hósdagur 29. apríl 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 81 - 29. apríl 2004
Nr. 81 - 29. apríl 2004
5
– Ætlanin hjá løg-
manni tænir bara ein-
um endamáli og tað
er at taka verkfals-
rættin frá okkum.
Men verkfalsrættin
fara vit ikki at siga frá
okkum, sigur formað-
urin í Starvsmanna-
felagnum
STRANDFERÐSLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Løgmaður skal ikki vænta
sær stuðul frá Starvs-
mannafelagnum, nú hann
ætlar at finna eina skipan,
so at skipini hjá Strand-
ferðsluni ikki aftur verða
rakt av verkfalli.
Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður í Starvsmannafel-
agnum, ger púra greitt, at
tey fara ikki at siga verk-
falsrættin frá sær.
Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður í Starvsmannafel-
agnum, sigur, at royndin at
finna eina skipan, sum ger
siglingina hjá Strandferðsl-
uni óhefta av ósemjum á
arbeiðsmarknaðinum, hev-
ur púrt onki við umsorgan
fyri manningum á Strand-
ferðsluni at gera.
– Hetta hevur bara eittans
endamál. Og tað er at taka
verkfalsrættin frá okkum.
Tað er fyri at kunna stýra
øðrum viðurskiftum.
Og hann leggur dent á, at
Starvsmannafelagið
fer
ikki at siga verkfalsrættin
frá sær.
– Vit fara ikki at siga
verkfalsrættin frá okkum
fyri at leggja hann upp í
hendurnar
á
politiska
myndugleikanum at skalta
og valta við, sigur hann.
Samstundis undrar tað
hann, at tað júst skal vera
ein javnaðarløgmaður, sum
gongur á odda at leggja
slíkar hugsanir fyri dagin.
– Eg spyrji um hann í
hesum førum hugsar sum
javnaðarmaður og Føroya
Løgmaður, ella um hann
hgsar sum lokalpolitikari í
Suðuroy.
Gunnleivur Dalsgarð vís-
ir eisini á samrøðuna við
formannin í Maskinmeist-
arafelagnum í Sosialinum í
gjár.
– Tað er heilt týðiligt, at
Maskinmeistarafelagið
angrar, at taðgóðtók at gera
maskinmeistarararnar við
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni til tænastumenn. Tað
er eisini týðiligt, at felagið
kennir seg lumpað av
landsstýrinum. Men hetta
vísir bara aftur, hvussu
trupult tað er hjá fakfeløg-
unum yvirhøvur at hava álit
á politiska myndugleikan-
um, sigur formaðurin í
Starvsmannafelagnum.
Samstundis vísir hann á,
at í nógv ár hevur tann al-
menni politikkurin verið, at
vit skulu burtur frá tæn-
astumannaskipanini.
Tí undrar tað hann, at vit
nú skulu innføra eina tæn-
astumannaskipan á Strand-
ferðsluni.
– Men tað er altso bara
fyri at taka verkfalsrættin
frá okkum, endur tekur
hann.
Hava eisini ábyrgd
Hann sigur, at hann skilir
fullvæl
trupulleikarnar,
sum standast av verkføll-
um.
– Tað kann væl vera, at
verkføll mangan raka ávís
øki og ávísar bólkar ,sum
annars onki hava við verk-
fallið at gera.
–
Men
soleiðis
er
arbeiðsmarknaðurin
nú
einaferð innrættaður og tá
ið verkfall er, kemur steðg-
ur í samfelagið.
Samstundis vísir formað-
urin í Starvsmannafelagn-
um á, at tað eru altso ikki
bara fakfeløgini, sum hava
ábyrgdina
av
arbeiðs-
marknaðinum.
– Àbyrgdin av at viður-
skiftini á arbeiðsmarknað-
inum eru trygg, hvílur
sanniliga eisini á arbeiðs-
gevaranum. Tað er eisini
arbeiðsgevarin, sum hevur
skyldu at bera so ó bandi, at
sáttmálarnir eru nøktandi.
Gunnleivur
Dalsgarð
ávarar eisini Landsstýrið
ímóti at taka einvís stig á
hesum øki.
– Tað kann væl vera, at
leiðarin á lønardeildini í
Fíggjarmálaráðnum hevur
rætt í, at Landsstýrið nær
tað skal vera, kann gera
størvini til tænastufólk.
– Men ger landsstýrið
tað, er hetta tað sama sum
at gera seg inn á eitt øki,
sum er umfatað av sáttmál-
um, sum ikki eru tænastu-
mannastørv.
Og formaðurin í Starvs-
mannafelagnum sigur, at
tað er als ikki so einfalt at
gera seg inn á eitt , tí tað er
ikki vist, at fakfekløgini
fara at lata sær tað lynda
uttan víðari.
Starvsmannafelagið tungt
at dansa við hjá løgmanni
Í farnu viku segði Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, fyri
Sosialinum, at hann fór at
leggja stóran dent á at finna
eina skipan, so at skipini
hjá Strandferðsluni blivu
óheft
av
ósemjum
á
arbeiðsmarknaðinum.
Hann segði, at verkføllini
og hóttanirnar um verkføll,
sum javnan hanga oman-
yvir skipunum hjá Strand-
ferðsluni, eru eitt rættiliga
álvarsligt mál, serliga fyri
vinnulívið, sum ikki fær
virka, sum tað skal.
Tað eru heili fimm fak-
feløg, sum eru knýtt at
skipunum hjá Strandferðsl-
uni. Manningarnar eru lim-
ir í ávikavist Skipara- og
n a v i g a t ø r f e l a g n u m ,
Maskinmeistarafelagnum
og Starvsmannafelagnum.
Og teir, sum binda og loysa
Smyril í Trongisvági, eru
limir í Føroya Arbeiðarafel-
ag og teir, sum hava sama
arbeiði í Havn, eru limir í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag.
Hvørja ferð okkurt av
hesum fimm feløgunum
liggur í ósemju við arbeiðs-
gevaran, eru skipini hjá
Strandferðsluni hótt við at
verða løgd.
Jóannes Eidesgaard metti
hetta at vera størsta álvars-
mál í føroyskum politikki
beint nú og tí fór hann at
raðfesta arbeiðið rættiliga
frammaliga at finna eina
loysn, so at siglingin hjá
Strandferðsluni
verður
óheft
av
ósemjum
á
arbeiðsmarknaðinum.
Ein møguleiki, sum hev-
ur verið nevndur, er, at gera
tey, sum eru knýtt at sigl-
ingini til tænstufólk.
Men verða tey gjørd til
tænastufólk, missa tey sam-
stundis rættin til at fara í
verkfall og løgmaður gjørdi
eisini greitt, at ongin skipan
verður gjørd, sum fakfel-
øgini ikki kunnu taka undir
við.
Skipara- og navigatørfel-
agið er opið fyri møguleik-
anum. Nú felagið samrádd-
ust við Fíggjarmálaráðið
fyri 14 døgum síðani, bjóð-
aði tað sær enntá til at gera
skipararnar og stýrimenn-
in-ar til tænastumenn.
Fíggjarmálaráðið tók ikki
av.
Maskinmeistarafelagið er
meiri ivingarsamt. Felagið
hevur áður góðtikið, at
maskinmenninir hjá vaktar-
og
bjargingartænastuni
blivu tænastumenn, men
tað angrar felagið í dag.
Maskinmeistararnir føla
seg lumpaðar av landsstýr-
inum so tað stendur eftir, tí
teir siga, at síðani maskin-
menninir á Vaktar- og
Bjargingartænstuni blivu
tænastumenn, hevur lands-
stýrið ikki verið til at tosa
við um nakað sum helst,
sum hevur við teirra viður-
skifti at gera.
Tí fer Maskinmeistara-
felagið als ikki at góðtaka,
at
maskinmenninir
hjá
Strandferðsluni eisini verða
tænastumenn, í hvussu so
er ikki uttan so, at púra
greiðar reglur eru fyri,
hvussu viðurskiftini skulu
skipast.
Men sum tað sæst á
greinini á hesari síðuni,
ætlar Starvsmannafelagið,
sum er tað triðja, stóra fel-
agið á Strandferðsluni, sær
ikki at góðtaka, at missa
verkfalsrættin.
Thomas
Magnussen,
leiðari á Fìggjarmálaráðn-
um, segði við Sosialin í
gjár, at orsøkin til, at tilboð-
ið frá Skipara- og naviga-
tørfelagnum varð havnað,
var, at tað er onki endamál
at gera ein starvsbólk til
tænastufólk. Antin máttu
øll vera við, ella kundi tað
gera tað sama.
Hann segði eisini, at
starvsheitið var ikki ein
samráðingarspurningur, tí
landsstýrið kundi, nær tað
skal vera, gera størvini til
tænastumannastørv.
Veitsla fyri Tvørabátinum
Nú eru fimm ár síðani, at felagið Tvørabáturin í
Keyp-mannahavn, varð stovnað.
Ì tí sambandinum verður fimmárahald í ann-
aðkvøld, 30. apríl.
Veitslan verður í felagshúsinum á Vesterhavsvej í
Norðhavnini í Keypmannahavn
Ólavur á Heygum, oddamaður í felagnum, sigur, at
felagshúsið er nýliga innrættað við veitsluhøli á 1.
hædd, sum tey kalla Uppistova. Har ber til at
borðreiða til næstan 100 fólk.
À veitsluni í annaðkvøld fáa tey fyrst fiskasúpan,
har bótin er kalvi av flakavirkinum á Tvøroyri. Høv-
uðsrætturin er oksasteik við øllum góðum afturvið.
Undir borðhaldinum verður eisini eitt mentan-
artiltak, sum ongantíð hevur verið framført fyrr.
Men hvat tað er, verður ikki avdúkað, fyrrenn undir
sjálvum borðhaldinum.
Annars hevur felagið Tvørabáturin eisini fingið
tónleikaútbúnað, sum klubburin, »Cairo« í Keyp-
mannahavn hevur goldið ein part av. Kairo er klubb-
ur, sum vágbingurin, Danjál Thorsteinsson, eigur og
útbúnaðurin skal brúkast til dans og onnur ment-
anartiltøk.
Umframt alt hettar, fara tey eisini at selja lutaseðlar.
Peningurin, sum kemur inn, skal brúkast til at keypa
ein treylara og nýggjar árar til Tvørabátin.
Strandferðslan og verkføll:
Gongdin í málinum higartil
Smyril er tað skipið hjá Strandferðsluni, sum oftast er rakt av
verkfalli. Tað skilir Starvsmannafelagið, men tað er sanniliga
eisini arbeiðsgevarin, sum hevur ábyrgdina av tí, heldur
Starvsmannafelagið
Í Danmark finst eitt
nýtt telduforrit, sum
kallast Helsevagten.
Hetta forritið kunnu
øll nýta, um tey hava
hug at betra um sína
heilsustøðu, stýra
vektina og tryggja, at
ein fær røttu nøgdina
av føðsluevnum. Ein
nýmótans spegil, lýsir
danskur lækni tað
HEILSA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tað er ongin ivi um, at fólk
verða alt meiri og meiri til-
vitað um teirra heilsustøðu
og livihátt í dag. Og føroy-
ingar eru somuleiðis alt
meiri tilvitaðir um hetta.
Og tað seinasta nýggja inn-
an hetta økið í Danmark er
eitt spildurnýtt telduforrit,
sum eitur Helsevagten, har
ein kann fylgja við sínari
heilsustøðu.
Helsevagten, sum upp-
runaliga stavar úr Svøríki,
kom fram í Danmark fyri
hálvum ári síðani ella so.
Forritið fekk ovurhonds-
stóra undirtøku beinanveg-
in bæði frá vanligum fólk-
um, professionellum brúk-
arum, stovnum og tí al-
menna.
Hugskotið er stórt sæð, at
ein kann leggja inn á for-
ritið, hvat ein etur, og
hvussu nógv ein íðkar. For-
ritið vísir síðani, hvussu ein
klárar seg í mun til ta ætl-
anina, sum ein leggur fyri
seg sjálvan.
Brúkarin fær við hesum
eina tilvitan, um hvat ein
ger rætt. Og hvat ein ger
skeivt í mun til heilsuna hjá
einum, vektina og ta vekt-
ina, sum ein hevur sett sær
sum mál.
Ein danskur lækni og
professari í kolestoroli,
Ulla Ischiel Træden. lýsir
hetta telduforritið, sum ein
nýmótans, tøkniligan speg-
il.
– Tá ein stendur framman
fyri einum spegili, og okk-
urt við hárinum til dømis
ikki liggur, sum tað skal, so
rættar ein tað. Tað er nakað
tað sama við hesum forrit-
inum. Tú tastar inn tað, sum
tú hevur etið, og so sært tú,
hvat er rætt ella skeivt, og
tú fært somuleiðis gjørt
okkurt við tað, sigur hon.
Óansæð um tað er fyri at
tapa seg, ella um ein ynskir
at taka eitt sindur uppá.
Telduforritið er brúkara-
vinarligt, og tað merkir, at
øll fáa nakað burturúr at
nýta tað.
Myndadømi, sum er víst
á síðuni, vísir, hvat ein hev-
ur etið til morgunmat. Síð-
ani koma stabbamyndir
upp, har eitt yvirlit er yvir,
hvat fyri vitaminir og
mineralir, ein hevur fingið í
morgunmatinum,
og
hvussu nógv einum tørvar
afturat hendan dagin av
teimum ymsu føðsluevnun-
um.
Tað eru neyvan øll, sum
vita, í hvørjum matvørum
øll føðsluevnini finnast,
men so er bara at trýsta á til
dømis B vitamin á myndini.
So kemur ein mynd upp,
har upplýsingarnir finnast.
Fýra stig
Helsevagten finst í fýra
ymiskum stigum. Helse-
vagten Standard, Plus og
eru ætlað privatbrúkarum,
meðan Helsevagten PRO er
ætlað teimum profession-
ellu brúkarunum, sum ráð-
geva øðrum til dømis lækn-
um,
starvsfólkið
innan
heilsuverkið, føðsluráðgev-
arum og persónligum venj-
arum.
Helsevagten er sum sagt
upprunaliga svenskt forrit,
sum er gjørt av einum pro-
fessara í evnafrøði við
tekniska Háskúlan í Stock-
hólmi í Svøríki. Forritið
kom fram í Svøríki í 1998,
og tað er í dag tað mest selj-
andi av sínum slagi.
Síðani 2002 hava Eva
Kucharski og sonur henn-
ara, Kaspar Vaala, arbeitt
við at gera eina danska út-
gávu av forritinum, og kom
tað út í oktober í fjør. Sum
sagt hevur móttøkan verið
avbera góð, og Eva sigur, at
nú eru tey byrjað at fáa
fyrispurningar úr Føroyum
eisini.
Tey hava bæði drúgvar
royndir á arbeiðsmarknað-
inum, hon sum sosialráð-
gevi og føðslukonsulentur.
Sonurin er útbúgvin á
Handilsháskúlanum
í
Keypmannahavn og hevur
arbeitt innan bankaheimin
bæði í New York og Lon-
don. Eisini hevur hann ar-
beitt sum leiðslu- og fyrisit-
ingarráðgevari í Danmark.
Bæði hava longi havt hug
til at byrja egna fyritøku, og
tað hava tey so gjørt nú.
– Vit hava fingið eina
flúgvandi byrjan innan fyri
eitt øki, sum má sigast at
vera sera viðkomandi í dag.
Kost, venjingar og týdning-
in av at liva eitt sunt lív, sig-
ur Eva Kucharski, sum hev-
ur fingið donsku útgávuna
av Helsvagten fram í Dan-
mark. Ein kann royna hetta
telduforritið ókeypis í eina
viku á heimasíðuni hjá
Helsevagten,
sum
er:
www.helsevagten.dk
Leygarkvøldið 1. mai
kl. 20.00 fer Martin
Joensen við
tónleikabólki at
framføra eitt úrval av
sangum sínum í
Atlantis í Klaksvík
KONSERT
Tíðindaskriv
Martin man vera best
kendur fyri løgini Ró og
Morgun, sum bæði javnan
eru at hoyra í loftmiðlun-
um.
Higartil eru 4 útgávur hjá
Martini komnar á marknað-
in: »Morgun« í 1985,
»Skuggagestir« (við mann-
ing úr sangleikinum við
sama heiti) í 1990, »Hált í
Støðum« 1995 og »Áraløg«
í 2002.
Tað verða serliga løg úr
hesum útgávum, ið vera at
hoyra leygarkvøldið. Men
eisini løg, sum Martin hev-
ur skrivað til onnur, millum
annað Vestmenn, eru á
skránni.
Martin er umboðaður við
fleiri enn tríati sangum í
Grønu Sangbók, umframt
tveimum í Songbók Føroya
Fólks.
Tónleikabókurin
hjá
Martini fevnir um væl
royndar kreftir í føroyska
tónleikaumhvørvinum.
Nevniliga Paula Magnuss-
en, sum leggur botn undir
við tryggum og skapandi
bassspæli, eminenta guitar-
leikaran Eyðun Mohr Han-
sen, og trummusnillingin úr
Sandoynni, Jónleif Jensen,
sum hevur lært mangan
vónarríkan ungling fyrstu
taktsløgini á rútmutrumm-
una og hi-hattin. Martin
spælir sjálvur akkustiskan
guitar og syngur.
Stutt sagt kunnu tey, ið
leita sær inn í Atlantis leyg-
arkvøldið vænta sær eina
akkustiska ferð gjøgnum
tónleikauniversið
hjá
Martini Joensen, har rúm er
fyri bæði friðarligu Morg-
un- balladunum, svingandi
Trýssunum og rokkandi
Svarta Ravninum.
Ein nýtmótans spegil
Her eru eitt dømi uppá, hvussu yvirlit kunnu síggja út á forritinum. Hendan vísir, hvat ein hevur etið gjøgnum dagin
Talva: www.helsevagten.dk
Uppgávu-
hefti
til Virkið
Føroya
Skúlabóka-
grunnur hevur givið út
uppgávuhefti
eftir
Heðin Samuelsen til
bókina Virkið. Heftið
er partur av røðini í
virkisbúskapi, sum er
ætlað til undirvísing í
handilsskúla og øðrum
miðnámsskúlum, men
eisini til sjálvlestur hjá
teimum, ið hava áhuga
fyri virkisbúskapi.
Virkið er fyrsta bók-
in í bókarøðini um
virkisbúskap á B stigi
eftir Olav Absalonsen
og Heðin Samuelsen.
Hinar tríggjar bøkurn-
ar í røðini eru Fyri-
skipan, Kostnaðarlæra
og Bókhald og árs-
roknskapur.
Uppgávuheftið
til
Virkið er 40 síður og
kostar 68,00 krónur.
Martin Joensen Band í Atlantis
Stór
leitingar-
ferð eftir
Nóa ørk
10 granskarar úr
USA og Turka-
landi ætla sær at
nýta ein mánaða á
hægsta fjalli
Turkalands, Ara-
rat, at leita eftir
ørkini hjá Nóa
RANNSÓKNAR-
FERÐ
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Í hitabylgjuni seinasta
summar, tiðnaðu fleiri
tons av Ísi á tindinum á
Ararat.
Síðani
tá,
hava
granskarar tikið mynd-
ir av 5 kilometur høga
fjallinum, og halda seg
hóma
okkurt,
sum
kundi líkst einum 150
metur longum skrokki.
Turkiska
stjórnin
hevur enn ikki góðkent
leitingina.
Seinastu
árini hevur tó borið til
at sloppið niðan á Ara-
rat, sum undir kalda
krígnum var stongt
fyri rannsóknarferð-
um.
– Vit ætla ikki at
taka nakað úr ørkini,
skuldi
tað
eydnast
okkum at funnið hana
– og um Gud vil –
sleppa tit øll at síggja
hana, sigur, Daniel P.
McGivern, leiðarin av
Shamrock the Trinity
Corporation of Hono-
lulu.
Kelda: Jyllands Posten
C
M
Y
K
5
4