hósdagur 20. juni 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 70 · 21. juni 2013
8
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mána- og mikudagin komandi hevur
Dávur fyri fyrstu ferð solokonsert við
guitarspæli sínum. Tá hevur 17 ára
gamli hoyvíkingurin klassiskar guitar
konsertir í ávikavist Tjørnuvíkar Kirkju
og í Listasavninum í Havn.
Men eingin ivi man vera um, at
hetta verður so langt ífrá seinasti
møguleikin, sum vit fáa at hoyra
framúr evni hansara við guitarinum.
Um nakað, so er hetta ein møguleiki
at hoyra ein óslípaðan gimstein, sum
komandi árini skal menna talentið á
fremsta lærustovninum í ríkinum.
Klangurin fangaði
– Tónleikur og sangur hava altíð rúgvað
nógv heima hjá okkum. Guitarin hjá
pápa er ofta frammi, og tí var tað ikki
av leið, tá eg sum 10 ára gamal kom inn
á musikskúlan í Havn, sigur Dávur.
– Fram til tá hevði talan tó mest
verið um akkordir til felagssang, men á
musikskúlanum fekk eg veruliga áhuga
fyri klassiska guitarspælinum.
Hvat var tað, sum gjørdi hetta so
serligt?
– Tað er kanska trupult at seta orð
á, júst hvat tað var. Men klangurin í
hesum guitarspælinum er heilt serligur,
og tað fangaði meg av álvara, haldi eg.
Eisini kanst tú við einum guitar imitera
at kalla øll onnur instrumentir, og tí
kanst tú næstan framføra eina orkestur-
konsert – bara við guitarinum.
Útbúgving var málið
Og síðani hevur tað at kalla bert gingið
ein veg. Áhugin hjá Dáva fyri guitar
spælinum er ongan tíð kólnaður, og
framstig á tónleikaleiðini eru alla tíðina
gjørd. Eisini av tí meira formliga slag
num, tí umvegis musikskúlan hevur
hann tikið sonevndu Associated Board
próvtøkurnar. Hetta eru próvtøkur, sum
verða tiknar umvegis enskan skúla, og
við hesum hevur næmingurin pappír
upp á sítt hegni og sína vitan inn tón
leikin.
Associated Board er tó ein meira
grundleggjandi góðskutrygging innan
tónleikin. Sambært Wikipedia eru á leið
650.000 næmingar í 93 ymsum londum,
sum taka próvtøkuna á hvørjum ári, og
tí er tað at kalla sjálvsagt, at diplom av
hesum slag ikki av sjálvum sær gera
tónleikaran til úrmæling.
Men Dávur hevur nú heldur ikki
steðgað á við enska próvnum.
Í fleiri ár hevur dreymurin verið ein
yrkisútbúgving á tónleikakonserva
toriunum í Keypmannahavn, og nú er
eisini greitt, at hetta verður veruleiki.
– Eg havi fyrireikað meg til hetta
hampuliga leingi, og í januar skuldi
eg so til upptøkuroynd. Áður hevði eg
sjálvandi spælt fyri áhoyrarum, men
tað er als ikki tað sama, sum tá tú situr
til slíka roynd. Hetta eru jú yrkistón
leikarar, sum meta um hvønn smálut
í tí, sum verður spælt. Tí eru nervar
sjálvandi eisini partur av spælinum,
men eg haldi ikki, at hetta var nakað,
sum ávirkaði meg skeiva vegin. Í øllum
førum varð úrslitið, at eg varð upptikin
til skúlan, og tað eri eg sjálvandi fegin
um.
Vil liva av tónleikinum
Tá útbúgvingarkósin er sett, sum hon
er í hesum førinum, so er tað sjálvandi
innan tónleikin og guitarspælið, at
Dávur hevur hug at virka.
– Tað er tað sjálvandi, men næstu
árini verður tað fyrst og fremst útbúgv
ingin, sum verður á skránni. Vónin
er, at eg kann taka bæði bachelor og
kandidat-partin næstu fimm árini,
áðrenn enn ein yvirbygningurin kann
takst. Tá hevur tú veruliga prógv um, at
tú ert nóg góður sum yrkistónleikari, og
vónandi kann hetta gera, at eg við tíðini
kann liva av at spæla tónleik.
– Í øllum er hetta dreymurin, men
samstundis vita vit jú øll, at pengar
aloftast skulu til, um tú skalt liva, so
tað er helst eingin ivi um, at eg eisini
fari at royna meg sum tónleikalærari
til ta tíð, sigur Dávur.
Alt hetta liggur tó enn nøkur ár
frammi í tíðini. Her og nú ætlar Dávur
sær at siga Føroyum fyribils farvæl, og
tað ger hann altso við tveimum kon
sertum nú mána- og mikudagin.
Konsertirnar eru á leið trý korter
langar, og tónleikurin, sum verður
spældur hesaferð, er skrivaður av
Mauro Giuliani, J.S Bach, Fernando
Sor, Antonio Lauro, Luys de Narváez
og Villa Lobos. Av sonnum stór nøvn
innan tónlistina, men tó ikki nakað,
sum kann ræða ráa gimsteinin, sum
tykist búgva í Dáva.
17 ára gamal
Dávur Birgisson hevur enn ikki aldur til at taka koyrikort til bil. Men í
tónleikinum eru eingi aldursmørk, og longu nú stendur greitt, at hann byrjar
á tónleikakonserveratoriunum í Keypmannahavn eftir summarfrítíðina
úrmælingur