Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi F øroyingar hava síðani 1930-árini havt stóran áhuga fyri fótbólti. Í 1930-árunum bar til at síggja ein film um Arsenal í biografinum í Havn, og tað skapti tann fyrsta stóra áhugan fyri enskum fótbólti í Føroyum. Mongu bretsku hermennirnir, sum vóru her undir krígnum øktu um áhugan, og hesi mongu árini er talið bara vaksið av teimum, sum fylgja við í enskum fótbólti, og líkt er ikki til, at talið fer at minka í bræði. Tað er ikki ov nógv sagt, at tað ber til at deila føroysku Premier League upp í tríggjar triðingar. Ein triðingur heldur við Liverpool, ein triðingur heldur við Manchester United, og ein triðingur heldur við hinum liðunum í Onglandi. Tað sæst tó ikki væl aftur, at tað eru so mong á pappírunum, sum halda við Manchester United. Tað liggur í kortunum, at eitt lið við Manchester United legendum, sum Clayton Blackmore, David May, Andy Cole og Dwight Yorke kemur til Føroya týsdagin 28. august at spæla ein dyst ímóti føroyskum fótbóltsspælarum, sum halda við Manchester United. Seinni um kvøldið verður so eitt gallakvøld við Manchester United legendunum í Dansifrøi. Men tað er her ketan leypir av. Ein skuldi trúð, at við teimum mongu Manchester United viðhaldsfólkunum, sum eru í Føroyum, at tað fór at eydnast tí arbeiðssama fyriskiparanum, Ebba Kristinni Thomsen at hava eitt útselt gallakvøld, men so er ikki. Øll tey mongu, sum rópa seg at verða Manchester United fjepparar traðka ikki í karakter. Sama kann ikki sigast um føroysku Liverpool-fjeppararnar, sum hóast mótgongd á stigatalvuni ikki hava havt nakran trupuleika at fulltekna eitt gallakvøld við Liverpool- legendum, sum hava vitjað í Føroyum. Øll tey mongu, sum sita á sofuni frammanfyri sjónvarpsskíggjan og telduna, og »rópa« á Manchester United prógva ikki sítt virði, tá á stendur, og nú kann úrslitið gerast, at dysturin og gallakvøldið við Manchester United legendunum verður avlýst. Tey eru mong í tali, men møta ikki upp, tá brúk er fyri teimum. Evstamark at tekna seg til gallakvøldið er 1. juli, so teir mongu Manchester United fjeppararnir hava eina viku til at prógva, at undirritaði fer skeivur í tí, sum skrivað er her. Manchester United hevur ikki nógvar fjepparar kortini! www.ab.fo: Síðani nýggja dystarklokkan, ella máltalvan, var sett upp á Blue Water Arena 1. juni, hevur EFFOliðið hjá AB vunnið allar sínar heimadystir. Kanska máltalvan hevur hepni við sær? :-) www.b36.fo: Benjamin rann beina leið móti áskoðarunum, tá hann hevði stútað bóltin í netið til 2-1 eftir standard-støðu, har hann bara aktaði boðum frá Símun Joensen. www.hb.fo: Vit vunnu okkum trý góð og uppiborðin stig, men løgið er tó at staðfesta at 07 Vestur liggur niðast í Effodeildini. Marginalarnir eru tó ikki á teirra síðu beint nú, og skulu teir aftur á slóðina, má okkurt avgerandi broytast. www.vikingur.fo: Klisjeðin um at vit muga koma upp á hestin aftur er byrja at verða sera útvatnað so kanska skulu vit bara siga “drívi á dreingir”. Spæla tit sum tit gjørdu fyrra hálvleik so koppa tit HB komandi dyst. www.if.fo: At Clayton var annar av málskorarunum í 2-1 sigrinum, er ikki so løgið, men heldur óvæntað var hin einasn 18 ára gamli Poul Mikkelsen, sum í dag var partur av aftasta skansanum saman við pápanum Jákup, ið vardi málið. Hóast einast 18 ár, hevur Poul víst sonn evni, sum bera boð um, at at hann hevur eina bjarta fótbólts framtíð. www.eb-streymur.fo: At vinna 4-3 eftir at vera afturút 1-3 kennist sum ein sera stórur sigur! KÍ hevði alt í sínum hondum í dag, men teir tóku ikki av møguleikanum, og so vóru teir revsaðir! www.nordlysid.fo: Móti endanum skoraði klaksvíkingurin Niels Pauli B. Danielsen avgerandi málið og tað var heldur ikki ímóti leikgongdini seinastu løtuna. www.tb.fo: TB fær ein rættuliga stóran málmøguleika løtu seinni. Hvussu Nicky megnaði at skalla bóltin á málverjan, tá hann var staddur á sjálvari mállinjuni er heimasíðuni ein sonn gáta. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Heri Simonsen Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Uni Holm Johannesen Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki: ■ Tak Morten Overtid (AB - TB) Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki til lands­dystin ímillum Føroyar og Eysturríki 15. oktober 2013 Felagsliðið úr Sundalagnum sleppur undan at fara longu og drúgvu ferðina til Armenia, tí í lutakastinum í Champions League undan­ um­farinum, sum var fyrra­ partin í dag, gjørdist greitt, at EB/Streymur skal spæla í móti FC Lusitans úr Andorra. EB/Streymur spælir fyrsta dystin á útivølli tann 2. juli, meðan heimadysturin verður eina viku seinni, tann 9. juli. Sostatt gjørdist talan um eitt fínt lutakast, tí ítróttarliga, fíggjarliga og landafrøðiliga hevði tað verið ein harður umgangur hjá EB/Streymi at trekt Shirak úr Armenia. Hesir skulu nú dystast við SP Tre Penne úr San Marino. Í sendingini 3. hálvleikur á Rás2 í gjár gjørdi Rúni Nolsøe, venjari hjá EB/Streymi, greitt, at hann nógv heldur sá, at EB/Streymur skuldi til lítla fjallalandið, sum liggur á markinum millum Spania og Frakland, heldur enn at skula longu leiðina til Armenia. rolant@sosialurin.fo Jóan Símun spældi fullan dyst Profilar takka fyri seg NSÍ-venjarin, Abraham Løkin, takkar nú fyri seg og fer til Noregs í arbeiðsørindum. B36-verjuleikarin, Martin Pedersen, takkar somuleiðis fyri seg og fer aftur til Danmarkar. Báðir hava teir sín seinasta dyst fríggjadagin. 17 ára gamli Benjamin Heine­ sen fekk sítt fyrsta mál fyri B36, og hann var sum vera man erpin. Hann segði, at hetta hevði hann droymt um síðani hann var piltur í B36. – Tað var heilt fantastiskt. Eg fekk boð um, at eg skuldi søkja málið. Vit fingu eitt innkast og Símun bað meg stilla meg aftanfyri hann. Hann stútaði bóltin víðari til mín, og so koyrdi eg hann í mál, segði Benjamin, sum ikki óttað­ist enn ein javnleik, tá ið NSÍ javnaði til 1-1. – Nei, als ikki. Vit vóru betri allan seinna hálvleik og høvdu bóltin fyri tað mesta. Vit vóru nógv vandamiklari enn teir, og eg visti, at vit kundu fáa mál, segði Benjamin eftir dystin. albinus@sosialurin.fo Benjamin: Havi droymt um hetta EB/Streymur til Andorra Jóan Símun Edmundsson spældi allar 90 minuttirnar, tá norska felagið hjá hon­ um, Viking Stavanger, um vikuskiftið tapti 2-1 fyri Aalesund í bestu deildini. André Danielsen gjørdist skaddur í upphitingini og so vóru boð eftir føroyska lands­ liðs­spælarum, sum í samrøðu við norkst blað hevur váttað, at hann umhugsaði at koma aftur til føroyskan fótbólt, tí hann ikki slapp framat í norska felagnum. Aalesund var á odda 2-1, áðrenn Viking megnaði at minka um munin, men tað bleiv ikki til meir enn tað. trondur@sosialurin.fo