mánadagur 24. juni 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mugu møguliga
úr bygninginum
Politistar í Føroyum
verða sjúkir av at
fara til arbeiðis
ARBEIÐSUMHVØRVI Í spildurnýggju politistøðini í Havn, eru
umstøðurnar so vánaligar, at næstan allir politistar og øll
skrivstovufólk verða sjúk, hvønn einasta dag, tey fara til arbeiðis
Áki Bertholdsen
– Nú er tolið uppi og tað kann
koma tann dagur, tá ið vit
ikki vilja fara til arbeiðis.
Jan Poulsen er formaður
í Politistafelag Føroya og
hann sigur, at umstøðurnar,
politistarnir hava at arbeiða
undir, at hetta kann ikki
ganga longur.
Fyri
góðum
tveimum
árum síðani flutti politiið úr
gomlu politistøðini í Jónas
Broncksgøtu, tí har varð
blámusoppur.
Ístaðin varð flutt í spild
urnýtt hús Yviri við Strond.
Men tað var sum at fara
úr økuni í eldin.
– Vit høvdu hoyrt graml
um, at blámusoppur eisini er
í nýggju politistøðini, sigur
Jan Poulsen.
– Og tað vísti seg eisini
skjótt, at okkurt var galið, tí
fólk fóru at vísa sjúkutekin,
tá ið tey komu til arbeiðis.
Illa plágað
Síðani hevur tað bara vundið
upp á seg.
Og nú hevur Politista
felagið staðið fyri eini kann
ing, har 75 starvsfólk hjá
politiðnum eru spurd um
tey verða ótilpass, ella hava
sjúkutekn, tá ið tey eru til
arbeiðis.
Og
úrslitið
kemur
heilt óvart á formannin í
Politistafelagnum.
- Tað vísir seg, at av
teimum 75 fólkunum, sum
vórðu spurd, eru tað bara
fimm, sum siga, at tey merkja
einki.
Øll hini 70 fólkini hava
ampar í størri og minni mun,
hvørja ferð, tey eru til arb
eiðis.
– Hjá 10-12 starvsfólkum
er tað so álvarsligt, at tey
noyðast at taka heilivág
dagliga fyri at kunna vera til
arbeiðis.
Vanligu sjúkuteknini eru
høvuðpína, skriði í eygunum
og turr húð. Men nógv eru
eisini óvanliga troytt, hava
trupulleikar at miðsavna seg
um arbeiðið, hava kvalma og
hava
skriða
um
allan
kroppin.
Fleiri fáa sár ymsastaðni.
Eru tey burtur frá arbeiði
eina tíð, er alt í lagi, men so
títt og knapt, tey koma aftur,
bróta sárini upp aftur.
Somuleiðis eru nógv illa
fongd við krími, ella tey
missa málið í størri og minni
mun
Jan Poulsen sigur, at alt
hetta hevur eisini elvt til
fleiri sjúkrameldingar.
Sjálvur er hann illa plág
aður.
- Eg verði hásur og trongur
fyri bringuna, hvørja ferð fari
til arbeiðis. Tað rennur eisini
úr eygunum alla tíðina, eg
havi smá sár í eygnakrók
unum og skriða um allan
kroppin.
- Samstundis eri eg altíð
øgiliga troyttur og eftir eina
dagvakt er tað ikki fyrenn
nakað út á kvøldið, at eg
komi fyri meg aftur.
Tvær royndir
Jan Poulsen sigur, at tvær
royndir eru tiknar.
Sjálvur hevur hann ikki
sær úrslitið, men hann hevur
fingið at vita, at talan er um
blámusopp.
– Men vit hava eisini fing
ið at vita, at støðan er ikki
álvarslig og talan mest er ein
spurningur um reingerð og
um luftskifti.
Jan Poulsen sigur, at fyri
so vítt leggur hann heldur
ikki so nógv í úrslitini.
– Mesti mátistokkurin er
at tosa við starvsfólkið. Og
tað einasta, eg havi at halda
meg til, er, hvussu starvs
fólkið hevur tað, og tey hava
tað ikki gott.
– Og tað eru ikki nógvir
dagar í Føroyum, at tað ber
til at hava vindeyguni opin, tí
tað er so kalt og so nógvur
vindur.
Hann sigur, at royndir eru
aftur nú tiknar og hann vón
ar, at úrslitið kemur skjótt.
Men hann leggur afturat,
at slíkar arbeiðsumstøður,
ber ikki til at bjóða fólki.
– Tað ber heldur ikki til, at
fólk skulu noyðast at taka
heilivág fyri yvirhøvur at
kunna fara til arbeiðis.
– Ongin kann arbeiða í
einum húsið, sum ein verður
sjúkur av at vera í, so tað
kann koma hartil, at vit ikki
kunnu fara til arbeiðis í
hasum húsunum, sigur Jan
Poulsen.
Av teimum 75 fólk
unum, sum vórðu spurd,
eru tað bara fimm, sum
siga, at tey merkja einki
- Vísa royndirnar, at umstøðurnar
ikki eru til arbeiði, so mugu
politistarnir úr bygninginum, og
sleppa ikki inn aftur, fyrr enn
blámusoppurin er burtur. Tað
sigur Símun Hammer, sum er
eftirlitsmaður hjá
Arbeiðseftirlitinum
Rannvá G. Fossaberg
- Tað er alt annað enn
gott, at arbeitt verður í
einum umhvørvi, har
blámusoppur er. Fólkini
gerast ovurviðkvom, og
ofta kann ovurviðkvæm
ið versna, sum tíðin
gongur. Harafturat slep
pa fólkini ofta ikki av
aftur við trupulleikarnar
so sum andaneyð, skriða,
útbrot og slíkt, sum
stendst av blámusoppa
fongda arbeiðsumhvør
vinum,
sigur
Símun
Hammer frá Arbeiðs
eftirlitinum.
Hann sigur, at enn
hava teir ikki fingið boð
um, at blámusoppur er
staðfestur í bygningi
num, har politiið heldur
til, og tískil ger Arb
eiðseftirlitið einki við
málið í løtuni.
– Vit hava ikki sæð
úrslit av nøkrum kann
ingum enn. So skjótt
soppur er staðfestur,
fara vit at tala at, men
áðrenn tað, gera vit
einki, sigur Símun Ham
mer.
Hann vísir á, at tað er
mongdin av blámusoppi,
sum avger, um politist
arnir skulu úr bygn
inginum ella ikki.
- Til ber at arbeiða í
einum bygningi, har tað
er eitt lítið sindur av
soppi, men tá mongdin
fer upp um eitt ávíst
mark, so koma vit upp á
leikin,
greiðir
Símun
Hammer frá.
– Verður ein ávís
mongd av blámusoppi
staðfest í Strandarlon,
mugu politistarnir úr
bygninginum, til sopp
urin er burtur.
Aðrar orsøkir enn
Strandarlon
– Eg havi illgruna um, at
tað eru onnur høli enn
mín bygningur, ið eru
orsøk til, at politistarnir
dragast
við
ovurvið
kvæmi av ymsum slag.
Tað sigur útleigarin av
Strandarlon,
Gullak
Madsen
Eigarin av bygningi
num, har politiið húsast
nú, er Gullak Madsen,
sum eisini leigar út aðrar
bygningar
í
høvuðs
staðnum.
Hann sigur, at enn
ber ikki til at siga, um
blámusoppur er í Stran
darlon, har politistarnir
halda til.
– Kanningar blivu
gjørdar í seinastu viku,
men einki er staðfest
enn. Fyrst í komandi
mánaði vita vit meir,
sigur Gullak Madsen,
sum tó vísir á, at soppur
hevur verið í bygn
inginum.
– Soppur bleiv stað
festur í støðum uttan á
bygninginum, men tað
er alt blivið ornað. Eg
havi gjørt tað, eg kann,
við bygningin útvendiga.
Eg veit ikki, um poli
tistarnir
dragast
við
ovurviðkvæmi orsakað
av umbyggingini, sigur
Gullak Madsen.
Hann vísir á, at einki
er galið við inniluftini í
bygninginum.
– Kanning er gjørd av
inniluftini,
og
tann
kanningin prógvar, at
einki er galið við inni
luftini í bygninginum,
staðfestir Gullak Mad
sen.
Sambært honum eru
politistarnir illa fyri, av
øðrum
orsøkum
enn
blámusoppi á hansara
bygningi.
-
Politistarnir
siga
einki
um,
at
uniformarnir, teir brúka,
hanga í einum øðrum
húsi,
og
harafturat
venja politistarnir eisini
í einum øðrum høli. Eg
havi illgruna um, at tað
er haðani, teir fáa hetta
ovurviðkvæmi, sum teir
dragast við, sigur Gullak
Madsen, sum ilskast inn
á politistarnar.
- Eg haldi, at tað er
vánaligt av politinum at
koma fram við hesum,
tá eingin blámusoppur
er
staðfestur
inni
í
bygninginum enn. Tað er
djúpt undir beltistaðið.
Um hetta málið ikki
verður loyst skjótt, so
verða teir uppsagdir sum
leigarar, sigur Gullak
Madsen.