mánadagur 24. juni 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
tað fór at ganga so væl, sum
tað higartil hevur gjørt.
– Hóast vit hava vant
nógv, so høvdu vit ikki
roknað við, at tað fór at
ganga so væl. Tá ið vit fóru á
Norðoyastevnu vónaðu vit,
at tað skuldi eydnast at vera
við í onkrari kapping. Tá ið
tað so vísti seg, at vit vóru
ikki so langt frá sigrinum, so
gav tað orduliga blóð á tonna,
og nú hava vit gjørt uppaftur
meiri við venjingina. Tølini
siga, at Jarnbardur við monn
um ongantíð hevur vunnið
FM og ongantíð hevur vunn
ið tríggjar róðrar í einum
kappingarári, so vit eru
ógvuliga motiveraðir at gera
upp
við
hagtølini,
sigur
Dánjal Pauli í Búðini.
Starturin hjá Jarnbardi
var ikki tann besti, og eitt nú
Gongurólvur, Tvørabáturin,
Strálan og Sølmundur bjóð
aðu seg fyrstu metrarnar
fram.
– Vit hava ongantíð verið
millum teir fremstu í starti
num, og inntil tað restaðu
400 metrar var tað javnt.
Men so fóru vit so spakuliga
frá hinum, og í endaspurti
num var tað eingin ivi um, at
vit vóru frammanfyri hinar,
sigur bátsformaðurin á Jarn
bardi.
Jarnbardur var eitt stórt
sekund undan Gongurólvi,
sum aftur var eitt stórt
sekund undan Sølmundi um
málstrikuna.
Tað er ikki komið fyri
síðani í 2004, at Jarnbardur
við monnum hevur vunnið
tveir róðrar á rað. Fyri níggju
árum síðani var Sundabáturin
stóri favoritturin, og teir í
Norðdepli og Hvannasundi
vunnu FM. Men Jarnbardur
var eisini væl fyri, og bæði á
Eystanstevnu og vikuna eftir
á Sundalagsstevnuni eydn
aðist tað 6-mannafarinum
við monnum hjá Róðrar
felagnum Knørri at vinna.
Síðani hevur Jarnbardur
við
monnum
ongantíð
vunnið tveir róðrar á rað.
Ikki fyrrenn síðstu vikuna.
Og hann er nú favorittur at
vinna á Jóansøku næsta
leygardag og at vinna FM
heitið,
sum
menninir
á
Jarnbardi
ongantíð
hava
vunnið, síðani tað í 1975 varð
farið undir FM kapping mill
um 6-mannafør við monn
um.
Lærdu av mistøkunum
Eftir at hava vunnið á Norð
oyastevnu, tapti Argjabáturin
á
Sundalagsstevnu
fyri
Miðvingi í kappingini millum
8-mannaførini.
Undan róðrinum á Skála
var spurningurin, um tað fór
at eydnast Miðvingi at vinna
aftur, ella um Argjabáturin
fór at lofta sær, eftir at
miðvingar settu argjamenn
upp á pláss í Hvalvík.
Longu undan róðrinum
var tað greitt, at tað ikki var
møguleiki fyri, at nakar
annar bátur skuldi vinna, tí
tað vóru bara hesir báðir
bátarnir við í kappingini
millum 8-mannaførini:
– Vit vóru nógv betri
fyrireikaðir undan róðrinum
á Skála, enn vit vóru, tá ið vit
fóru á Sundalagsstevnu. Nú
aftraná halda vit, at sigurin á
Norðoyastevnu
órógvaði
okkum. Ella sagt við øðrum
orðum, so høvdu vit ikki
fingið armarnar niður um
høvd aftur, tá ið vit fóru til
Hvalvíkar. Miðvingarnir eru
teir somu, sum vunnu allar
róðrarnar og harvið FM í fjør,
og teir eru ikki at spæla við.
So tað var einki at siga til, at
vit ikki vunnu í Hvalvík,
sigur Høgni Jacobsen, sum er
39 ára gamal og aldursforseti
á Argjabátinum.
Og havt var so øðrvísi
hesa ferð?
– Í Hvalvík vóru vit ikki
nøgdir við tempo. Í vikuni
vandu vit miðvíst fyri at fáa
hetta rættað, og avrikið á
Skála vísti, at tað eydnaðist.
Vit høvdu sett okkum fyri at
leggja okkum framum bein
anvegin, og tá ið tað eydnaðist
so væl, so varð alt munandi
lættari. Vit høvdu fult og
heilt tamarhald á støðuni
allar 2000 metrarnar, og vit
kendu tað ongantíð soleiðis,
at Miðvingur fór at hótta
okkum, sigur Høgni Jacobsen,
sum hevur róð í mong ár og í
fjør var millum teirra, ið
vunnu FM við 6-manna
farinum Lómi.
– Vit hava vant síðani á
nýggjárinum, og málið er at
taka FM heitið aftur, sum
Argjabáturin vann í 2011, men
sum Miðvingur so rudduliga
vann í fjør. Tá var Argja
báturin mannaður rættuliga
seint, og tí kom tað ongantíð
hartil, at tað bar til at hótta
miðvingar. Men í ár eru vit
sera fokuseraðir á, at tað skal
eydnast at vinna FM. Avrikið
í Hvalvík vísti, at tað skal
arbeiðast nógv og hart, um
vit skulu vinna. Megna vit
eisini tað næstu ferðirnar, so
hava vit gott mót. Um vit ikki
gera tað, so hava miðvingar
mint okkum á, at teir eru
klárir.
Argjabáturin er favorittur at vinna FM í
kappingini millum 8-mannaførini. Síðani 2000
hevur Argjabáturin vunnið FM fimm ferðir –
2000, 2004, 2009, 2010 og 2011.
Jarnbardur við kvinnum hevur vunnið FM ellivu ferðir,
síðani tað í 1983 varð farið undir kappingina um FM við
6-mannaførum, mannað við kvinnum – í 1991, 1992, 1993,
1997, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2007 og 2008.
ætt
m
Myndir: Álvur Haraldsen