Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 81 - 29. apríl 2004 Nr. 81 - 29. apríl 2004 11 Tey flestu munnu vera vorðin illa við av, at føroyskir myndugleikar aftur eru farnir at umhugsa at loysa trupulleikar hjá børnum við at senda tey av landinum. Hetta var sum øllum kunnugt tann vanliga loysnin í mong ár. Men so kom tíbetur vend í. Takkað verið tilvitandi og virknum foreldrum og avvarðandi og takkað verið broyttum politiskum hugsunarhátti varð hildið uppat við hesi mannminkandi og óvirðiligu siðvenju at senda menningartarnað børn og sinnisbrekað fólk av landinum. Sigast skal, at henda siðvenja sjálvsagt ikki kom av illvilja men av trótandi viðgerðar- og uppihaldstilboðum her í Føroyum. Men sum vælferðarsamfelagið mentist komu eisini tilboðini til børn og tilkomin við serstøkum tørvi. Tíverri tykist tað, sum avvarðandi myndugleikar ikki hava megnað at nøktað tørvin á tilboðum til børn í serstakari neyðstøðu og ein lokalur myndugleiki kennir seg noyddan til at venda aftur til gomlu siðvenjuna við at senda eitt barn av landinum. Hetta er ikki gott! Tað, sum altíð eigur at vera avgerandi, er tað, ið er best fyri barnið. Tað mugu finnast mynd- ugleikar, avvarðandi og serkøn fólk, sum saman við viðkomandi barni duga at finna fram til ta avgerð, ið gagnar barninum mest. Í nógv teimum flestu førum vil tað gagna barninum mest at verða verðandi í sínum heimliga umhvørvi. Tað er upp til myndugleikarnar at tryggja, at einhvør fyrisitingarlig avgerð bert verður tikin við støðið í barnsins tørvi og gagni. Tað eru nógv børn við ser- støkum tørvi í Føroyum. Øll børn og øll foreldur hava somu rættindi. Hartil kemur, at almennu Føroyar hava samtykt altjóða barnakonventiónina hjá ST. Tá ST hevur latið orðað hesa konventión, so er tað tí, at barnið er verjuleyst og tí má verjast av foreldrum ella øðrum í teirra stað, eitt nú lokalum myndugleikum og teirra yvirskipaðu politisku stovnum. Tað ber tí ikki til hjá eitt nú eftirlitsmyndugleikunum at sita hendur í favn, meðan lokalir myndugleikar ganga rættindum hjá børnum ov nær. Politiskir flokkar hava lovað eitt samfelag fyri øll. Hetta merkir ma., at menningartarnað, børn við ser- støkum tørvi ella børn, ið hava mist annað ella bæði foreldrini skulu hava uppihald og alla neyðuga um- sorgan her í teirra heimliga umhvørvi. Tað má tí skap- ast politiskt grundarlag fyri einum almannapolitikki og eini almannalóggávu, sum tryggja øll hesi fyrilit. Hetta er ein stór og ábyrgdarfull uppgáva, men hon má loysast og sitandi samgonga, sum hevur raðfest gerandisdagin og vælferðina hjá vanligum fólki ovast á politisku dagsskránni, má lata við seg koma. Hetta er heldur eingin løtt og einføld uppgáva, tí hetta snýr seg ikki bert um pengar, men um eisini um at útvega nóg mikið av útbúgvnum starvsfólki og um eitt kompliserað samstarv millum stovnar, myndugleikar, avvarandi og felagsskapir. Men er ein vilji, so er eisini ein loysn. DAGSINS MEINING Sosialurin Samfelag fyri øll VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Palli Olsen varaborgarstjóri í Skálavík Viðv. tíðindum um borg- arar í Skálavík, seinastu dagarnar í Dimmalætting og Útvarpi Føroya Undirritaði vil, við tí vitan undirritaði hevur um borg- arar í Skálavík, hervið afturvísa, at borgarar í bygdini líða hungur og hall, og at her skal verða rikið trælahald, ið onkur vil verða við. Um so hevði verið, vildi bygdarráðið tikið tey neyðugu stigini, at fingið hetta í rættlag og latið málið til røttu mynd- ugleikar. Eingin líður hungur og hall í Skálavík Rúna Sivertsen Tá ið tað er ein kvinna, sum eigur at úttala seg til fjøl- miðlarnar, so er tað hon, sum skal spyrjast og eingin annar. Men tað vísir seg meira enn so, at har ein kvinna situr við ábyrgdini, fara fjølmiðlarnir kortini eftir monnum. Á kvinnuráðstevnuni leygardagin segði Katrin Petersen, tíðindaleiðari hjá SvF, at tíðindaverðin hevur ikki tíð at bíða eftir kvinn- um. Tí verða menn spurdir, tá kvinnur eiga at svara, var ein av grundgevingunum hjá fleiri fjølmiðlafólkum á ráðstevnuni. Hetta er ein vánalig undanførsla, og eg kenni meg noydda at siga, at tað bara eru kvinnur, ið kunnu finna uppá at siga slíkt tvass. Handa grundgevingin ljóðar lítið konstruktiv í mínum oyrum. Fjølmiðla- fólkini áttu heldur at tikið í egnan barm og kannað, um feilurin liggur hjá teimum sjálvum. Kann tað hugsast, at for- kláringin er tann, at kvinn- ur als ikki skoyta um mara- tontíðindaflutningin hjá fjølmiðlunum. Hesin mod- ernaði mátin hjá tíðinda- fólkunum at stinga eina mikrofon upp í nøsina á fólki – og so hava tey bara at svara sum frægast. Ofta, tá eg sjálv havi ver- ið spurd av fjølmiðlunum, havi eg kent tað, sum var eg til eina intelligenstest, held- ur enn at skula lýsa málið. Í Føroyum hava kvinnur sama møguleika sum menn. Líkarættin fingu vit tann dagin, tá vit fingu val- rætt. Tað er bara ein orsøk til, at so fáar kvinnur eru á tingi: Kvinnur fáa ikki nóg nógvar atkvøður! Og hví fáa tær so fáar atkvøður? Er tað tí, at fólk hava ov lítið álit á teimum? Nei, tað trúgvi eg ikki! Hinvegin eri eg sannførd um, at allur hesin ágangur- in á veljaran, hvørt einasta val, um at velja kvinnur, hevur gjørt, at fólk ikki tíma at velja kvinnur. Vónandi kom okkurt meira konstruktivt burtur úr ráðstevnuni, enn at leggja eftir kvinnum gener- elt fyri at vera nøkur døll. Svenning Borg, 900 Vágur Sitandi samgonga má finna økismenningarálitið fram aftur, sum fráfarna sam- gonga misti burtur, og byrja at arbeiða eftir tí og leggja granskingarparkina í Suð- uroynni. Síðstu nógvu árini eru hundraðtals alment størv sett í miðstaðarøkinum, ikki eitt tað einasta er sett í Suðuroynni, tí vil eg heita á sitandi samgongu um at broyta kós og at koma út um landið við almennu fyrisitingini. Byrjið í Suðuroynni við granskingarparkini, tað haldi eg tykur skylda okum suðringum, hví skulu okur annars vera ein partur av Føroyum, tað kann ikki vera meiningin, at ung- dómurin í Suðuroynni skal arbeiða og búgva í Havn. Okra vælútbúni ungdóm- ur kunda tá vent heimaftur til eitt gott starv og til fedr- ana stað at búleikast, tað er tað okur øll vilja geva okra børnum, ein møguleika at halda áfram, har í okur sjálvi noyðast at sleppa. Tað liggur nógv á tykk- um politikarum, sum valdir eru fyri Suðuroyarøkið, her hava tykur møguleikan at fáa vent avtoftingarpolit- ikkinum av oynni og at fáa gróðursett spíran til eina blómandi Suðuroy. Lat okur byrja nú. Katrin ikki tíð at bíða eftir kvinnum Granskingarpark Næstformaðurin í Sinnisbata, Svenning av Lofti, sigur seg einki hava ímóti, at føroyingar lata neyð- støddum menningar- hjálp. Hann undrast kortini á, at landsins myndugleikar boða frá, at teir ikki hava ráð at játta sálarsjúk- um eina sømuliga upphædd á fíggjar- lógini, meðan tað er lag á manni at lata fremmandum fólki stóra peningaupp- hæddir MÓTMÆLI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Undir aðalorðaskiftinum um altjóða menningar- politikk Føroya, vakti tað stóran ans, at hjúnini Svenning og Birgit av Lofti møttu á tingfundinum við einum stórum pappskelti. Á skeltinum stóð: Burt- urvið at lata útlendingum 7 milliónir krónur í menn- ingarhjálp, meðan sálar- sjúkir føroyingar eru heim- leysir. Við lesarabrævi í farnu viku gjørdi næstformaðurin í Sinnisbata, Svenning av Lofti, vart við sína ónøgd um, at samgongan hevur ætlanir um at játta sjey millíonur krónur til menn- ingarhjálp, meðan tey sál- arsjúku ongan góða hava. – Eg og konan hildu, at tað var eitt frálíkt høvi at møta í tinginum við einum skelti fyri at vísa okkara misnøgd við vantandi játt- anina til tey sálarsjúku, sigur Svenning av Lofti. Tað gekk kortini ikki rúm tíð, áðrenn Svenning og Birgit fingu at vita frá Mariusi Rein á løgtings- skrivstovuni, at løgtingið góðtekur ikki slíkan atburð frá áhoyrarum. – Tað, sum kom fram í Útvarpi Føroya í gjár- kvøldið var ikki heilt rætt. Vit vóru ikki koyrd á dyr, men vinarliga biðin um at taka skeltið niður - og tað gjørdu vit so í allari still- heit, greiðir Svenning av Lofti frá. Undranarvert Spurdur, um tað er rætt at samantvinna játtanina til sálarsjúk við játtanina til menningarhjálp, svarar Svenning av Lofti, at hann tekur undir við, at føroying- ar lata pening til neyðstødd. Hann finst tó hvassliga at landsins myndugleiki fyri gloyma tey neyðstøddu í føroyska samfelagnum – Eg haldi, at tú kanst samantvinna hasar játtan- irnar. Menningarhjálpin verður tikin úr einum felags kassa og tað merkir, at minni verður til onnur endamál so sum tey sálar- sjúku. Eg haldi tað er púra burturvið at økja menn- ingarhjálpina við fleiri milliónum, tá hugsað verð- ur um ringu korini hjá okkara sálarsjúku, sum ikki hava eitt sømiligt og verd- ugt lív, sigur Svenning av Lofti Svenning greiðir frá, at hann vegna Sinnisbata her- fyri var á fundi við lands- stýrismannin í almanna- og heilsumálum um vantandi játtanina til sálarsjúk í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, men Hans Pauli Strøm bar seg undan við, at tað var snøgt sagt ómøgu- ligt at játta meir pening til sálarsjúk á fíggjarlógini. – Tað undrar meg, at landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum sigur við meg, at tað er ómøguligt at játta meir pening til sálarsjúk, meðan tað eftir øllum at døma ber væl til hjá fíggjarnevndini at skriva út fíggjarnevnd- arskjal fyri 7 mio. krónur til menningarhjálp, vísir næst- formaðurin í Sinnisbata á. Ein mio. til menningarhjálp Svenning av Lofti heldur, at tær sjey mio. krónurnar, sum hava verið nevndar at lata til menningarhjálp, skuldu verið býttar øðrvísi. Næstformaðurin í Sinnis- bata kom á tal við fleiri tingmenn í tinginum í gjár og hann mælti teimum til at økja menningarhjálpina frá 300.000 til eina millión krónur. – Eg haldi at menningar- hjálpin skal økjast til ein mio. krónur árliga. Hinar góðu seks mio. krónur, sum ætlanin er at játta til menn- ingarhjálp, skulu fara til tey sálarsjúku, sigur næstfor- maðurin í Sinnisbata at enda Ósiður Løgtingsformaðurin, Ed- mund Joensen, sigur, at hetta var fyrstu ferð, at hann hevur átalað áhoyrarar í tinginum. Grundgevingin fyri, at Svenning og Birgit av Lofti vóru biðin um at leggja skeltið frá sær var, at løgtingsformaðurin metti ikki, at atburðurin hoyrdi heima í løgtinginum. – Tað er ein ósiður at møta við einum skelti í tinginum og tí talaði eg at, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður. Sambært revsilógini hava áhoyararnir ikki loyvi til at órógva løgtingið og slíkur atburður kann revsast við tvey ára fongsulsrevsing. Svenning og Birgit av Lofti skulu kortini ikki vænta at hoyra nakað frá fútanum, tí hendingin í tinginum týsdagin fór stillisliga fram. Landsstýrismaðuri n í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, heldur ikki tað er rætt samanbera játtan- ina til menningar- hjálp við játtanina til tey sálarsjúku MÓTMÆLI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum, hevur ikki stórvegis hug at viðmerkja útsøgnina hjá Svenning av Lofti um vantandi játtan til tey sálarsjúku Hann heldur ikki tað er rætt at samanbera játt- anina til menningarhjálp við játtanina til sálar- sjúk. Hans Pauli vísir á, at í føroyska samfelag- num eru tað nógvir bólkar, sum áttu at havt størri játtan, og nevnir millum annað tey menn- ingartarnaðu og gikt- sjúku. Landsstýrismaðurin vísir á, at hóast ein bólk- ur fær økt sína játtan, so er tað ikki tað sama sum at tann bólkurin stjelur frá øðrum bólkum. – Tað vil altíð vera viljin til at bøta um støð- una, sum er tann týdn- ingarmesti. Viljan at bøta um støðuna hjá teimum sálarsjúku, havi eg einki at finnast at, sigur Hans Pauli Strøm í stuttari viðmerking. Svenning og Birgit gjørdu bart ” Paragraf 137 í revsilógini Den, som søger at forhindre afholdelse af lovlig offentlig sammenkomst, straffes med bød eller hæfte eller under skærpende omstændigheder, særlig nær handlingen har været forbundet med voldsom eller truense adfærd med fængsel indtil 2 år. stk. 2: På samme måde staffes den, der ved larm eller uorden forstyrrer offentilig samling af folketinget, Færøernes lagting, kommunale eller andre offentlige råd, gudstjeneste eller anden offentlig kirkelig handling Skeiv samanbering C M Y K 11 10