Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo TRÓNDUR SIGURÐSSON KJAK SÍÐA 26 Bumm­ gjald á Sundi Bjørt samuelsen Kjak síða 27 Gull­ egg til út­ lendingar Eingin ivi er um, at stórar av­bjóð­ ingar liggja í ferðavinnuni í Før­oy­ um. Sum tað sæst í reportasjuni í blað­num í dag, so vísa tøl frá Ferð­a­ ráð­num, at um 40.000 – 45.000 ferð­ a­fólk vitja Føryar um árið. Umframt hetta tal, so vitja yvir 50.000 cruise ferðafólk í Føroyum um ár­ið, og hetta talið er vaksandi. Spurningurin er so, um vit duga nóg væl at fáa pengar burtur úr hesi vinnu. Eyðvitað gera vit ikki tað. Sambært Kunningarstovuni í Havn, so er áhugin at koma til Før­ oya við cruiseskipum vaksandi. Tey siga eisini, at cruisevinnan ofta verður undirmett sum inn­tøku­ kelda, tí fokus bara verður hildið á, hvat tey ferðandi keypa í handlum og sølu­støðum. Eitt miðal ferðamannaskip, sum hevur 1.000 ferðandi, verður mett at geva einar 300.000 krónur í inn­tøk­ um. Um­framt handlar, matstovur og søvn eru cruiseskipini serliga ein inn­tøk­u­kelda hjá havnum, ag­ ent­um, buss­um, ferð­aleiðarum og øðr­um. So er spurningurin bara, um vit duga nóg væl at geva ferðafólkunum eina góða uppliving í Føroyum. Seinastu árini hevur mat­stovu­ vinn­an ment seg nógv. Stórur dent­ur verð­ur lagdur í ta føroysku mat­ment­anina, tær føroysku ráð­ vør­ur­nar, sum skulu vera so serliga góð­ar – ikki minst við okkara serliga ræsta matmentan tykist vekja áhuga. Í aðrar mátar kundu vit eisini gjørt meira burturúr við tiltøkum beinleiðis til ferðafólkið. Vit hava okkara serligu søgu, sum í mogun førum kann vera áhugaverd. Vit hava fleiri søgulig støð og bygningar, sum vit saktans kundu gjørt nógv meira burtur úr at víst fram – bein­ leið­is sum ein vinnuveg. Helst eru øll samd um, at ferða­ vinnan kann mennast til at gerast eitt nógv betri íkast til sam­fel­ags­ bú­skap­in. Men tað krevur so, at vit fáa enn fleiri fólk hendanvegin. Her eru sjálvandi tær a­v­mark­ ing­ar, sum eru, tá flutningsleiðirnar fyrst og fremst ganga umvegis Dan­ mark. Fyri tað um føroyingar ferðast ein á­vís­an veg út í verð, so er ikki vist, at fremm­andu ferðafólkini ynskja at ferðast sama veg. Tí er tað áhugavert, um nú okk­urt ev­ rop­iskt flogfelag skuldi funn­ið upp á at setta eina nýggja flog­rutu til Før­oya úr onkrum landi í Evropa. Best er sjálvandi, um hetta var úr øðr­um landi, enn Danmark, eitt nú Týsklandi, Holl­andi ella Framklandi. Tað hevði skapt møguleikar, sum vit ikki hava í dag. ferðafólk sum vinnuvegur Tað undrar kanska ikki, at ser­liga tingmenn á Skála­ fjørð­i­num og har um leiðir eru sera fegnir um ætlanina hjá Kára P. Højgaard um at lata eitt danskt felag byggja og fíggja – og eiga Skála­fjarð­ ar­tunnilin. Eisini løgmaður fegnast al­mik­ið um ætlanina, hóast al­samt fleiri av hasara parta­ monnum eru ivasamir. Á Facebook sigur løg­mað­ ur millum annað soleiðis: – Aksel hevur sagt fyri nøkr­um døg­um síðani at hend­an loysn­in gjørdist 800 mió dýrari, nú sigur Aksel hon er 3 mia dýrari? Endin verð­ur nokk, at øsingin forðar nøkr­ um tunli yvirhøvur okk­um so líkt. Tað er hugvekjandi, at lands­ins ovasti leiðari kemur til ta nið­ur­støðu, at tað er ein and­støðuleiðari, sum fær skapt so mikið stóra øs­ing, at verk­ætl­anin dettur nið­ur­ fyri. Er ætlanin so góð, sum Kári P. Højgaard vil verða við, so er jú einki problem, og so tolir avtalan og øll viðgerðin dagsins ljós. Men tað er so eftir øllum at døma ikki bara fólk í and­ støð­uni, sum ikki eru heilt álvu­l­ig við ætlanina. Í dag er sjón fyri søgn, at partamenn hjá løgmanni ikki eru so fegn­ir um mátan, sum Kári P. Højgaard og løgmaður vilja fíggja tunnilin. Bárður Nielsen mælir bein­leiðis til at bíða við at skriva undir, til fleiri við­kom­ andi spurn­ingar eru svaraðir. Hann held­ur, at vit eiga at um­hugsa eina heildarloysn fyri allar Føroyar. – Fram um alt er av­ger­ andi, at atlit verða tikin til all­ar Føroyar og føroyingar, áðr­enn ein bindandi mill­i­ard­ a­kon­trakt verður und­ir­skriv­ að, sig­ur Bárður Nielsen, sum vil hava hesar spurningar svar­að­ar: • Hvussu fáast aðrir kom­ andi undirsjóvartunlar at spæla sum best saman við Skála­fjarð­ar­tunlinum? • Eigur Suðuroyarleiðin (San­d­oy­ar­tunnilin og Suð­ur­ oy­ar­tunn­ilin) at verða hugs­ að inn í eina størri heild, har ið Skál­a­fjarðartunnilin er við í mynd­ini? • Skulu verandi tunn­ils­ felø­g (Vágatunnilin og Norð­ oy­a­tunn­ilin) takast upp í eina stóra og samanhangandi fram­tíð­ar­tryggj­aða heild­ar­ loysn? Sum Bárður Nielsen so skil­a­gott vísir á, so eru fleir av hesum spurningum ó­pop­ u­ler­ir at reisa nú, men tað held­ur hann tó ikki eigur at forða fyri, at teir verða tiknir upp. – Tað skylda vit pol­it­ik­a­rar verandi og komandi ætt­ar­lið­ um av føroyingum, sum skulu liva við teimum politisku og fíggj­ar­ligu avgerðum, ið nú skulu takast. Tað er jú tað, sum tað heila snýr seg um hjá poli­tik­ ar­um. – Tað er beinleiðis á­byrgd­ ar­leyst bara at lata »målet hel­li­ge midl­et«. Målet helliger midlet Løgtingsins umboðsmaður hev­ur viðgjørt eina klagu frá Kring­varpi Føroya um hand­far­ing­ina hjá Tórs­ havnar kommunu og Tvør­ oy­rar kommunu av inn­lit­s­ á­hei­t­a­num hjá Kringvarpi Før­oya í somu skjøl. Umboðsmaðurin við­ gjørdi m. a., hvørji skjøl eru fevnd av rættinum til inn­lit, 10 daga freistina í inn­lits­ lógini, á hvønn hátt inn­lit verður latið, og spurn­ingin um gjald fyri av­rit. Samanumtikið helt um­ boðs­mað­ur­in fleiri lið í hand­far­ing­ini virka sum forð­ingar fyri rætti klag­ar­ ans at fáa innlit í umbidnu skjøl­ini. Umboðsmaðurin vísti serliga á, at Tvøroyrar komm­una í fyrstu atløgu nokt­aði fyri yvirhøvur at hava nøkur skjøl at geva inn­lit í, og at kommunan, tá hon loksins váttaði at hava skjølini, bað klagaran venda sær til Tórshavnar komm­u­nu fyri at biðja um inn­lit, hóast kommunan hevði skyldu at viðgera áheitanina. Í handfaringini hjá Tórs­ havn­ar kommunu vísti um­boðs­mað­ur­in serliga á, at vant­andi skráseting av skjøl­um, sum kommunan mót­tók frá Tvøroyrar komm­unu, hevði við sær, at klagarin ongantíð fekk inn­lit í skjølini, umframt at um­boðs­mað­urin metti, at Tórs­havnar kommuna kundi havt avgreitt inn­lits­ á­heit­an­ina skjótari. Havnin og Tvøroyri drálaðu Ferðavinnan kann mennast til týðanid búskaparligt íkast