Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Hjá toppliðnum HB var søgan tann sama, sum hon hevur verið tað mesta av árinum. HB vann 2-0 í Trongisvági. Í síðsta minuttinum undan steðginum setti Páll Holm Jacobsen hol á, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Jákup Slættalíð HB sigurin, ið ber við sær, at tað nú eru sjey stig frá HB og aftur til B68. Toftamenn høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ, og fyrstu løtuna gekk tað soleiðis, sum tey flestu ivaleyst mundu rokna við, at tað fór at gera. Hákup Edmundsson og Jóhannus Hansen løgdu B68 framum 2-0, men so svaraði KÍ aftur. Eli Simonsen, sum áður hevur spælt við B68, minkaði um munin miðskeiðis í 1. hálvleiki, og miðskeiðis í 2. hálvleiki svaraði KÍ orduliga aftur: unglingaspælararnir Tórur Justesen og Jákup Pauli Ziskason vendu 2-1 til 2-3, og Henry Heinesen økti um munin til 4-2, áðrenn B68 liðformaðurin Jóhan Dávur Højgaard fram ímóti dystarenda minkaði um munin, so úrslitið varð 3-4. Á Fjarðastevnu hevði Skála vitjan av B71. Stevnuhýrurin varð ikki verri av, at heimaliðið vann 3-0. Eftir eitt korter setti Karstin Justesen hol á, og tíðliga í 2. hálvleiki økti Edvin Jacobsen um munin, áðrenn Karstin Justesen staðfesti 3-0 sigurin, sum ber við sær, at Skála nú er á fimta plássi og trý stig frá týdningarmikla bronsuplássinum. FC Suðuroy bjóðar framvegis av. Hesa ferð gekk tað striltið í 1. hálvleiki, tá ið tað bara var Salmundur Bech, sum skoraði ímóti EB/Streymi, ið er hótt av niðurflyting. Tepra leiðslan helt sær, inntil tað var minni enn ein hálvur tími eftir, men so gekk skjótt: Jón Krosslá Poulsen og eitt sjálvmál bendu á heimasigur, og fram ímóti dystarenda staðfestu Teitur Tausen og Salmundur Bech rimmar 5-0 heimasigurin á Vágseiði. Ungu menninir í B36 vóru sera sannførandi, tá ið Víkingur vitjaði í Gundadali. 5-0 sigurin ber við sær, at árstalsfelagið heldur væl og virðiliga tørn um bronsuplássið. Aftur hesa ferð skoraði Tóki á Lofti hattrikk. Tað ber við sær, at hann higartil hevur skorað tólv mál í landskappingini, og at Tóki á Lofti nú er toppskjútti í 1. deild. Hini B36 málini skoraðu Rasmus Dan Sørensen, sum frammanundan hevði spælt í eina lítla løtu á besta liðnum, sum vann 3-1 á NSÍ, og hjálparvenjarin og veteranurin Milan Kuljic. Einasta Víkinga málið skoraði Gunnar Vatnhamar, tá ið hann minkaði um munin til 3-1 joannes@sosialurin.fo fótbóltur B68 kiksaði ímóti KÍ Mest óvæntaða úrslitið í 16. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini var, at B68 á heimavølli ikki megnaði at vinna úrtøku ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Tá ið bæði Skála og FC Suðuroy samstundis vunnu rudduligar heimasigrar, bar tað við sær, at munurin tódnaði millum liðini, sum kappast um at flyta upp 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB II 16 11 3 2 42 19 +23 36 2 B68 16 8 5 3 37 20 +17 29 3 B36 II 16 8 3 5 40 25 +15 27 4 KÍ II 16 8 2 6 33 26 +7 26 5 Skála 16 7 3 6 36 26 +10 24 6 FC Suðuroy 16 7 2 7 33 33 0 23 7 Víkingur II 16 7 1 8 29 29 0 2 8 B71 16 4 2 10 14 46 -32 14 9 EB/Streymur II 16 3 4 9 19 35 -16 13 10 TB II 16 4 1 11 17 41 -24 13 1. Deild kvinnur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 EBS/Skála 11 10 0 1 44 7 +37 30 2 KÍ 11 9 1 1 54 8 +46 28 3 HB 10 6 1 3 35 11 +24 19 4 B36 11 5 2 4 14 18 -4 17 5 ÍF 10 4 0 6 14 37 -23 12 6 Víkingur 11 1 1 9 3 47 -44 4 7 AB 12 0 1 11 3 39 -36 1 8 B68/NSÍ 0 0 0 0 0 0 0 0 Seinastu dagarnar hava fleiri dystir verið í bestu kvinnudeildini. Mikukvøldið 19. juni vóru tveir dystir, sum sambært skránni áttu at verið 6. juli, og í viku­skift­ inum vóru tríggir dystir. Burtursæð frá ÍF-HB, sum er á skránni 6. juli, so verður nú summarfrí fram til sunnu­ dagin 18. august. Í toppinum er støðan óbroytt. EBS/Skála er eftir ellivu umfør á odda við 30 stigum, og KÍ hevur 28 stig. Tað eru bara hesi bæði lið­ini, sum kappast um FM heitið. Burtursæð frá at KÍ her­ fyri ikki megnaði meiri enn javnleik í Gundadali ímóti B36, so hava úrslitini lagað seg soleiðis, sum tað kundi roknast við. KÍ vann miku­ kvøldið trilvaligan sigur á AB á útivølli, og EBS/Skála hevur vunnið á B36 á heimavølli og Víkingi á útivølli, uttan at nakað mál er farið ígjøgnum hjá oddaliðnum. Um tað næstu nógvu ferð­ ir­nar fer at laga seg soleiðis, sum tað higartil hevur gjørt, so er tað sannlíkt, at FM finalan verður í Klaksvík miku­dagin 11. september, tá ið EBS/Skála og KÍ bresta sam­an í Klaksvík. HB og B36 eru í tættari kapping um bronsuplássið, ÍF hevur næstan tryggjað sær fimta plássið, Víkingur er nummar seks, og AB eigur framvegis fyrsta sigurin til góða. Bíða eftir 11. september