Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 81 - 29. apríl 2004 Nr. 81 - 29. apríl 2004 7 Vildi ikki at landi Grindin, sum týs- morgunin varð funnin norður úr Viðoynni, var seint týskvøldið stødd langt norður úr Eiðisflógva, tá ið menn umsíðir gjørdu av at rýma frá henni GRIND Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Grindin, sum báturin, Skurðaklettur, tíðliga týsmorgunin fann einar sjey fjórðingar norður úr Viðoynni, vildi ikki at landi. Sýslumaðurin í Eyst- uroy, Kristian Martin Joensen, sigur, at seint týskvøldið lógu bátar hjá grindini langt norður úr Eiðisflógva. – Men, sum vit hava skilt, fekst ongantíð veruligur rakstur á grindina, hóast fleiri bátar vóru hjá henni. Hann sigur, at sam- bært tí, ið løgreglan í Runavík hevur skilt, vóru eisini springarar uppi í bólkinum. – Tað kom slett ikki uppá tal at halda henni til nakrastaðni. Grindin vildi hvørki inn í Sund- ini, ei heldur suður gjøgnum Djúpini. Hon helt sína leið vestureftir, og at enda týskvøldið var hon stødd langt norður úr Eiðisflógva, tá ið bátarnir avgjørdu at fara frá henni, sigur Kristian Martin Joen- sen. Menn, sum vóru hjá grindini, mettu hana at vera einar 150 hval. Tað fekk rættiliga óhepnar fylgjur, at tveir smádreingir, 9 og 11 ára gamlir, spældu við eld í ein- um neysti í Fuglafirði mánadagin: Neystið brendi í grund, og fimm ær brendu inni ELDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo »Lítil neisti kann gera stór- an eld«, plaga vit at siga. Hetta kunnu tveir ólukkuligir smádreingir í Fuglafirði, 9 og 11 ára gamlir, ásanna. Seinnapartin mánadagin vóru teir í einum neysti, tætt við gamla Timbur- handilin í Fuglafirði. Í neystinum var hoyggj, og har stóðu eisini 5 ær. Eldur í… Um gott 17-tíðina mána- dagin kom eldur í neystið, og hóast sløkkiliðið í Fuglafirði, sum annars er væl útgjørt, kom á staðið, stóð neystið ikki til at bjarga. Umleið ein tíma eftir, at eldurin varð fráboðaður Alarmsentralinum, var neystið brent í grund. Í neystinum var hoygg, og har stóðu eisini 5 ær, sum brendu inni. Kanningarnar hjá løg- regluni hava staðfest, at smádreingirnir, sum vóru í neystinum hendan seinna- partin, hava spælt við eld. Lærupeningur Sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian Martin Joensen, heldur tað ikki vera hugs- andi, at dreingirnir høvdu ætlanir um at seta eld á neystið. – Teir hava spælt við eld. Eldur er komin í hoyggið, og síðan hevur hann breitt seg. Hann heldur ikki, at smá- dreingirnir droymdu um tær avleiðingar, sum hetta kundi fáa. – Dreingirnir eru av- hoyrdir saman við foreldr- um og barnavernd, men av- hoyringarnar eru ikki lidn- ar. Sýslumaðurin vísir á, at hetta er eitt talandi dømi um avleiðingarnar, ið kun- nu standast av, at børn spæla við eld. – Ein keðiligur lærupen- ingur, leggur Kristian Mart- in Joensen aftrat. Skúlin í dag er ikki, sum hann var fyrr. Nú verður javnan skipað fyri verkætlan- um og evnisdøgum, har næmingar læra at arbeiða í bólkum við ymiskum evnum SKÚLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið tey, sum eru tilkomin í dag, vitja ein skúla saman við børnum sínum, sæst skjótt, at skúlin er nógv broyttur, síðan tey tilkomnu vóru ung og skúlabørn. Skúlin er vorðin meira fjøl- broyttur og at síggja til eis- ini meira áhugaverdur. Í seinastu viku arbeiddu næmingar í báðum sjeyndu flokkunum í Argja skúla við eini verkætlan, sum for- eldrini høvdu høvi at síggja í skúlanum mánakvøldið. Evnini, næmingarnir høv- du arbeitt við, vóru rætti- liga ymisk og fjølbroytt, eitt nú ítróttur, tónleikur, móti, rúsevni og stoffir. Næmingarnir høvdu gjørt uppslagstalvur við teksti og myndum, og við áhuga- verdum filmsupptøkum og upplestri greiddu tey frá tí, tey høvdu fingið burtur úr. Øll evnini vóru áhugaverd á hvør sín hátt. Ein av bólkunum arbeid- di sum nevnt við temanum, tey kallaðu »stoffir«. Yvirskriftin á talvuni var: Stoffir – sig nei til stoffir… Ein av samrøðunum, næmingarnir høvdu gjørt, var við Toll og Skatt. Spontant spyrja næming- arnir, um tey, sum koma til landið við hash, ofta verða tikin. – Ja, vit taka í flestu før- um tey, sum royna at smugla hash. Annars kunnu tey vænta at fáa løgregluna á nakkan! Koma tey flestu, sum royna at smugla, við Norr- önu ella við flogfari, spyrja næmingarnir? – Tað eru sjálvsagt fleiri, sum verða tikin umborð á Norrönu. Tað er jú størri møguleiki at sleppa ígjøgn- um við báti. Annars taka vit eisini nógv, sum koma við flogfari. Halda tit, at tey, sum smugla, nýta tað sjálvi? – Ja, tað gongur ofta so- leiðis fyri seg, at tey, ið nýta stoffir, skylda nógvan pening fyri stoffir – og so smugla hesi fyri tey, sum selja. Kanska fáa tey so onkur stoffir afturfyri. Eru tað fleiri mannfólk enn konufólk sum smugla? – Tað eru fleiri mannfólk. Men um tað eru fleiri mannfólk enn konufólk, ið taka stoffir, vita vit ikki. Soleiðis verður spurt, og soleiðis verður svarað. Stutt og greitt. Einki uttanum- tos… Ein áhugaverd løta í Argja skúla sum hugtók. Neystið í Fuglafirði brendi í grund, og 5 ær brendu inni. – Ein keðiligur lærupeningur, heldur sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian Martin Joensen Mynd: Leif Andersen Fimm ær brendu inni í Fuglafirði »Sig nei til stoffir…« Eru tað fleiri mannfólk enn konufólk sum smugla? spyrja næmingarnir. - Tað eru fleiri mann- fólk sum smugla. Men um tað eru fleiri mannfólk enn konufólk, ið taka stoffir, vita vit ikki, sigur Toll og Skatt Mynd: Vilmund Jacobsen Sunnudagin 8. november verður ein søguligur dagur fyri føroyskan tónleik, tá 40 føroyingar trína á pall í heimsins størstu og kendastu konsert- høll, Carnegie Hall í New York. Kórleiðar- in í Havnarkórinum, Ólavur Hátún, er far- in undir tónlistarligu fyrireikingarnar KÓRSANGUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Nakað síðani vendi ís- lendski kórleiðarin Gardar Cortes seg til Ólav Hátún, kórleiðara í Havnarkór- inum, við einum ikki sørt skelkandi fyrispurningi. Ís- lendska kórið hevði júst fingið innbjóðing at fram- føra í sjálvum Carnegie Hall í New York – eitt mekka í altjóða tónleika- høpi. Ólavur tók av stóra møgu- leikanum, og í heyst skulu teir 40 sangararnir í havnar- kórinum so vera partur av einum kóri við 300 fólkum úr Íslandi, Danmark, Au- stralia, Onglandi og Írlandi. Íslendarin Gardar Cortes skal stjórna stóra kórinum, sum skal framføra tveir tíma drúgva verkið um Eli- as úr halgubók eftir Felix Mendessohn Barholdy. Cortes hevur saman við Óløv Harðadóttir stovnað íslendska sangskúlan og er leiðari í íslendska opera- kórinum, og hevur hann seinnu árini havt samstarv við Havnarkórið. Nakað síðani sendi hann útgávu við operakórinum og íslendska symfoniork- estrinum til Carnegie Hall, og ikki gekk long tíð, áðr- enn Gardar Cortes fekk til uppgávu at savna eitt kór við 300 fólkum at framføra í New York, og tá komu før- oyingar inn í myndina. Størsta avbjóðing nakrantíð Havnarkórið hevur verið mangar uttanlandsferðir og sungið, men hesaferð er tal- an um nakað heilt serligt. – Hetta er avgjørt størsta og mest avbjóðandi tiltak, Havnarkórið nakrantíð hev- ur havt á skránni, og tískil verður talan um eitt sera spennandi tiltak, sum vit gleða okkum til, sigur kór- leiðarin Ólavur Hátún, sum í 34 ár hevur verið primus motor í kórinum. Ólavur boðaði beinan- vegin frá, at hann bert vildi taka sær av tí tónlistarliga og ikki tí praktiska, sum hann metir hevði verið ov tungt. – Vit hava sett ein bólk, sum tekur sær av tí prakt- iska og fíggjarliga, og tey gera eitt sera gott arbeiði, greiðir Ólavur Hátún frá og sigur, at tað er ein stórur lætti bert at hava høvuðs- ábyrgdina av tí tónlistar- liga. Hann heldur, at ar- beiðið má býtast upp, tí tað verður ov tungt, tá somu fólkini skulu taka sær av báðum, sum onkuntíð fyrr er hent. Fleiri konsertir í USA Umframt stóru løtuna í Carnegie Hall skal Havnar- kórið luttaka á tveimum ella trimum konsertum í USA. – Umframt at framføra høvuðsverkið um Elias fara vit eisini at framføra før- oyska dansin, sum áhoyrar- unum plaga at dáma sera væl, og við føroyska flagg- inum vundið á stong fara vit at gera okkara ítarsta til, at Føroyar koma á heims- kortið har yviri, sigur Ólav- ur Hátún. Kórleiðarin legg- ur afturat, at verkið eftir ætlan skal framførast í før- oyskum kirkjum, áðrenn teir 40 kórsangararnir leggja tvørtur um Atlants- hav til fína selskapið í størstu tónlistarligu háborg- ini í heiminum. – Higartil hava vit havt eina venjingarlegu, og vit skulu hava eina afturat í næstum, tá Gardar Cortes úr Íslandi kemur til Føroya, sigur Ólavur Hátún at enda, sum fram til november hev- ur stóru ábyrgdina at fyri- reika stóru uppgávuna, tá Havnarkórið skrivar søgu við framførslu í Carnegie Hall. – Vit ætla at profilera og marknaðarføra føroysku tjóðina í New York, og tí er hetta eisini ein gyltur møguleiki fyri før- oyskt vinnulív, sigur Magnus Hansen í Havnarkórinum, ein av fyrireikarunum til ferðina til Carnegie Hall KÓRSANGUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Fyri stuttum sendi Havnar- kórið 105 brøv út til før- oyskar fyritøkur kring land- ið við vón um stuðul og samstarv í sambandið við dýru ferðina til Carnegie Hall í New York, men Magnus Hansen, sum sam- an við bólki fyrireikar ferð- ina, er ikki nøgdur við úr- slitið higartil. Stuðul og samstarv við vinnuna – Nógv verður prátað um samstarv millum vinnulív og mentan, og ferð okkara er í veruleikanum ein gyltur møguleiki at marknaðar- føra føroyskar fyritøkur og ferðavinnu, men higartil hevur vinnan ikki víst ser- ligan áhuga at samstarva í serliga stóran mun, sigur Magnus Hansen í Havnar- kórinum, sum situr í fyri- reikingarbólkinum til ferð- ina. – Eg meti ferð okkara sum ein einastandandi møguleika hjá føroyskum útflutningsfyritøkum at gera brúk av okkum fyri at ger- ast kendar í USA, sigur Magnus Hansen. Hann leggur afturat, at Havnar- kórið á henda hátt bjóðar seg at vera eitt sendiumboð fyri Føroyar. Sum vanligt er til slíkar uttanlandsferðir, gjalda kór- limirnir ein part av útreiðsl- unum sjálvir. Men í hesum føri er talan um sera stórar upphæddir – eina lítla millión – og tí bjóðar kórið seg fram til samarbeiði við vinnulívið í Føroyum. – Vit biðja ikki um stuðul fyri einki men vilja heldur hava samstarv í lag við vinnuna, og tað vil siga, at kórið fyri samsýning bjóð- ar seg fram at syngja, eitt nú til veitslur, aðalfundir o.a., sum fyritøkur skipa fyri, greiðir Magnus Han- sen frá. Nevndin fyrireikar í løt- uni eitt átak í USA, so New York íbúgvar og aðrir amerikanarar longu áðrenn ferðina í oktober og novemb- er kenna munandi meiri enn higartil til Føroyar, før- oyska søgu og føroyska vinnu. – Til ferðina ferð Havnar- kórið eisini at prenta eina 4-litta skrá, har útflutnings- fyritøkur, land, kommunur og ferðavinna fáa høvi, móti gjaldi sjálvandi, at lýsa og greiða frá um seg sjálvan, og vit vóna, at vinnan er sinnað til hetta, sigur Magnus Hansen. Íslendska vinnan og Bjørk Magnus Hansen nevnir sum dømi, at íslendska vinnan hevur verið við í marknaðarføringini av ís- lendsku songkvinnuni, og úrslitið er, at Ísland fær um- talu úti í heimi, sum aftur kemur íslendingum til góða. – Á sama hátt kann sigast um okkara fótbóltslandslið, sum við avrikum sínum uttanlanda marknaðarførir Føroyar og setir lítlu oyggj- ar okkara á heimskortið, og endamál okkara er at hava somu funktión, greiðir Magnus Hansen frá. Hann heldur, at tá talan er um framførslu í heimsins kendastu konserthøll, óivað við nógvum fjølmiðlum til staðar, kann hetta sammet- ast við, um Føroyar spældu HM finalu í fótbólti, og tí- skil skuldi verið upplagt hjá vinnuni at gera sær dælt av marknaðarførslu. – Um hetta nú ikki eydn- ast okkum, fara vit undir øllum umstøðum avstað, og so mugu vit gjalda meiri sjálvi, slær Magnus Hansen fast, sum saman við fyri- reikingarbólki í Havnarkór- inum í hesum døgum fyri- reikar stóru ferðina til Car- negie Hall. Gyltur møguleiki fyri føroyskt vinnulív Havnarkórið fyrireikar seg nú til heimsins kendasta konserthús, Carnegie Hall, men striltið gongur at fáa samstarv í lag við vinnuna Havnarkórið fyrireikar seg til Carnegie Hall – Hetta er avgjørt størsta og mest av- bjóðandi tiltak, havnarkórið nakrantíð hevur havt á skránni, og vit gleða okkum til spennandi tiltakið, sigur kórleiðarin Ólavur Hátún undan ferðini til størsta tónleika- umhvørvið í heim- inum, Carnegie Hall í New York C M Y K 7 6