Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 81 - 29. apríl 2004 Nr. 81 - 29. apríl 2004 3 Í næstum fer Knút Háberg Eysturstein at geva út eina solofløgu. Knút hevur spælt í bólkinum Gestir, sum vann Prix Føroyar kappingina. Hann hevur áður eisini spælt við Mary- gold og Mary’s baby. Fløguna hevur Knút arbeitt við og innspælt sam- an við vinmanninum Allani Tausen. Knút hevur tikið sær av sangi, gittarleiki og tangentum, meðan Allan hevur spælt bass og tikið sær av forritan. 10 løg verða á fløguni, og tey hevur Knút skrivað fimm tey seinastu árini. Tónleikurin fer at fevna um sveimandi rock, singer/ songwriter, atmosferiskan pop, post rock o.m.a. Hildið verður, at teimum, ið dáma gestir eisini fara at dáma hesa fløguna, hóast hon verður nakað øðrvísi enn tónleikurin hjá Gestir er. Hans Poulsen skal miksa fløguna, sum kemur út í summar. eys íslendsk fram- sýning á Norður- atlantsbryggjuni Fram til 27 juni verður ein øðrvísi framsýning at síggja á Bryggjuni í Keypmannahavn. Talan er um eitt íslandskt plátufelag, ið hevur havt bæði Bjork, Ham og The sugarcubes undir hond. Felagið eitur Smekk- leysa, ið umsett til enskt merkir Bad Taste Ltd. Hetta er eitt øðrvísi fe- lag, ið veruliga hevur markerað seg á altjóða pallinum, bæði fyri fan- tastisku framleiðslurnar, men ikki minst fyri at ganga ímóti tí pena, nossliga og góða stílin- um, sum hoyrir lista- heiminum til. Tey hava gingið á odda fyri at gera Bad Taste, modernaðan, og tað við góðari eydnu. Framsýningin á Bryggjuni vísir plancher, tónleikasjónbond og ymsik ting frá søgu fe- lagsins. Høvi er at síggja alla søguna, heilt frá teirra krúpandi byrjan og til tann stjørnustatus, sum felagið hevur í dag. Á listastevnuni sum verður í Føroyum í fyrst í august, fáa eisini føroy- ingar møguleika at síggja framsýningina, tí fyri- reikararnir hava fingið hana hendaveg. eys Búmerkja- kapping LFS, sum er Landsfelag Sløkkiliðsmanna, hevur skrivað út kapping um nýtt búmerki til felagið. Búmerkið skal vera einfalt og nýtilgt til mong og ymisk endamál, t.d. brævpappír, heima- síðuna o.m.a. LFS skal helst verða partur av bú- merkinum. Støddin skal vera A4 og búmerkið skal í mesta lagið vera í trimum litum og á hvítari bakgrund, eins og tað skal vera egn- að at prenta í svart/ hvítum.Tað skal eisini kunna minkast í stødd til umleið 1,5 x 1,5 cm., uttan at missa síni ser- eyðkenni. Tekningarnar skulu ikki vera signeraðar, men eitt eyðmerki skal setast aftanfyri á tekningini. Navn, bústaður og tlfnr. skal leggjast í ein bræv- bjálva, sum er hevur sama eyðmerki, sum tekningin. Øll kunnu vera við í kappingini. Tríggjar virð- islønir kunnu latast, 1. er á 5000 kr, 2. er á 2000 kr og triðja virðisløn er á 1000 kr. um dómsnevnd- in ikki heldur nakað upp- skot vera nýtiligt, verður eingin virðisløn latin. Uppskotini skulu vera Landsfelag Sløkkiliðs- manna í hendi innan 18 mai kl 12. eys Amnesty fingið nýggja nevnd Amnesty International Føroya Deild hevði aðal- fund hóskvøldið 15 apríl. Har var nýggj nevnd vald, og hon hevur skipað seg soleiðis: Annika Sølvará, for- kvinna, Áki Johansen, næstformaður, Erling Is- holm, kassameistari, Jette Hoydal, nevndar- limur og Katarina Peter- sen, nevndarlimur. Til- takslimir eru Hildur Paturson og Anna Maria Persson, sum eisini er skrivari felagsins. eys Sangkórið Glymur við nýggjari fløgu Mikudagin 28. apríl kemur nýggj fløga í handlarnar. Tað er sang- kórið Glymur, ið við samstarvi við Tutl, letur eina fløgu av hondum. Á fløguni eru 12 sangir, harav 4 eru nýinnspældir. Annars eru upptøkur ymsa staðni frá, m.a. eru nakrar gamlar upptøkur frá 1991, okkurt er upp- tikið í Álandi og okkurt er frá 10 ára haldinum í Norðurlandahúsinum. Fløgan verður útgivin í sambandi við, at kórið hevur 20 ára stovningar- dag. Sunleif Rasmussen stovnaði kórið í 1983. Í hesi 20 árini hevur kórið havt 7 kórleiðarar, tann sum stjórnar kórinum nú eitur Pauli Hansen. 20 ára hátíðarhaldið byrjaði 15. apríl, tá kórið fór til Hetlands at hava konsert í Lerwick. Hetta var ein konsert við bæði hetlendskum og føroysk- um sangi. Áhugin fyri konsertini var so stórur, at fólk stóðu í langari bíðirøð at tryggja sær pláss. Glymur sang so- statt fyri fullum sali í Hetlandi. Men føroyingar sleppa eisini at hoyra kórið. leygardagin 1. maj kl 16 verður konsert hildin í auluni í kommunuskúl- anum í Havn. Har verður eisini møguleiki at ogna sær nýggju fløguna. eys »Hoyvík í eina øld« kallast myndafram- sýning, sum H71 stuðlar skipa fyri á Torginum í SMS hesa vikuna FRAMSÝNING Tíðindaskriv Søgan hjá Hoyvíksbygd er aldargomul. Nú er Hoyvík eitt av størstu nýggju bú- staðarøkjunum í Føroyum, men fyri bert 200 árum síðan var bert ein býlingur í Hoyvík. Tað var býlingurin heimi á Garði, har ið bóndagarðurin var. Hesi valahús standa enn og eru nú umvæld og verða varð- veitt sum fornminnissavn. Í 1802 kom uppsitari at sita í einum øðrum húsum heimi á Garði, tá ið helmingurin av festinum varð tikin til fútagarð. Í 1830-árunum kom ein annar býlingur, uttan fyri Garðar, tá ið traðarmaður velti sær trøð her - Garða- trøðna. Nakað um somu tíð varð Hvítanes bygd. Hvíta- nes er tað, ið nevnt verður niðursetubygd. Í 1908 varð sanatoriið bygt í Niðastu Hoydølum. Fyrst Gamla Hús og síðan - í 1922 - Nýggja Hús. Í 1920-árun- um yvirtók royndarstøðin jørðina, ið hoyrdi til festið hjá fútagarðinum. Tá vórðu nýggj hús bygd til støðina heimi á Garði. Hesum hús- um húsast Føroya Forn- minnissavn nú í. Í 1975 flutti bóndagarð- urin niðan á Vatnaskarðar, har ið stórt lendi varð velt upp úr nýggjum eitt nú fyri at fáa høgligari og meiri nýmótans jarðarbrúk. Har er garðurin enn. Brot úr hesi áhugaverdu bygdarsøgu verða lýst við my n d a f r a m s ý n i n g i n i »Hoyvík í eina øld«, ið H 71-stuðlar skipa fyri í sambandi við at stórt tom- bola verður á torginum í SMS hósdagin, fríggja- dagin og leygardagin. Myndaframsýningin fevnir um nýggjar og gamlar myndir, og hon lýsir søguna hjá Hoyvík hesa seinastu øldina. Serliga er bygdin vaksin og broytt ótrúliga nógv seinastu 30 árini, eftir at farið varð undir at útstykkja hagan til grundstykki. - Hóast okkurt er, sum ikki er komið við, so er framsýningin sera viðfevnd og lýsir bygdina rættiliga væl. Framsýningin varð sýnd fram í 1999, og av teirri orsøk, at áhugin fyri henni var sera stórur, varð avgjørt at seta hana upp aftur. H71-stuðlar er felag, sum hjálpir til við ungdómsar- beiðinum hjá H71. Hóast felagið hevur nógvar trúgv- ar limir, so krevst nógvur peningur til at skipa ung- dómsarbeiðið, ikki minst nú tá ið møguleikarnir eru vorðnir nógv fleiri, eftir at nýggj ítróttahøll varð bygd - Hoyvíkshøllin - og eisini setur tað stór krøv, at talið á børnum og ungfólki, sum búgva í Hoyvík í dag, er stórt og alsamt vaksandi. Hetta er 5. ferð, at H71- stuðlar hava havt tombola í SMS, og áhugin fyri at lata vinningar hevur eins og hini árini verið góður. Til- takið hevur eisini hvørja ferð eydnast væl og hevur verið eitt gott ískoyti til raksturin í felagnum. Vinningarnir hesa ferð eru eisini góðir, eitt nú bæði veðratjógv, bori- maskinur, bøkur, gávukort umframt nógvir aðrir góðir vinningar av ymsum slag. Áhugaverd myndaframsýning um bygdarsøguna í Hoyvík Frá fríggjadegnum 30. apríl til sunnudagin 2. mai verð- ur eitt skeið hildið á Meia- rínum. Tað verða tveir av dugnaligastu listarmonnun- um innan ljós og scenografi í Íslandi, sum koma henda- veg at undirvísa. Snorri Freyr Hilmarsson er seno- graftur og Árni Baldvins- son er ljósmaður. Egi Dam úr leikfelagnum Grímu, fer at undirvísa í sjónleiki. Øll, ið eru áhugað kunnu koma; bæði roynd og óroynd. eys Máf skeið í pallmynd, ljóssetan og sjónleiki Nýggj føroysk fløga Mynd tikin í 1929 av ungfólki í hylinum við Rock All – sum er ein steinur í Hoydalsá Knút Háberg Eysturstein, kendur úr bólkinum Gestir, letur í summar nýggja fløgu av hondum Í næstum verður skeið fyri øll sjónleikaáhugað á Meiarínum mynd: máf Eiðis kommuna er í holt við gera fimm nýggj búplass í Korndalsbýlinum, sum er eldrasambýlið á Eiði. Korndalsbýlið varð bygt á sumri 1999, men partar av niðaru hæddini hava ikki verið í brúk. Tískil er ætlanin nú, at fimm nýggj búpláss skulu standa liðug skjótt, og meiningin er at taka tey í nýtslu einaferð í heyst. – Eg vænti, at hesi fimm nýggju búplássini koma at nøkta tørvin í nógv ár framyvir, sigur Anfinnur Kruse, sum er limur í kommunustýrinum á Eiði. Nýggju búplássini liggja um 200 fermetrar, og bað og wc er í øllum rúmunum. Nýggja íløgan kemur at kosta eina góða millión, og tað er kommunan, sum fíggjar alt. Eiðis kommuna valdi ikki at fara upp í felags- kommununa, sum er í Sundalagnum, men hóast tað tykist kommuna vera sera væl fyri fíggjarliga. Nýliga varð nýggj ítróttar- høll tikin í nýtslu, og fimt- an nýggjar útstykkingar eru á veg. Umframt hesar íløg- ur er eisini ein barnagarður skotin út í kortið. Allar íløgurnar eru goldnar við kontantum peningi, og Eið- is kommuna hevur onga skuld. el Meira pláss skal verða til ymisk tiltøk, tá Kvívíkar kirkja hevur okkurt tiltakið. Tískil eru tey í Kvívík farin undir útbyggingar, soleiðis at meira pláss verður til konfirmantar, konsertir, og onnur tílík stór tiltøk. Marjun Bæk, prestur í Kvívík, sigur, at fólk vænta sær onnur ting av kirkjuni, enn tey gjørdu fyrr. – Eg haldi, at tað eru onnur krøv í tíðini, sum vit royna at ganga á møti, so hvørt tey koma, sigur Marj- un Bæk, prestur. Sum skilst er útbyggingin eitt gamalt ynski, sum fólk við tilknýti til kirkjuna hava havt. – Tað er sjálvandi ein vón um, at hetta fer at økja um kirkjuliga virksemið. Men nú fáa vit so betri umstøð- ur, og so fáa vit at síggja, sigur Marjun Bæk, sum hevur verið prestur í Kvívík í eini 18 árini hkm Kirkjulig útbýgging í Kvívík Sambýlið á Eiði fær fleiri búpláss C M Y K 3 2