hósdagur 20. juni 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 70 · 21. juni 2013
11
VIKUSKIFTI
Føroyskur fiskur í Milano
Føroyingar útflyta stórar nøgdir av
saltfiski til suðureuropa, og fert tú
á matstovuna Il Ristorante Rigolo í
Milano, so ivast tú ikki í, at tú fært
føroyskan saltfisk. Ein av rættunum
á matarlepanum verður kallaður
Baccalà Vadhorn. Fiskurin, sum
verður borðreiddur á matstovuni, er
tilvirkaður á Vaðhorn á Strondum.
Harpa í Reykjavík
Harpa er arkitekturur í heimsflokki
– eitt monument fyri Ísland og
íslendsku tjóðina. Tú kanst støkka
inn á gólvið allan dagin og uppliva
húsið ella fáa tær ein kaffikopp.
Eisini ber til at fara til konsertir
og framsýningar, og eitt nú skulu
Dionne Warwick og Russel Brand
framføra í Harpuni seinni í ár.
Matmarknaður í Barcelona
La Boqueria er ein tann kendasti
matmarknaðurin í Europa. Í Boqueria
fæst allur hugsandi matur, og tað
er hugtakandi at ganga og mæla
millum millum mongu sølubásirnar,
sum selja alt frá skinku, fiski og
kjøti til góðgæti, kakur og frukt. La
Boqueria liggur mitt í Barcelona og
hevur inngongd frá La Rambla.
Lítla torg í Malmø
Úr Keypmannahavn er stuttur
teinur til Malmø í Svøríki, sum
er ein spennandi og livandi
býur. Á Lilla Torg ber til at njóta
ein kaffikopp og eygleiða fólk.
Fleiri av bestu og kendastu
matstovum og náttklubbum í
Malmø halda til á Lilla Torg.
Bestu pylsur í Reykjavík
Bæjarins Beztu Pylsur er ein
heimskendur pylsuvongur, sum
stendur á Tryggvagøtu í Reykjavík.
Pylsuvognurin lat upp í 1939, og
í 2006 valdi bretska blaðið The
Guardian pylsuvognin til tann besta
í Europa. Ein klassiskur hotdog frá
Bæjarins beztu – við dressinginum,
sum hevur loyniliga uppskrift
– er ein kulinarisk uppliving.
Seinasta kvøldmáltíðin í Milano
Í Santa Maria della Grazie kirkjuni í
Milano er eitt av heimsins kendastu
listarverkum – Seinasta kvøld
máltíðin hjá Leonardo da Vinci.
Verkið mundi verið oyðilagt undir
seinna heimsbardaga, men yvir
livdi tíbetur og kann nú upp
livast í kirkjuni. Minst til at bóka
tær eina tíð at síggja verkið.
Í juli vitjar Rihana í Bergen.
Konsert verður í Festningen,
fríggjakvøldið 26. juli
Rihanna í Bergen
Harpa í Reykjavík
Bon Jovi í milano
Matmarknaður í Barcelona
seinasta kvøldmáltíðin í milano