Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Drekin við dreingjum er eftir sigurin á Skála favorittur at endurvinna FM heitið frá í fjør. Hagtølini siga, at tað oftast eru bátar í høvuðsstaðnum, sum vinna FM í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. Jallurin vann í 2011 og Blikur í 2010. Stevnuróðurin: Argjabáturin var einasti báturin, sum vann á Skála og ikki vann í Hvalvík. Veteranurin Høgni Jacobsen heldur, at teir høvdu ikki fingið armarnar niður aftur eftir sigurin á Norðoyastevnu, tá ið teir fóru á Sundalagsstevnu Jóannes Hansen Høvuðsstaðurin hevur al­tíð verið eitt av ídnastu kapp­ róðrarplássunum í landinum. Tað er lívskveikjandi summ­ ar­mynd at síggja kappróðrar­ bátarnar í ymsum litum og næstan allar tíðir á degnum at toga í árarnar á vánni og bæði rógvan seigan róður og spurta millum molarnar, inn og út av vágunum báðum og so aftur í støðirnar fram­ manfyri neystini hjá Argja Róðrarfelag, Róðrarfelagnum Knørri og í Álakeri, har Havnar Róðrarfelag í mong ár hevur hildið til. Sum oftast plaga feløgini í høvuðsstaðnum at vinna nógvar sigrar, og soleiðis var tað eisini á Fjarðastevnu á Skála leygardagin. Havnar Róðrarfelag er felagið, sum hevur vunnið flestar sigrar av øllum. Nú er longri millum sigrarnar hjá sigursvanda felagnum. Leyg­ ardagin vóru tað enn eina ferð dreingirnir á 5-manna­ farinum Drekanum, sum vardu Havnar Róðrarfelag. Fyrstlu løtuna fingu teir kapping frá Fípuni Føgru, Jallinum og Royndini Fríðu, sum vann á Norðoyastevnu, men tá ið málið var hálv­ rógvið, munaðu tøkini hjá havnardreingjum betri, enn tey gjørdu hjá øllum hinum, og sum bátarnir nærkaðust málinum, øktist munurin alt meiri, og á málinum var Drekin leysur av kapp­ing­ arneytunum. Um næstfremsta plássið var kappingin øgilig. Royndin Fríða, Jallurin og Fípan Fagra komu stavn um stavn skú­ mandi inn ímóti málinum. Jallurin var tann drúgvasti, og Royndin Fríða vann bronsuplássið frammanfyri Fípuna Føgru. Úrslitini bera við sær, at Drekin hevur lagt seg klárt á odda í FM kappini. Tað eru trý stig aftur til Royndina Fríðu, og frá vágsdreingjum eru tað tvey stig aftur til Jallin, sum aftur er eitt stig frammanfyri Fípuna Føgru. Kom óvart á Í Róðrarfelagnum Knørri er tað í summar tættari millum sigrarnar, enn tað er í nøkrum øðrum róðrarfelag. Kvinnurnar halda fram í somu øði, sum tær hava gjørt fyrr í summar og so mangan áður umborð á Jarnbardi. Hesa ferð var sigurin í kappingini millum 6-manna­ førini við kvinnum ikki so greiður, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar, men tað er einki at tosa um. Í staðin fyri tíggju sekund næstseinast, so var fjarstøðan aftur til næsta bátin hesa ferð níggju sekund. Og hesa ferð var næstfremsti báturin Herningur, sum Róðrarfelagið Knørrur eisini eigur. Tá ið menninir á Jarnbardi vunnu í Hvalvík, varð víst á, at hetta var fyrsta ferðin síðani á Jóansøku í 2005, at Jarnbardur við monnum vann. Nú er tað væl styttri millum sigrarnar. Bara eina viku eftir fyrsta sigurin í átta ár, endurtóku menninir á Jarnbardi leygardagin bragd­ ið. 20 ára gamli Dánjal Pauli í Búðini er bátsformaður á Jarnbardi. Teir eru allir mest sum javngamlir, og felags fyri hann og flestu av báts­fel­ øgunum er, at teir hava lítlar royndir í kappróðri, og teir høvdu als ikki roknað við, at Tað verður sektað um ov læ verður gingið um Jarnbardur við monnum hevur ongantíð vunnið FM í kappingini millum 6-mannafør, mannað við monnum. Í fjør vann Lómur av Argjum FM, í 2011 vann Riddarin úr Miðvági, í 2010 vann Páll Fangi úr Klaksvík og í 2009 vann Tvørabáturin.