mánadagur 24. juni 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Heini Holm, svarar ein
annar aftur við týskari dia
lekt, tá ið bussurin fer fram
við firmabilinum hjá mála
rameistaranum í Kvívík, og
setir kósina suðureftir.
Børkubøndi í
søkjaranum
Í Leynum ger sjafføurin úr
Sumba ein steðg, so at fólk
sleppa út at síggja laksa
trappurnar.
Oddur hevur greitt frá
hvussu laksurin kemur niðan
í áirnar um summarið og
hvussu fólk úr sílaveiðifelag
num hava spent fuglaræðarar
úr bláum plastikki tvørturum
Leynará fyri at verja laksin.
Fleiri ganga oman móti
trappunum og taka myndir.
Men tað sæst, at blómurnar í
bønum
hava
minst
líka
stóran áhuga.
– Knabenkraut, sigur Su
sanne Rødel, og siktar við
linsuni eftir einum reyðum
børkubónda, sum stendur
omanfyri landsvegin í Leyn
um. Klikk, sigur tað.
Hon er um 30-ára aldur og
er millum tey yngstu í bussi
num. Er í ferðalagi við manni
num,
verforeldrunum
og
mammu síni.
– Tað er deiligt og hugn
aligt at koma higar, tí hetta
er so nógv øðrvísi enn tað, vit
eru von við. Bæði náttúran
og søgan. Tað minnir eitt
sindur um Skotland, men tað
er eitt sindur kaldari enn vit
eru von við. Har heima eru
tað 37 hitastig í løtuni, smílist
Susanne, sum áður hevur
ferðast í Íslandi, Grønlandi,
Skotlandi og Russlandi.
Kalt Photo-stop
Í bussinum á veg til Kirkju
bøar greiðir Oddur frá ser
føroyskum fyribrygdum.
Um føroyingar, sum kun
nu fáa ES-pass, hóast Føroyar
eru uttanfyri ES. Sum inn
flyta olju í stórum nøgdum
til
ravmagnsframleiðslu,
hóast áirnar uttanfyri rútin
brúsa av orku. Um bilarnar,
sum eru so vanligur í hesum
lítla landi, at sjálvt nólsoy
ingar iki klára seg uttan. Og
tá, ið hann avdúkar, at í Havn
er ókeypis at koyra í bussi,
reagera gestirnir við bilsni og
einum ”voila”.
Onkur hevur hug at lata
eyguni aftur. Tey mongu inn
trykkini tera upp á kreftir
nar.
Á
Oyggjarvegnum
við
útsýni yvir Havnina er eitt
photo-stop.
Tað er illfýsið og rættuliga
kalt. Fólk kroka sum seyður
niðanfyri bussi, meðan tey
taka myndir. Tey litføgru
húsini í Havn gera inntrykk.
– Mær dámar væl at
ferðast og eri á ferð tvær
ferðir um árið. Tað góða við
hesi ferðini er, at mann fær
sæð so nógv ymiskt í senn
eftir so stuttari tíð, sigur
Liane úr Berlin. Hon fær tó
enn einaferð skotið inn, at
best dámar henni sól og
strendur,
áðrenn
hon
skundar sær inn aftur í tann
fjálga bussin.
Autentiskir føroyingar
Í Stokkastovuni í Kirkjubø
sita tey sum á nálum og
lurta, tá ið ferðaleiðarin og
nýklækti
søgufrøðingurin
førir tey aftur í miðøld.
Á søgusavninum, í rúmi
num við síðuna av, hevur ein
eldri maður sett seg á eina
kistu. Hann føldi seg illa til
passar, og hevur nú fingið ein
vatnsopa at styrkja seg við,
meðan Oddur sigur frá sjálvs
stýrisstríðnum hjá bónda
num, hinumegin veggin.
Í túnunum í Kirkjubø
fotografera tey í allar ættir.
Seyðurin er mælskur í dag,
og ein kona í reyðum regn
jakka fær ikki hildið sær.
– Mææ, bææ, svarar hon
teimum ferføttu.
Tá ið Oddur hevur verið í
Múrinum og greitt frá Er
lendi, bispi og katólskari tíð,
fer alt fylgið yvir í Mariu
kirkjuna, har ferðaleiðarin
við teimum musikalsku ætt
arbondunum at enda syngur
tjóðsangin á kórsgáttini og
endurgevur so á týskum.
– Ja, Gott segne die Färöer,
mein Land, umsetir hann.
Lógvabrestirnir
runga.
Hetta er ein persónlig upp
living, sum hugtekur.
– Tað er merkisvert, at tit
hava varðveitt tykkara sið
bundna livihátt, bæði pol
itiskt og vistfrøðiliga, sigur
Doris úr Sveis, áðrenn vit
fara inn aftur í bussin, sum
skal koyra okkum yvir aftur
til Havnar.
– Tit fara ikki upp í ES, og
hóast ES sigur tykkum, at tit
skulu gerast at drepa grind,
so halda tit fast við tykkara
rætt til ókommersiella hvala
veiði.
Hon heldur, at føroyingar
eru trúgvir móti sær sjálv
um.
Ikki so galið veður
Á veg til Havnar fer at
regna og á Velbastaðhálsi er
kjaftsvart.
– Tað, sum gjørdi størsta
inntrykkið í dag var nokk
seyðurin, smílist Susanne
Bødel, tá ið ferðalagið stendur
á molanum aftur, eftir eina
útferð, sum hevur vart fýra
tímar.
– Tað ber illa til at fáa eitt
intrykk av einum landi eftir
so stuttari tíð, men eg havi
varhugan av, at hettar er eitt
lítið land, har øll kenna
hvønn annan og har familja
hevur týdning. Og veðrið? Ja,
tað kundi verið verri, sigur
hon bjartskygd, og fer so upp
eftir landgongini umborð á
Delphin.
Ferðaleiðarin Oddur held
ur, at hóast teir noyddust at
leypa eini tvey photo-stop
um í dag, so var hetta tó ein
meðal hampa dagur í før
oyskari cruiseskipa-søgu.
Cruise – ferðavinna
Her er sjarmerandi,
men eg hevði ikki kunna
liva her alt mítt lív.
Liane Rudolph, úr Berlin
Søga
Múrurin í Kirkjubø er obligatoriskur á eini føroyaferð
Neyðugt stopp
Tað kann vera langt millum almennu wc´ni og her bíða tey tolin í Kvívík eftir tørni.
Stóra løtan
Ferðafólkini sita hugtikin og líða á meðan ferðaleiðarin Oddur
á Lakjuni syngur tjóðsangin í Mariukirkjuni.
Tjaldrið
kemur aftur
á hvørjum
árið. Tað
er sera
punktligt,
júst sum
týskar. Ein
pünktlicher
vogel.
Ferðaleiðarin
Oddur í bussinum