Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Arvurin hjá Doris Í bussi nummar 4, situr eis­ini 66-ára gamla Doris Her­mann. Doris er ikki von við at síggja sjógv, tí hon og maðurin eru úr Sveis. Tískil er ein cruiseferð í Norð­ur­ høvum eitt sjáldsamt upp­ livilsi fyri tey. Ferðin kostaði meira enn 30.000 kr. – Eg havi arvaða nakað av pengum og tí bar hetta til, sigur Doris blídliga, og greiðir frá at ferðin kostaði omanfyri 30.000 kr. Í okkara peningi. Tá Oddur hevur greitt frá um fólkatal, áseyðatal, munk­ ar í einbýli og óttaleysar fót­ bóltspinkulingar, sum bjóða Týsklandi av í september, kann Doris ikki bara sær: – Er tað ikki órógvandi fyri hetta lítla landið at fáa øll hesi skipini, fólkini og bussarnar inn á seg, spyr hon undrandi. Hóast hon sjálvur kemur úr einum lítlum landi, so tykjast Føroyar eftir øllum at døma ógvuliga smáar og við­ breknar í eygunum á Doris. ”Sehr dunkel” Fyrsti steðgurin á ferðini skal vera á víkiplássinum omanfyri Kvívík. Eitt so­kall­ að photo-stop, har gestirnir sleppa út bussinum at taka myndir. Á vegnum norður hevur Oddur hegnisliga vovið søgu og samfelagsupplýsingar sam­an við tað, sum hevur verið at sæð uttanfyri buss­ rútin. Tá sumbingurin Poul Jo­ hannes koyrir framvið ali­ ringarnar á Kaldbaksfirði koma upplýsingar um laks og alivinnu. Og við garðin á Oyrareingjum verður greitt frá landbúnaðinum. Gestirnir fáa at vita, at í Føroyum er seyðahald at kalla national­ sportur, og at sjálvt musikk­ lærarin í Fuglafirði, sum er pápabeiggi ferðaleiðaran, hevur fimm seyðir. Søgurnar um seyð og seyðahald lyfta hýrin, nú tað sirmar á bussrútin. Og aftur verða fleiri myndir tiknar av nøkrum av teimum 70.000 áseyðunum í seyðaoyggj­un­ um. Tá bussurin nærkast Kví­ vík gránar, og komin til víki­ plássið er kjaftsvart í mjør­ka. – Sehr dunkel, letur í vinmanninum hjá Heinrich. Oddur og Poul Johannes noyðast at taka eina skjóta avgerð. Veðrið er ikki til nakra fotografering og Poul Johannes vendir stillisliga bussinum og koyrir oman til Kvívíkar, sum um einki var hent. Ferðafólkini kenna ikki skránna í smálutum, og tí veit eingin av at føroysku veðurgudarnir hava for­purr­ að eitt photo-stop á túri­ num. Sum Isle of Sky – Hetta minnir meg um Skotland, serliga Isle of Sky, letur í Liane Rudolph, tá ið vit standa í túninum í Kvívík, har bussurin er steðgaður til eitt wc-stopp. Oddur hevur greitt frá, at í Føroyum kann tað vera langt millum almennu wc´ni. Tí ræður um at brúka tað, sum er til taks. Liane, sum man vera í 60- unum, býr í Berlin, har hon arbeiðir við at leggja týska talu á filmar á fremm­anda­ máli. Sum ung var hon í Skot­ landi eitt longri tíðarskeið, har hon m.a. vitjaði kendu oynna útfyri skotsku vestur­ strondini. – Her er sjarmerandi, men eg má siga sum er, at eg hevði ikki kunna liva her alt mítt lív. Eg er meira eitt mið­ jarðarhavsfólk, smílist Liane, og og forklárar við einum skálkabrosi at Rudolph skal stavast á sama hátt sum navnið á heimskenda reins­ dýrinum hjá jólamanninum. Tað er slitið í. Tað sevjuta grøna grasið er vátt, og tær gulu søljurnar, sum tey hava fingið at vita eru tjóðarblóma føroyinga, lýsa upp í bønum. Frammanfyri almenna wc í Kvívík standa fólk tolin og bíða eftir at tað skal vera teirra tørn, meðan onnur ganga í bønum og taka myndir av flagtekjuni á barna­garðinum, ánni, seyði­ num og tjóðarblómuni. Klikk, klikk, sigur tað. Onkur hevur eisini áræði at royna seg á føroyskum, nú tey hava fingið at vita hvussu bygdin eitur. – Kvívííííík, tekur ein upp­ aftur, og dregur í´ið serliga langt út. Photo-stop Í Kvívík er ein stuttur steðgur og áhugin at fotografera bæði søljur, flagtekjur og mangt annað er stórur. Gestsins eyga Eitt, sum fremmand ferðafólk spyrja um er, hví tað er so vanligt við urtapottum í føroyskum vindeygum. Her hevur ein sveisari fingið eyga á eitt áhugavert vindeyga í Kirkjubø. Cruise – ferðavinna Fakta 52.000 cruise ferðafólk Sambært Ferðaráðnum vóru 52.300 cruise ferðafólk í Føroyum í 2012. Tey vóru við 49 skipum. Roknað verður við umleið somu tølum í ár. Fleiri enn onnur ferðafólk Tá talið á ferðafólkum verður gjørt upp verður cruiseturisman ikki tald við. Sambært Ferðaráðnum verður talið á vanligum ferðafólkum mett at verða millum 40.000 og 45.000 fólk. Talið á teimum, ið koma við cruiseskipunum er sostatt hægri. Av teimum 52.300 cruisefólkunum í fjør vóru 17.000 manning. Men av tí at manningin eisini fer í land verða tey eisini roknað upp í samlaða talið á cruiseferðandi, upplýsir Ferðaráðið. Í 2012 komu 43 av skipunum til Havnar, fimm til Klaksvíkar og eitt til Runavíkar. Eftir tjóðskapi komu tey flestu ferðandi úr ávíkavist Stórabretlandi (11.000), Týsklandi (10.600) og USA (7.000). Undirmett vinna Sambært Kunningarstovuni í Havn er áhugin fyri at koma til Føroya við cruiseskipum vaksandi. Sagt verður, at vinnan verður undirmett sum inntøkukelda, tí at ofta er bert fokus á hvat tey ferðandi keypa í handlunum og sølustøðum. Ein meðal ferðamannaskip, sum hevur 1.000 ferðandi, verður mett, at geva einar 300.000 kr. í inntøkum. Umframt handlar, matstovur og søvn eru cruiseskipini serliga ein inntøkukelda hjá havnum, agentum, bussum, ferðaleiðarum og incoming fyritøkum, upplý