mánadagur 24. juni 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Stevnuróðurin:
Í flestu róðrunum á Fjarðastevnu
vóru vinnaratíðirnar væl lakari,
enn tær hava verið tær tríggjar
undanfarnu ferðirnar, tá ið
tað hevur verið FM kappróður
á Fjarðastevnu á Skála
Jóannes Hansen
Í hesum próvtøkutíðum ber
ikki til annað enn at geva
fyrireikarunum av kapp
róðrinum á Fjarðastevnu á
Skála eitt klokkureint 13 tal!
Burtursæð frá á Ólavsøku,
tá ið róðrarteinurin bara
er góðar 900 metrar og á
deyðavatni ein stóran part av
stutta teininum, og kanska
onkra ferðina í Miðvági og í
Vági, har tað verður kappast
á deyðavatni innanfyri grót
kastini, so man tað ongantíð
vera komið fyri, at tað hevur
gingið so skjótt at avgreiða
róðrarnar, sum tað gjørdi á
Skála leygardagin.
Kappast var á 500 metr
um, 1000 metrum og 2000
metrum.
Líkindini
vóru
hampulig, tí veðrið dagarnar
upp undir vikuskiftið var so
framúr. Men umstøðurnar
á
Skálafjørðinum
hava
onkra ferðina verið betri, tí
høgættarlotið inn á stýri
borðsbógvin
var
tíðliga
seinnapartin ikki sørt, men
sum tað leið út á dagin mink
aði tað nógv og datt so mest
sum burtur.
Hóast tað varð kappast
á trimum teinum, og hóast
eitt lot, so gekk tað sum eftir
ánni at avgreiða kappingina
á
fyrimyndarligan
hátt.
Klokkuni restaði nøkur sek
und í trý, tá ið startskotið
brast fyri 5-mannaførunum
við dreingjum, og tá ið
10-mannaførini
fóru
um
málið eftir tætta kapping á
2000 metrum, vísti klokkan
16.48.
Á
Skála
greiddu
tey
róðrarsetningin øllum øðrum
til fyridømi.
Erla skaraði framúr
Umstøðurnar
við
høgættarloti ímóti mundu
vera fremsta orsøkin til, at
vinnaratíðirnar vóru væl
lakari, enn tær hava verið
tær triggjar ferðirnar, tá ið
tað hevur verið kappast um
FM á Fjarðasetvnu á Skála.
Í flestu kappingunum stava
metini frá 2003, tá ið lotið var
undan og róðrarumstøðurnar
annars av teimum bestu.
Undantakið var gentu
báturin hjá fuglfirðingum.
Erla Kongsdóttir vann sann
førandi á Norðoyastevnu og
aftur á Sundalagsstevnu.
Á Fjarðastevnu var heldur
eingin ivi um, hvør var bestur
í hesi kappingini. Merkisvert
var tað, at Erla Kongsdóttir
setti met.
Bestu tíðina í genturóðr
inum á Skála átti undan
leygardegnum
Blikur
av
Argjum, sum í 2005 róði
teinin í tíðini 5.32.04. Leygar
dagin vann Erla Kongsdóttir
í stórum stíli og í mettíðini
5.31.08. FM favorittarnir úr
Fuglafirði róðu 1000 metra
teinin
eitt
lítið
sekund
skjótari, enn nakar áður
hevur megnað í hesi kapping
ini á Fjarðastevnu á Skála.
Sannførandi
Klaksvíkingur
Eingin ivi var um, at klaks
víkingar vóru stinnastir í
kappingini millum 10-manna
førini. Fyrsta partin av 2000
metra teininum royndu bæði
Suðuroyingur og Havnar
báturin at bjóða av, og báðir
hesir bátarnir høvdu onkra
løtuna stavnin frammanfyri
kappingarneytarnar.
Men tá ið teinurin var
hálvrógvin varð myndin alt
greiðari. Tað munaði betri
hjá Klaksvíkingi enn hjá
hinum báðum. Tá ið fimm
hundrað
metrar
restaðu,
gjørdi Suðuroyingur ordu
liga roynd fyri at vinna
bátslongdina
aftur,
sum
Klaksvíkingur hevði tikið.
Munurin minkaði eitt sindur,
men klaksvíkingarnir høvdu
stórt yvirskot, og fram ímóti
málinum sigldu teir orduliga
frá kappingarneytunum.
Hóast sigurin var sann
førandi, so var als ikki talan
um
bestu
vinnaratíðina.
Tríggjar ferðir áður hava
10-mannaførini
kappast
um FM á Fjarðastevnu á
Skála. Allar tríggjar ferðir
nar – í 2003, 2005 og 2009
– vann Eysturoyingur, og
allar tríggjar ferðirnar var
vinnaratíðin
hjá
Eystur
oyingi betri enn tíðin, sum
Klaksvíkingur
vann
við
leygardagin. Mettíðin stavar
frá fyri tíggju árum síðani.
Í 2003 var vinnaratíðin hjá
Eysturoyingi 9.15.03. Tíðin
hjá Klaksvíkingi leygardagin
var 9.37.07 ella meiri enn 22
sekund seinni enn vinnara
tíðin í 2003.
Felags fyri kappingina
millum 8-mannaførini og
6-mannaførini við monnum
var, at hetta var fyrstu ferð,
at tey róðu teinin á Skála –
8-mannaførini 2000 metrar
og 6-mannaførini við monn
um 1000 metrar.
Tryggir vinnarar
og vánaligar tíðir
Á Sundalagsstevnu var tað
um reppið, at kvinnurnar á
Havfrúnni ikki vunnu. Tær
hava annars vunnið allar
róðrarnar tvey tey seinastu
árini. Hesa ferð var eingin
ivi. Í Hvalvík var tað bara ein
stavnur millum Havfrúnna
og Falkin. Hesa ferð vant
Havfrúgvin burturúr kapp
ingarneytunum. Hinir fýra
bátarnir komu á mál mest
sum stavn um stavn, men teir
kappróður
Dreingirnir úr Miðvági vóru aftur leygardagin teir
stinnastu í barnakappingini. Beinta vann á Sundalagsstevnu
í Hvalvík, og Beinta vann aftur hesa ferð. Junkarin, sum vann
á Norðoyastevnu, var hesa ferð næstfremstur. Tað vóru
minni enn tvey sekund milum teir báðar fremstu bátarnar.
Genturnar á Fípuni Føgru vóru aftur hesa ferð stinnast. Tær
vunnu í Hvalvík, og tær vunnu aftur á Skála. Á Sundalagsstevnu var
Spógvin næstfremstur, og leygardagin var Títlingur nummar tvey. Tær
úr Klaksvík vóru bara skutin undan gentunum í Havnar Róðrarfelag.
Títlingur vann á Norðoyastevnu, tá ið Fípan Fagra varð nummar tvey.
Erla Kongsdóttir
var einasti bátur
sum setti met