um
morgnarnar at síggja Go'Morgen Danmark á TV2.
Eftir at hava arbeitt sum Make up artistur á TV2,
verði eg altíð nostalgisk og glað, tá eg síggi ymiskar
sendingar í TV2. Annars hyggi eg sera lítið í sjónvarp.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Bíblian.
Enda setningin: Eg kundi hugsað mær, at...
...býurinTórshavn bleiv meira livandi og spennandi, betri
parkeringsmøguleikar í býnum, og at ferðaseðlarnir
út í heimin frá Føroyum vóru nógv nógv bíligari.
Úr mínum køksvindeyga síggi eg
tríggjar býlingsmyndir. Ein eitur
Figo, ein eitur Floy og ein eitur
Markus.
Rætt er kollgitt, eg síggi
tríggjar hundar har úti.
Figo er gráur, Floy er hvítur
ella okkurt, sum líkist hvítum, og
Markus, tann minsti av teimum
og sjálvandi tann, sum goyr mest,
er hvítur og brúnur.
Stuttligir at eygleiða. Teir hava
hvør sína persónligheit.
Markus er illsintur, so illsintur,
at onkur ræðist hann, hóast hann
er ikki størri enn eitt væl vaksið
noða.
Hann hevur hasa traditiónina,
sum lítlir hundar hava, standa og
goyggja út í tóman heim, fyrst í
eina ætt, so eina aðra. Men teir
ansa altíð væl eftir, at leiðin heim
er opin, so teir kunnu spela heim,
rópar onkur bø eftir teimum, ella
biður teir halda kjaft eina løtu.
Floy er gamal, og tað sæst
eisini. Hann kemur út nakrar
ferðir um dagin og um kvøldið.
Fer ikki so langt, men kannar
nærumhvørvið, snoddar og nýsir
alla tíðina. Rópar tú á hann,
brosar hann um alt sítt lítla
hundahøvd og kemur rennandi so
frægt hann orkar á sínum gomlu,
stuttu beinum. So glaður, hann er.
Floy er gamal, siga tey, øgiliga
gamal, 16 ár. Var hann eitt fólk,
er hann 112 ár. Tí eitt hundsár er
tað sama sum sjey ár hjá okkum
tvíbeintu heidnu hundum.
Figo er styggur. Hann fært tú
ikki samband við. Hann hevur
eisini so nógv annað at hugsa
um. Ræðist kettur millum annað.
Noyðist tí alla tíð at vera á varð
haldi, tí kettur eru eisini har úti
millum lonirnar. Fírir tó ikki
fyri at goyggja eftir nógv størri
hundum, tá hann veit, at teir eru
bundnir.
Markus ræðist ongan, sum
ikki er nærri honum enn hundrað
metrar, og rýmingarleiðin er
opin.
Floy ræðist heldur ongan, men
tímir ikki altíð at vera sosialur.
Viðhvørt vil hann bara hava frið
á sínum stuttu kanningarferðum.
Og so eru tað hundarnir við
gomlu borgina í Skopje. Hundar,
sum eingin eigur, ella kanska
býurin eigur teir. Teir eru ein
býlingsmynd.
Teir lógu á bilplássinum og
góvu sær ikki far um øll fólkini,
hagar komu at síggja gomlu
steinarnar. Gamlir steinar eru
tað einasta, øll heimsins lond
hava at sýna ferðafólki, kirkjur,
tempul, moskur, borgir og
steinarnir í náttúruni, sum forna
byggivinnan ikki tók. Enn hava
vit nakrar eftir á Glyvursnesi.
Tíbetur var borgin afturlatin, tá
vit komu hagar, so tað blivu ikki
fleiri gamlir steinar til okkara
tann dagin.
Men hundarnir í Skopje, aftur
til teirra, tóku sær av løttum.
Onkur brúkti annan sum kodda,
har teir lógu á asfaltinum.
So, sum eitt torubrak uttan
ávaring frá snarljósi, rúka teir
teir á føtur og taka til beins eftir
bilplássinum, goyggjandi og
glepsandi, hvør óðari enn annar.
Hvat hendir? Jú, har yviri
koma tveir menn, hvør við
sínum heimahundi í bandi,
stórir hundar, men tað forðar
ikki heimleysu vegamótunum
og bastardunum at gera teimum
púra greitt, við goyggjandi
argumentum, at her hava teir
einki at gera. Hetta er teirra
øki og teirra heimland. Teir eru
komnir inn um mark.
Serliga tann eini, tann minsti
sjálvandi, svartur, er áleypandi og
hevur hug at bíta óbodnu gestir
nar í trýnið. Teir eru tó so væl
vandir, at teir glepsa ikki aftur.
Menninir við heimahund
unum halda leiðina fram, og
skjótt eru teir helst aftur uttan
fyri markið. Og fylgdarliðið
vendir við aftur at sova millum
turistarnar, sum teir ikki halda
vera nøkur hóttan.
Tað giti eg bara, tí, tíverri,
bussurin hjá okkum fór, so eg sá
ikki, hvussu hendan hundaøðin
annars endaði.
Tað einasta, sum, viðhvørt,
gongur upp í Føroyum, er baro
metrið.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Mirjam Reinert Olsen
lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Nostalgisk av
Go'Morgen Danmark
– Nú eg havi verið í farloyvi, dámar mær sera væl
um morgnarnar at síggja Go´morgen Danmark á TV2.
Eftir at hava arbeitt sum Make up artistur á TV2,
verði eg altíð nostalgisk og glað, tá eg síggi ymiskar
sendingar í TV2. Tað sigur Mirjam Reinert Olsen,
sum í næstum letur upp nýggja vakurleikastovu
Opið hundabræv