mánadagur 24. juni 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Politisk stýring av
pensjónspengum
- Tað er ørkymlandi, at politiski myndugleikin eftir øllum at døma tekur ein váða upp
á nakkan á føroyskum pensjónsuppsparingum, nú Skálafjarðartunnilin skal gerast
eftir PPP-leistinum. Tað sigur Jógvan Mørkøre, fyrrverandi formaður í Ognarfelagnum
LÍV, sum skýrir málið at vera politiska misnýtslu av Føroya Lívstrygging.
Jón Brian Hvidtfeldt
Føroya Lívstrygging fær eftir
øllum at døma ein týðandi
leiklut
í
samband
við
Skálafjarðartunnilin. LÍV var
sera virkið í samband við
upprunaligu, privatu ætlan
ina at gera Skálafjarðartunnil
og átti saman við Kaupthing
Banka
partafelagið,
sum
skuldi
standa
fyri
pro
jektinum.
Síðani P/F Skálafjarðar
tunnilin misti einkarættin og
harvið initiativið til privatu
tunnilsloysnina, hevur pri
vata partafelagið ligið stilt.
Men nú er røringur aftur
komin í.
Føroya Lívstrygging hev
ur keypt partabrøvini hjá Eik
Banka í P/F Skálafjarðar
tunnilin, og felagið hevur
somuleiðis sitið við borðið til
samráðingar millum Inn
lendismálaráðið og danska
felagið Copenhagen Infra
structure Partners.
Arbeiðið at einskilja Før
oya Lívstrygging er framvegis
ikki komið á mál, og harvið er
tað framvegis landsstýrið,
sum hevur fult tamarhald á
felagnum.
Gongdin
fær
Jógvan
Mørkøre at óttast. Jógvan
Mørkøre hevur í mong ár
verið formaður í Ognar
felagnum LÍV, sum er felagið
hjá øllum teimum, ið hava
sína eftirlønaruppsparing í
LÍV. Hann hevur somuleiðis
verður nevndarlimur í LÍV
frá 2006 til 2012. Í mai mánað
legði hann frá sær sum
formaður og varð tað gjørt
sum ein beinleiðis avleiðing
av handfaringini hjá lands
stýrinum í samband við
einskiljingina.
Politisk stýring
Jógvan
Mørkøre
heldur
gongdina vera eitt týðiligt
tekin um politiska stýring av
føroyskum pensjónspengum.
Hann setir spurnartekin við,
hví tað er ein góð røkt av
føroyskum pensjónspengum,
tá LÍV nú velir at keypa
helvtina
av
gamla
P/F
Skálafjarðartunnlinum frá
Eik Banka.
– Tá ið LÍV fer inn og
keypir Eik Banka út úr P/F
Skálafjarðartunlinum, so er
tað ikki fyri at kunna selja
einum donskum felag vit
anina í hesum felagnum, men
partur av eini størri avtalu,
har LÍV eisini inngongur við
lánum, møguliga kapitali,
metir Jógvan Mørkøre.
Og koblingin hóvar fyrr
verandi
formanninum
í
Ognarfelagnum lítið:
– Ein slík dispositión ber
boð um stýring úr Vinnu
málaráðnum. Talan er ikki
um eina vanliga dispositión
hjá óheftari nevnd, sum
handlar við ábyrgd mótvegis
tryggingartakaranum sum
eigara, sigur Jógvan Mørkøre
og leggur afturat, at sjálvandi
kundi eitt lán til tunnils
ætlanina verið eitt gott hug
skot, undir røttu fortreyt
unum.
Men tað er politiska stýr
ingin av Føroya Lívstrygging,
sum fær fyrrverandi for
mannin í Ognarfelagnum at
rópa varskó:
– LÍV skuldi sambært
viljanum hjá løgtinginum
verið leyst av Vinnumála
ráðnum, og felagið átti ikki at
kunnað
verið
brúkt
av
landsstýrinum sum amboð í
hesum skýmaskotspolitikki,
sigur Jógvan Mørkøre.
Sambært Jógvani Mørk
øre er aktuella málið við
Skálafjarðartunnlinum bara
seinasta dømi av fleiri, har
landsstýrið aktivt brúkar sítt
vald til at stýra pengunum í
Føroya Lívstrygging.
– Vit hava sæð hetta fyrr.
Bjargingin av Norrønu í 2008.
Stovnanin av Sp/f Fakfelag
sum keypara við trygd frá
Royndini, sum er íløgufelagið
hjá LÍV, sigur Jógvan Mørkøre
og heldur fram:
– Hetta hevur einki við
vanligan útbjóðingarpolitikk
at gera. Hvørki viðvíkjandi
søluni av LÍV seinasta árið, ei
heldur viðvíkjandi Skála
fjarðartunnlinum, har LÍV
nú verður misbrúkt.
Jógvan Mørkøre óttast, at
landskassaveðhaldið,
sum
almennu Føroyar longu hava
bundið seg til mótvegis
tryggingartakarum í LÍV, í
ringasta føri kann økjast við
aktiva leiklutinum hjá LÍV í
samband við Skálafjarðar
tunnilin.
– Hetta kann, um trygd
irnar ikki eru í lagi, leggjast
afturat landskassaveðhaldi
num, sigur Jógvan Mørkøre.
– Afturat hesum kemur, at
tað er stórur vandi fyri, at
talan ikki bert er um seks
milliónir krónur, men ivaleyst
tað dupulta, sum kann koma
at liggja sum deyð uppsparing
hjá
tryggingartakarunum
uttan nakað avkast, rennur
henda royndin seg eisini
fasta. Í ringasta føri hevur
nevndin blakað hesa upp
hædd í skarnið, verður henda
verkætlan av ongum, til
dømis um leiðin fyri tunnil
til Norðurøkið verður løgd
øðrvísi. Tá verður einki at
selja.
PPP-modellið
Sum tað liggur í kortinum
skal
Skálafjarðartunnilin
gerast eftir sonevnda PPP-
leistinum. PPP stendur fyri
Public Private Partnership.
Í mai mánað lótu Anders
Eldrup og Peter Schütze úr
hondum eina frágreiðing um
íløgur í infrakervi eftir PPP-
modellinum. Frágreiðingin er
skrivað fyri fimm av størstu
pensjónskassum í Danmark,
ATP, PFA, PKA, Sampensjon
og PensionDanmark. Frá
greiðingin nevnir ítøkiliga
Skálafjarðartunnilin
sum
eina verkætlan, ið landsstýrið
ætlar at fremja eftir PPP-
modellinum.
Jógvan Mørkøre er iva
samur um PPP-leistin:
– PPP er upprunaliga
knýtt at privatiseringspoli
tikkinum hjá Thatcher í
Bretlandi. So tað ideologiska
stríðið um hetta gongur
aftur, eftir sum ein fortreyt
fyri fígging frá privatum er,
at hesin partur kann tryggja
sær hægri rentu enn vanligt
við eini langtíðaravtalu. Fyri
tað almenna verður argu
mentið, at tað verður ikki so
skuldarbundið - og helst -
minni bundið at einum váða,
sigur Jógvan Mørkøre.
Hann vísir á, at tað er ein
orsøk til, at danskir pen
sjónskassar eru vorðnir ídnir
forsprákarar
fyri
PPP-
leistinum.
– Tað kemst av skrædli
num á partabrævamarknaði
num eftir 2008, og at avkastið
av alternativinum, sum er at
seta
pengarnar
í
stats
obligatiónir,
er
í
botni.
Avkastið liggur væl niðanfyri
tær garanteraðu rentur, sum
tað annars ekkaleyst hevur
verið arbeitt við í áratíggju,
og tí mugu pensjónskassarnir
tjena sínar pengar á annan
hátt, sigur Jógvan Mørkøre.
Út frá hesum sigur hann
seg
tí
skilja,
at
Føroya
Lívstrygging liggur framvið:
– Fyri føroyska pensjóns
uppsparing er tað sjálvandi
eisini áhugavert at kunna
sleppa upp í part við PPP-
leistinum. Helst í samstarvi
við onkran størri pensjóns
kassa
í
Danmark,
sigur
Jógvan Mørkøre.
Men hátturin, ið arbeitt
verður eftir, er skeivur, metir
Jógvan Mørkøre.
– Her er talan um, at
føroyskar pensjónir í LÍV
verða politiskt stýrdar inn í
Skálafjarðartunnilin.
Og
sjálvt um tað skuldi víst seg,
at tryggingartakararnir í LÍV
tá avtornar fáa ein fyrimun
av hesi íløguni, so kann man
venda tí við og siga, at
landsstýrið hevur tryggjað
hendan parti ein framíhjárætt
í mun til onnur. Og hvat er tá
vorðið av fría marknaðinum,
spyr Jógvan Mørkøre reto-
riskt.