mánadagur 24. juni 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tí má Skálafjarðartunnilin gerast nú
Reimund Langgaard
Tingmaður í
Sambandsflokkinum
Síðstu dagarnir hevur nógv
rok verið um Skálafjarðar
tunnilin, og eru tað serliga tey
neiligu, sum hava ført orðið
– sum so ofta fyrr. Sjálvur
haldi eg, at tað er eitt bragd
at hava funnið útlendingar,
sum vilja útbyggja føroyska
infrakervið
fyri
egnar
pengar; og eri eg tí ein av
teimum, sum var hjartans
fegin at hoyra tíðindini frá
landsstýrismanninum.
Vil
niðanfyri royna at greiða frá
hví.
Skulu vit gera ein
Skálafjarðartunnil?
Metingar vísa, at eini 4.000
akfør fara at koyra norð og
suður ígjøgnum tunnilin,
meðan eini 2.000 akfør fara
at koyra eystur og vestur
undir Skálafjørðin. Um vit í
miðal siga, at tað eru 2 fólk í
hvørjum akfari, og at hvørt
akfar sparir í meðal hálvan
tíma hvønn veg, so svarar
hetta til, at føroyingar samla
fara at spara 12.000 tímar um
dagin – ella áleið 4 milliónir
tímar um árið – í einum
akfari. Sostatt vil tunnilin
spara føroyingum eini 2.000
ársverk, sum antin kunnu
brúkast til at arbeiða meira
ella at hava meira tíð saman
við
familju
ella
frítíðar
ítrivum. Men tunnilin vil ikki
einans gagna teimum priva
tu persónunum, sum koyra
millum Suðurøkið og Norður
økið í Føroyum – hann vil
eisini hava sera positiva
ávirkan
á
effektivitetin
hjá bæði vinnulívinum og
tí almenna. Somuleiðis vil
tunnilin helst hava við sær
færri ferðsluóháp, minni slit
á vegirnar, áleið 3.000.000
færri litrar av brennievni inn
flutt og minni Co2 útlát.
Tá tunnilin er tikin í
brúk, verður hann sera góð
ur fyri føroyska samfelag
ið. Í uppskotið um Skála
fjarðartunnilin
frá
2007,
stóð m.a. hetta at lesa: “Sam
felagsbúskaparliga er fasta
sambandið helst besta ein
staka íløga innan infrakerv
ið, sum tað ber til at fremja
í dag. Kostnað-nyttu kann
ingar vísa, at sjálvt við
nýtslugjøldum gevur íløgan
eitt nyttuvirði fyri samfelag
ið, sum kann metast javnt við
uml. 2-2,5 milliardir kr. í nú
tíðarvirði, roknað yvir 30 ár.
Talan er bæði um sparda tíð
og brennievni, færri ferðslu
óhapp og minni slit á vegir
nar og akførini.”
Almennur ella
privatur?
Eg havi tosað við nógvar
politikkarar, sum greitt siga,
at tær almennu Føroyar ikki
kunnu byggja eina alterna
tiva farleið til Skálafjørðin
áðrenn tær byggja lívsæðr
ina til Sandoynna. Trúgvi,
at hesin hugburðurin hevur
við sær, at um tunnilin ikki
verður gjørdur av privatum,
so verður hann ikki gjørdur
tey næstu nógvu árini. Fekk
hetta staðfest í skrivligum
fyrispurningi
frá
Páll
á
Reynatúgvu tann 6. novem
bur í fjør, har hann sigur:
“Øllum kunnugt var lyftið
til sandoyingar og øll onnur,
sum búgva her á klettunum,
at næsti tunnilin, íverksettur
av landinum, skuldi vera
Sandoyartunnilin.
BankNordik bjóðaði seg í
2011 fram at fíggja ein almenn
an Skálafjarðartunnil, um
allir 3 tunnlarnir vóru lagdir
í eitt felag, og um norðingar
og vágafólk hildu áfram við
at gjalda tunnilsgjøld eftir at
teirra tunnlar vóru útgoldnir.
Hetta hevði sjálvsagt ver
ið ein møgulig loysn hjá tí
almenna at byggja Skála
fjarðartunnilin, men eg trúg
vi ikki, at tað nakrantíð fæst
politiskur meiriluti fyri upp
skotinum.
Skal landskassin
garantera
minimumsferðslu?
Eitt av punktunum, sum skilti
Landsstýrið og P/F Skálafjarð
artunnilin á sinni, var at P/F
Skálafjarðartunnilin kravdi
at landskassin skuldi garan
tera eina minimumsferðslu.
Hetta er eitt vanligt krav, sum
verður sett, tá privat feløg
skulu fíggja útbyggingar av
einum landi. Hetta krav merk
ir, at um tað gongur væl, so
fær felagið vinningin, men
um tað koyra ov fá akfør
gjøgnum tunnilin, so tekur
Landskassin váðan. Eg hevði
gjørt upp við meg sjálvan,
at um landsstýrismaðurin
legði eina tílika verkætlan
fyri Løgtingið, so skuldi eg
arbeitt ímóti, at hon bleiv
samtykt. Tað er mín sannfør
ing, at um eitt privat felag
skal hava vinningin, so skal
tað eisini taka váðan – og
sáttmálin, sum vónandi verð
ur undirskrivaður 27. juni,
leggur eisini upp fyri hes
um.
Fær privata felagið
tryggja 9,8% avkast?
Tað hevur verið ført fram av
fleiri, at privata felagið hevur
fingið tryggja sær eitt minsta
avkast á 9,8% um árið í 30
ár. Hetta havi eg spurt bæði
landsstýrismann og umsiting
um, og fingið váttan fyri, at
tað ikki er so. Skuldi tað hent,
at felagið antin einki avkast
hevur ella enntá hevur undir
skot, so er tað bara spell, og
ein váði sum felagið má taka
á seg. Tó hevur hetta við sær,
at felagið fær longt tíðar
skeiðið, sum tað eigur tunnil
in, frá 30 árum til í mesta
lagi 50 ár. Hendir tað, at
felagið frammhaldandi hev
ur undirskot í longda tíðar
skeiðnum, skal tað kortini
geva
landinum
tunnilin
ókeypis eftir 50 árum. Sostatt
hevur landið ikki tryggjað
felagnum nakað minsta av
kast. Hinvegin hevur landið
sett eitt hægstamark fyri av
kast, sum felagið kann tjena.
Um verkæltlanin vísir seg til
at verða so góð, sum anstøð
an ger hana til, skal felagið
ókeypis geva tunnillin til
landið fyrr enn ætla – t.d.
eftir 20-25 árum.
Kostnaðurin fyri
gjøgnumkoyringina
Av tí at talan er um eina
alternativa farleið, verður
kostnaðurin fyri gjøgnum
koyring í kapping við hina
farleiðina, og má hann tískil
altíð verða kappingarførur.
Tá eg skal at koyra úr Leirvík
til Havnar, komi eg nokk at
spara einar 25 minuttir í tíð
og einar 30 krónur í bensini
– um eg skal gjalda 40 krónur
hvønn veg, so velji eg helst
altíð tunnilin, men um eg skal
gjalda eitt nú 70 kr hvønn
veg, so velji eg bert tunnilin
tá eg havi skund ella tá veðrið
er ringt. Lat meg staðfesta,
at tað bert eru brúkararnir,
sum koma at gjalda tunnilin
aftur til privata felagið. Um
onkur ikki brúkar tunnilin,
skal viðkomandi heldur ikki
gjalda fyri hann.
Er verkætlanin
uttan váða fyri
íleggjararnar?
Um vit siga, at felagið skal
lána 1 milliard krónur til
tunnilsgerðina, og at tað
skal gjalda 7% í rentu fyri at
fáa eina fastfrysta annuitets
rentu í 30 ár, skal felagið ár
liga gjalda áleið 86 milliónir
í rentum og avdráttum. Lat
okkum síðan meta, at felagið
kemur at brúka áleið 30 mió
árliga í rakstri av tunnlinum,
fyrisiting, innkrevjing og
trygging. So skal felagið hava
eina árliga inntøku á einar
116 milliónir krónur, áðrenn
felagið fær yvirskot. Um vit
siga, at bilarnir í meðal at
gjalda 40 krónur hvønn veg
in, krevur verkætlanin áleið
4.000 bilar hvønn dag hvønn
veg, bert fyri dekka sínar út
reiðslur.
Vegna skjótu farleiðina og
vegna manglandi parkerings
møguleikar í Havn, kann tað
henda, at buss-sambandið
millum Klaksvík og Tórshavn
verður sera gott, og at fleiri
av pendlarunum fara at nýta
hendan møguleikan – eisini
hetta er ein váði, sum privata
felagið má taka.
Avleiddar inntøkur
Um vit siga, at verkætlanin
kostar 1,2 milliardir at byggja,
verða áleið 400 milliónir krón
ur útgoldnar í lønum, sum
skulu gjalda skatt í Føroyum
– havi fingið at vita, at arbeitt
verður fyri at fáa so nógv
ar føroyingar til verka sum
tilber. Afturat hesum verð
ur sjálvsagt nógvur annar
avleiddur vinningur av eini
íløgu í landinum uppá meir
enn 1 milliard krónur. Og
um felagið kemur at hava
yvirskot av síni íløgu, hvat eg
bæði vænti og vóni, kemur
tað sjálvsagt at gjalda parta
felagsskatt í Føroyum.
Niðurstøða
Hóast eg vísi á, at Skálafjarð
artunnilin ikki er uttan váða,
so trúgvi eg, at íløgan helst
kemur at geva eitt avkast,
og er hetta eisini grundin til,
at eitt privat felag er sinnað
at gera íløguna. Eg kann tí
persónliga gott taka undir við,
at tað almenna ger tunnillin,
og at hesin síðani er við til at
fíggja framtíðar útbyggingar
– so sum Sandoyartunnillin.
Men hetta krevur, at vit fáa
ein politiskan meiriluta fyri,
at Skálafjørðurin skal hava
tvær farleiðir til Havnar, áður
enn vit geva sandoyingum
sín tunnil – og at hetta verður
gjørt beinanvegin. Um vit
ikki fáa hann gjørdan heilt
skjótt, kunnu vit eins væl
lata danir byggja hann fyri
okkum, fyri síðan at fáa hann
ókeypis frá teimum seinni.
Einastu vinnararnir við at
einki hendir, eru oljufeløgini,
sum fáa teir pengarnar, sum
privata tunnilsfelagið annars
hevði fingið. Av teimum 25
feløgunum, sum blivu spurd
um tey ynsktu at byggja og
reka
Skálafjarðartunnilin,
var bert eitt teirra áhugað í
hesum. Um vit nú ikki taka av
hesum tilboðnum og seinni
finna útav, at vit heldur
ikki vilja byggja tunnilin við
skattgjaldarans pengum, so
kann skjótt henda, at vit lata
henda fantastiska møguleik
an gleppa okkum av hondum.
Sjálvur vóni eg ikki, at tað
eydnast andstøðuni at sabo
tera hesari verkætlanini, sum
kann hava eitt nyttuvirðið
fyri samfelagið á meir enn 2
milliardir krónur.