Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 81 - 29. apríl 2004 Nr. 81 - 29. apríl 2004 9 Nakað seinkað av flogferðsluni kom gentuliðið hjá Havnar fimleikarafelag heim týsdagin til stórfingna móttøku á Stórheyggi MÓTTØKA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Gentuliðið hjá Havnar Fim- leikarafelag fekk eina stór- fingna móttøku, tá tær komu aftur til høvuðsstaðin týsdagin. Inga Thorkildshøj er venjari hjá gentunum, og hon fegnaðist stórliga sam- an við sínum liði. Hon greiðir frá, at tað var sera stuttligt at koma á Stór- heygg og síggja ballónir, fløgg, horntónleik og øll fólkini, sum vóru komin at taka ímóti teimum. Nógvar røður vórðu hildnar. Umboð fyri Havnar Fimleikarafelag, fyri Fim- leikarasamband Føroya, Ítróttarsamband Føroya og eisini eitt umboð vegna øll foreldrini helt røðu. Genturnar fingu eisini heiðursmerki og blómur handaðar. Av tí at tær vóru gestalið og úr Føroyum til kappingina, kundu tær ikki gerast Danmarksmeistarar á pappírinum, men tær staðfestu væl og virðiliga til kappingina, at tær eru betur enn tær donsku. Eftir røður og heiðurs- merkjahandan var smyrji- breyð, sum foreldur høvdu gjørt, at fáa. Og framførsl- an hjá gentunum í Danmark varð bandað, so hon varð víst í sjónvarpi í fimleik- arahøllini nakrar ferðir. Inga sigur, at í tí fríu seri- uni gekk so at siga alt upp á stás, men onkur smærri kiks vóru í amboðseriuni. Men tey munna ikki hava verið nakað at tosa um við frálíka úrsltitinum, sum genturnar fingu. Ein fer eisini at hugsa sær til, hvussu framtíðin man síggja út fyri hesum unga liði, sum hevur klárað seg so væl. Genturnar sjálvar vóru ovfarnar av stóru móttøk- uni, og gleðin lýsti av teim- um. Tær eru, sum vera man, eisini sera glaðar fyri góða úrslitið, sum tær fingu í Danmark. Somu gentur lut- tóku sum smágentur fyri tveimum árum síðani í Danmarksmeistaraskapin- um, og tá vunnu tær eisini, so hetta má sigast at vera eitt rættuliga flott avrik. Inga sigur, at tað var sera rørandi og stuttligt at fáa eina so stóra móttøku, og hon heldur, at hesin møgu- leikin uttan iva er ein stór gularót til allar ungar fim- leikarar. Norðurlanda- meistaraskap Tað ber sum sagt ikki til hjá einum føroyskum liði at gerast Danmarksmeistarar. Men nú er tosið so spaku- liga byrjað, um tíðin ikki er komin til at gera eitt Norð- urlandameistaraskap í rútmiskum fimleiki. Inga sjálv veit ikki so nógv um tað. Men hon dylir ikki fyri, at hon heldur tað vera eitt frálíkt hugskot, og at tað hevði verðið spennandi. Komandi vikuskiftið fer kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikarafelag til Dan- markar at luttaka í meist- araskapinum fyri kvinnur. Inga er sjálv ein av luttakar- unum har, og hon er øgiliga spent. – Vit fingu eitt fjórða pláss í fjør, og eg vóni, at tað fer at ganga betur hesu- ferð, sigur hon. Sosialurin ynskir teimum góða eydnu og gentunum hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum í Dan- mark. Meistaragentur heiðraðar Nógv fólk var samankomið á Stórheyggi at heiðra vinnarunum av Danska meistaraskapinum í rútmiskum fimleiki Mynd: Álvur Haraldsen 14 ovurfegnar ungar gentur, sum av sonnum kunnu vera ernar av teirra flotta avriki í Danmark Mynd: Álvur Haraldsen Inga Thorkildshøj er venjari hjá gentunum, og hon skal sjálv saman við kvinnuliðinum hjá Havnar Fimleikarafelag niður til Danmarksmeistaraskapið komandi vikuskiftið Nakrir horntónleikarar spældi til móttøkuna fyri gentuliðinum hjá Havnar Fimleikarafelag Mynd: Álvur Haraldsen Várið 2003 skuldi vera seinasta ferðin, føroyingar luttóku í árliga róðrinum á Scillyoyggjunum, men so varð ikki. Eld- hugurin hjá teimum sjey kvinnunum, ið vóru við í fjør, vildi ikki slókna, og nú eru tær aftur á ferð KAPPRÓÐUR Marjun Dalsgaard Tær hava bakað køkur til tombola, tikið myndir av grýlum, selt lutaseðlar í hópatali og verið eftir fyri- tøkum um fíggjarligan stuðul. Hetta fyri at kunna seta seg klárar við árarnar, tá kappingin World Pilot Gig Championship 2004 skal byrja. Og nú eru tær so aftur farnar á flog. Jannie Dam Jacobsen, Kerstin Rasmussen, Anna Mohr, Petra Hansen, Rann- vá Madsdóttir, Kristianna Dahl Øster og Eivy Olsen eru komnar til Scillyoyggj- arnar, har tær skulu luttaka í Pilot Gig heimskappingini leygardagin 1. mai og sunnudagin 2. mai. Mann- ingin er tann sama sum í fjør, tá Jarnbardur vann lut- tøkuna til Scilly. Tá kundu tær ikki manna bátin og fingu tískil rógvarar frá Páll Fanga, Riddaranum og Gongurólvi við. Tað gekk væl, og eftir kappingina, settu tær sjey sær fyri, at hetta skuldi ikki verða tann seinasta - nú vóru tær við at læra teknikkin og sóu møguleikan fyri enn betur úrslitum. Men Amerada Hess, sum so at siga hevur uppfunnið føroysku luttøk- una á Scillyoyggjunum og fíggjað hana síðan 1998, er givið við at stuðla tiltakin- um, og tær fóru tískil undir at savna pening inn til ferðina sjálvar. Í farnu viku høvdu tær so endiliga 90.000 krónurnar sum skulu til. Tær hava fleiri stuðlar bæði fyritøkur og privatar, men Atlantsflog er høvðusstuðul, og Kerens, báturin sum plagar at liggja klárur til føroyingar at fara í, hevur tískil fingið navnið Atlantic í ár. Væl fyri Manningin á Atlantic er í góðari venjing, sigur róð- urskvinnan Jannie Dam Jacobsen. Hetta er fjórðu ferð, at hon er við á Scilly. – Vit hava alla tíðina ver- ið í gongd, men hava vant málrættað síðan desember- januar. Tó hava vit ikki verið eins nógv í bátinum sum hini árini, og sum vit gjarna vildu verið, millum annað av tí at ein av rógv- arunum býr í Klaksvík, og tað er dýrt at ferðast aftur og fram. Men vit eru væl fyri kroppsliga, og tíðirnar hjá okkum er betur enn nakrantíð, leggur hon aftr- at. Orsøkina til tað heldur hon vera, at tær kenna rógviteknikkin betur - tað er ein stórur fyrimunur, at tær allar hava royndir fra Scilly, og at tær hava róð saman har. Hetta er eitt annað slag av báti, hann skal rógvast heilt øðrvísi, umframt at teinurin er nógv longri enn føroyskir rógv- arar eru vanir við. Heima hava tær vant við Brendan, ið var latin før- oyska kappróðrarfólkinum í 1998 av oljufelagnum Amerada Hess, eins og felagið hevur fíggjað árligu luttøkuna á Scilly fyri tað manningina, sum kláraði seg best í FM-róðrinum. Styrkir hugin Stóra arbeiði við at savna pening inn og leggja til rættis hevur gjørt rógvar- arnar enn meira altráar at fáa góð úrslit, og tær hava góðar vónir. Seinast vunnu tær B-bólkin við sjey báts- longdum og vænta í øllum førum at vera í A-bólkinum í ár - gjarna í fremra endan- um - tá bátarnir koma á mál. Kappingini fevnir um fýra róðrar, tveir eru leyg- ardagin og tveir sunnudag- in. Í fyrsta umfarinum eru allir 78 bátar við, og tá ræður um at vera skjótur avstað, so ein ikki verður kroystur afturum. Her liggja 78 manningar á start- linjuni, ið er at kalla eitt kaos samanborið við tí beinu linjuna, sum før- oysku bátarnir vanliga byrja frá. Teinurin er 3.200 metrar og hildið verður, at hesin teinur er so langur, at bestu manningarnar undir øllum umstøðum megna at rógva seg á mál í fremra endanum. Eftir fyrstu kappingina verða bátarnir koyrdir í bólkar við 12 bátum í hvørjum bólki. 12 teir fyrstu koma í A-bólkin, nummar 13 til 24 koma í B- bólkin og so framvegis. Í øðrum og triðja umfari er teinurin 2000 metrar, og her snýr tað seg um at varð- veita plássið í bólkinum ella at flyta ein bólk upp. Sostatt flyta nummar eitt og tvey ein bólk upp, og nummar 11 og 12 flyta ein bólk niður. Fjórða og av- gerandi umfarið er eisini 2000 metrar. Knýta vinarbond Ein annar stórur sponsorur hjá kvinnunum, sum nú fara til Scillyoyggjarnar, er fyrrverandi stjórin á Amerada Hess, onglend- ingurin Richard Hardmann. Hann er pensjóneraður í dag, men stuðlar nú før- oysku rógvarunum privat av persónligum áhuga. Tá Brendan varð sjósettur í 1998, segði hann í røðu síni millum annað, at tað er av týdningi at vinarbond vera knýtt millum tjóðir, ið liva við og av havinum. Á Scilly hittast hvørt ár túsundtals av róðrarfólki úr øllum heraðshornum, og her er heldur eingin, sum hyggur spyrjandi at tær, tá tú sigur, at tú kemur frá »Faroe Islands«. Her kenna øll Føroyar, óansæð, hvar tey koma frá - eins og Føroyar eru nevndar á heimasíðuni www.scillynews.co.uk sum dømi um, at her luttaka manningar frá allari verðini »...from as far afeild as America and the Faroe Islands...« Men tað var so um reppið, at føroyska luttøkan varð veruleiki í ár, og ivasamt er, um hon verður komandi ár. Richard Hardmann verður sum vera man áskoðari á Scilly leygardagin, og við sær hava føroysku kvinnurnar ein málning av Onnu Mohr til hann, sum tøkk fyri stuðulin. Tá tær koma heim aftur, fara Jannie, Kerstin, Kristi- anna, Petra og Eivy at rógva við Jarnbarda og Anna fer umborð á Páll Fanga. Rannvá er undir lesnaði í Danmark og skal tískil ikki vera umborð á nøkrum føroyskum kapp- róðrarbáti í ár. Á heimasíðuni hjá Klaks- víkar Róðrarfelag www.krf.fo ber til at lesa, hvussu tað gongur hjá føroysku rógvarunum á Scillyoyggjunum. Aftur til Scilly Tað gekk væl hjá Jannie Dam Jacobsen, Kerstin Rasmussen, Annu Mohr, Petru Hansen, Rannvá Madsdóttir, Kristiannu Dahl Øster og Eivy Olsen í fjør. Í ár hava tær sjálvar savnað inn pening, so tær kunnu fara aftur til Scillyoyggjarnar at rógva. Myndin er frá 2003 C M Y K 9 8