Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-20, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 70 · 21. juni 2013 10 VIKUSKIFTI michelin-matur í keypmannahavn Lion King í london Summarfrítíðin byrjar nú av álvara, og nógv fólk fara á ferð til útandið. Her eru nøkur viðmæli um, hvat kann upplivast í býum, sum tað úr Føroyum er lætt at ferðast til Grillhús í Reykjavík Tú fært ivaleyst av mati, og tað smakkar framúr væl. Akkurát nakað fyri ein føroying at vitja Grillmarkaðinn mitt í Reykjavík. Kokkarnir Hrefna Rósa Sætran og Guðlaugus P. Frímansson standa fyri matgerðini í grillhúsinum, sum er hugtakandi innrættað og hevur framúr góða tænastu. Lion King í London Sangleikurin The Lion King, sum verður spældur á Lyceum Theatre í London, er ein tann flottasti sangleikurin, ið nakrantíð er upp­ settur. Søgan byggir á kenda Disney-teknifilmin, og tónleikin hevur Elton John verið við til at gjørt. Sang­leikurin kann upplivast í enska høvuðs­staðnum í alt summar. Afternoon tea í London Bretar hava síðani 19. øld drukkið afternoon tea. Siðurin byrjaði millum tey valhavandi í 1800-talinum, men er framvegis væl umtóktur. Í London eru óteljandi møguleikar at fáa sær ein seinnapartstemunn, men viðmælast kannat gera tað ordiligt, um tú ætlar tær at royna afternoon tea. Vel eitt av fínu hotellunum ella klassisku testovunum til drekkamunnin. Til dømis The Orangery í Kensington. Mark Knofler í Barcelona Skotski tónleikarin Mark Knofler verður roknaður sum ein av dugna­ ligastu rockgittarspælunum yvir­ høvur, og harafturat dugir hann eisini framúr væl at skriva sangir. Bæði sum oddamaður í Dire Straits og sum solistur hevur hann skrivað nógvar góðar og kendar sangir. 25. juli ber til at hoyra hann spæla live í Barcelona. Sting í Tivoli Bretska superstjørnan Sting hevur verið virkin sum tónleikari í 35 ár. Hann hevur sum solistur og partur av bólkinum The Police selt einar 100 milliónir fløgur. Hann hevur sungið sangir um Every Breath You Take, Englishman In New York og Message In A Bottle, og teir verða uttan iva at hoyra í Tivoli í Keyp­mannahavn 13. juli. Michelin-matur í Keypmannahavn Danskarar áttu í nøkur ár heimsins bestu matstovu, NOMA á Norður­ atlantsbryggjuni, men tað eru eisini aðrar framúr góðar matstovur í Keypmannhavn, sum hava fingið Michelin viðurkenning, og har tað ber til at fáa eitt borð. Royn til dømis Den Røde Cottage, Kong Hans Kælder ella Relæ. Bon Jovi í Milano 29. juni fer Atlantsflog á fyrstu ferðina til italska stórbýin Milano. Sama kvøld hevur amerikanski rockbólkurin Bon Jovi konsert á San Siro leikvøllinum í býnum. Bon Jovi hevur stórsligið show og spælir eina langa røð av kendum rock­sangum, sum bólkurin hevur givið út seinastu 30 árini. Rihanna í Bergen Songkvinnan, sum er ættað av Barbados, hevur seinnu árini verið eitt av heilt stóru nøvnunum í altjóða popptónleiki, og í juli mánaði vitjar hon í Bergen – av øllum støðum. Konsert verður í tí, tey kalla Festningen, fríggjakvøldið 26. juli. upplivingar á ferðini sting í tivoli Mark Knofler í barcelona Grillhús í reykjavík lagt til rættis: Eyðun Klakstein