Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 81 - 29. apríl 2004 Nr. 81 - 29. apríl 2004 13 52 fyrrverandi bretskir diplomatar leggja bretska for- sætisráðharran undir at hanga uppi í amerikanska forset- anum sum eitt huppaskjúrt BRETLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er ikki á hvørjum degi, at bretskir diplomatar al- ment finnast at landsins stjórnarleiðara. Men nú hava 52 fyrrverandi sendi- harrar, hákommiserar og guvernørar skrivað eitt bræv, og tað er synd at siga, at teir halda nógv av bretska politikkinum í Irak ella bretska lutinum í frið- arroyndunum í Miðeystri. - Vit hava við veksandi stúran fylgt við tí politikki, sum tú hevur rikið í tøttum samstarvi við USA, bæði tá tað snýr seg um Irak og trupulleikarnar ímillum ís- raelsmenn og arabar, skriva teir millum annað í brævin- um til Tony Blair. Teir 52 fyrrverandi diplo- matarnir siga, at vónir vóru um frið í Miðeystri, tá Bush, forseti, kom við sín- ari ofta umrøddu friðarætl- an, men nú er eingin vón longur, siga teir. - Einki er gjørt fyri at fáa gongd á samráðingarnar ella at tálma harðskapinum. Bretland og hini londini, sum tóku undir við friðar- ætlanini, hava bara sitið hendur í favn og bíðað eftir, at USA fór at gera okkurt, men tey hava bíðað til fá- nýtis, skriva diplomatarnir. Teir finnast eisini hvass- liga at ísraelsku avgerðin at taka seg aftur úr Gaza, men ikki av Vestara Áarbakka, og teir fýlast eisini á, at amerikanski forsetin tók undir við avgerðini. Teir vilja vera við, at avgerðin er beinleiðis ólóglig, og teir siga seg ikki ivast í, at hon fer at krevja meiri ísraelskt og palestinskt blóð. - Misnøgd okkara við ísraelsku avgerðina gerst uppaftur størri, nú vit skilja, at tú hevur tikið undir við henni. Við hesum hevur tú slept teimum prin- sippunum, sum tey seinastu fýra árini hava verið grund- arlagið undir øllum altjóða royndum at fáa frið í Mið- eystri, skriva diplomatarnir. Teir eru minst líka hvass- orðaðir, tá tað snýr seg um kríggið í Irak. Teir vilja vera við, at teir, sum gjørdu av at leypa á Irak, høvdu als ikki gjørt sær greitt, hvat skuldi henda, tá Saddam Hussein var fallin. Og Blair verður lýstur sum ein, ið bara gongur aftan á Bush, og at Bretland onga ávirkan hevur havt á amerikanska politikkin - Eftir okkara tykki hevur júst slík ávirkan stóran týdning. Kunnu amerikan- ararnir ikki góðtaka bretska ávirkan, ella vilja teir ikki verða ávirkaðir, er eingin orsøk til at styðja ein poli- tikk, sum er miseydnaður frammanundan, skrivar teir 52 í brævinum til Tony Blair. Ímillum teirra, sum hava skrivað undir brævið, eru tríggir fyrrverandi bretskir sendiharrar í Irak, fleiri fyrrverandi diplomatar í arabiskum viðurskiftum, fyrrverandi ST-sendiharrar, fyrrverandi sendiharrar í Moskva og serligi bretski sendimaðurin í Afghanist- an. UTTAN ÚR HEIMI 2000 sjófuglar doyðu Umhvørvismyndugleik- arnir í Hordalandi í No- regi halda, at vanlukkan við farmaskipinum "Rocknes" fyri trimum mánaðum síðani kostaði umleið 2.000 sjófuglum lívið. "Rocknes" holvdist, júst sum skipið var á veg ígjøgnum Vatlestraumen nakað norðan fyri Berg- en tann 19. januar. Stein Byrkjeland, sum hevur eftirlitið við umhvørvin- um í Hordalandi, sigur við norska útvarpið, at bara nakrir fáir deyðir fuglar eru riknir upp á land, men á hesum leið- unum eru gjáir og holur, sum nógvur deyður fugl- ur kann vera rikin inn í. Við at samanbera sjó- fuglin nú og undan van- lukkuni er hann komin til, at einir 2.000 munnu hava latið lív. Stein Byrkjeland held- ur ikki, at tað ber til at tosa um eina umhvørvis- vanlukku, og hann vænt- ar ikki, at teir ymsu sjó- fuglastovnarnir hava fingið nakað stórvegis mein av tilburðinum. Húsaprísurin hækkar Í Danmark hevur húsa prísurin verið hækkandi tey seinastu árini, og sambært tølum hjá Real- kreditráðnum hækkar hann framvegis. Hækkingin er kortini ikki so stór longur, sigur ráðið. Prísurin á summ- arhúsum og øðrum frí- tíðarhúsum er hækkaður 3,3 prosent í ár, prísurin á vanligum sethúsum og raðhúsum er hækkaður 1,3 prosent, og íbúðirnar eru vorðnar 1,6 prosent dýrari síðani á nýggjárin- um. Tað er kortini ikki vantandi eftirspurningur, sum er orsøkin til tann lutfalsliga lítla prísvøkst- urin. Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru húsa- og íbúða- sølurnar 23 prosent fleiri í tali enn í sama árs- fjórðingi í fjør. Tølini hjá Realkredit- ráðnum vísa, at tann størsti prísvøksturin á vanligum sethúsum og raðhúsum hevur verið í Jyllandi. Í Norður- og Suðurjyllandi eru húsini vorðin 2,9 prosent dýrari, og í Ribe Amti er húsa- prísurin hækkaður 4,2 prosent hetta seinasta árið. Veðurmenn skulu sektast Ein ráðharri í Russlandi krevur nú, at veðurmenn, sum koma við skeivum forsagnum um veðrið, skulu rinda endurgjald. Sergej Shoigu, ið sum ráðharri hevur ábyrgdina av tilbúgvingini í sam- bandi við náttúruvan- lukkur, sigur, at hann fer at virka fyri, at veður- menn fáa bót, halda for- sagnir teirra ikki. Ja, hann er sinnaður at seta fram krav um, at óálít- andi veðurmenn kunnu fáa fongsulsrevsing. Ráðharrin kom við krøvum sínum í einari røðu, sum hann helt í býnum Irkutsk í síðstu viku. Serjeg Shoigu segði, at hvørja ferð veð- urmenninir boða frá eitt nú vatnflóð, senda mynd- ugleikarnir alla hugsandi útgerð á staðið. Tað kost- ar nógvar pengar, men heldur forsøgnin um vatnflóðina ikki, er tað eingin, sum hugsar um at revsa veðurmenninar, segði hann. Men nú skal annað skil koma á, lovaði hann. Margretha fær nýggjan bil Margretha drotning hev- ur gjørt av at keypa sær ein nýggjan bil í sam- bandi við krúnprinsa- brúdleypið í næsta mán- að. Frederiksborg Amts Avis skrivar, at drotn- ingin hevur keypt sær ein bil av slagnum Bentley Amage, og hann skal hon hava ístaðin fyri tann ellivu ára gamla Rolls- Royce Silver Spur II, sum hon hevur nýtt tey seinastu árini. Sambært blaðnum hev- ur tann nýggi bilurin ull- teppi á dúrkinum, alt inn- an er klætt við oksahúð, og borð og instrument- panel eru úr valnøtatræi. Bilurin vigar hálvttriðja tons og kann koyra 250 kilometrar um tíman. Sum vera man er øll nú- tímans útgerð í bilinum, sum sambært Frederiks- borg Amts Avis kostar umleið seks milliónir krónur. Fyrrverandi irakski forsetin fylti 67 nú um dagarnar. Eitt umboð fyri Reyða Kross var og vitjaði hann IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Hetta er aðru ferð, at um- boð fyri Reyða Kross hava tosað við Saddam Hussein, síðani amerikanararnir tóku hann tann 13. desember í fjør. Amerikanararnir vilja ikki siga, hvar fyrrverandi forsetin er, og tað vil Reyði Krossur heldur ikki. Tals- maðurin hjá Reyða Krossi í Geneve, Ian Piper, váttaði fyri Reuters í gjár, at eitt umboð fyri felagsskapin hevði verið og tosað við Saddam Hussein, men hvar teir hittust,. vildi hann ikki siga. Eitt umboð fyri Reyða Kross var og vitjaði Sad- dam Hussein fyri tveimum mánaðum síðani. Ta ferðina fekk umboðið eitt bræv við sær, sum Saddam hevði skrivað døtrum sínum, sum búgva í Jordan. Hvar tær báðar konurnar, tann triðja dótturin og tann yngsti sonurin eru, veit eingin at siga við vissu. Teir báðir eldru synir Saddams, Uday og Qusay, doyðu í skotbar- daga við amerikanskar her- menn seinasta summar. Saddam fekk vitjan á føðingardegnum Diplomatar geva Blair ein dyggan frammaná Tony Blair fær eina rimmar skortfleingju frá nógvum av teimum fremstu bretsku diplomatunum Mynd: Reuters NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Rithøvundurin William Heinesen (1900-1991) fekk tillutað "H.C. Andersens legat" upp á 10.000 krónur. Handanin fór fram á føð- ingardegi hansara 2. apríl 1979. Tað var nevndin í danska rithøvundafelagnum, sum tillutaði 79 ára gamla Willi- am Heinesen virðislønina. Onnur sum hava fingið hesa virðislønina eru t.d.: Tom Kristensen, Benny Andersen, Karl Bjarnhoff og Tove Ditlevsen. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1979 Dagurin 29. apríl. Pætur blóðvitnismaður, deyður í 1252. Dagurin hevur navn eftir einum dominikanamunki, sum varð myrdur av fíggindum í Milano. 10 ár eru síðani fyrsta harmonikutúrin við Norrönu, og í hesum sambandi er komin út fløga við 19 harmoniløgum HARMONIKUTÚRUR Nú eru liðin tíggju ár síð- ani, at fyrsti harmoniku- túrurin við Norrönu varð gjørdur. hesum helt Pauli Jacobsen tað vera hóskandi at gera nakað burtur úr – og tí er fløgan, »Harmoniku- túrurin«, vorðin veruleiki. – Hesin túrurin hevur stóran sosialan týdning – bæði fyri tónleikarar og ferðafólk, og tað skal vera mín vón, nú vit hava fingið nýtt skip, at undirtøkan verður eins góð og undan- farin ár, sigur Pauli Jacob- sen, sum hevur skipað fyri túrunum. Hann takkar øllum tón- leikarum, ferðafólkum o. ø., sum hava verið við til at gjørt hesar túrir minniligar. Á fløguni er 19 løg – eins og tað hevur verið vanligt at hava gestatónleikarar við á Harmonikutúrunum, so eru eisini gestatónleikarar við á fløguni, sum plátu- felagið Tutl hevur givið út. el »Harmoniku- túrurin« á fløgu Fløgan »Harmonikutúrurin« er komin út í sambandi við, at 10 ár eru liðin síðani fyrsta harmonikutúrin við Norrönu Fyri 25 árum síðan: William Heinesen fekk H.C. Andersens legat í 1979 Nevndin fyri Olaf Poulsens Minde hevur givið føroyska sjónleikaranum Olaf Johannessen Olaf Poulsens Mindelegat, sum er ein peninga- gáva á 30.000 krónur MENTAN Marjun Dalsgaard Mikudagin varð Olaf Poul- sens Mindelegat handað føroyska sjónleikaranum, Olaf Johannessen. Virðis- lønin hevur verið givin sjónleikarum í fleiri ár har í millum hava Bodil Kjær, Githa Nørby, Buster Lar- sen, Ulla Henningsen og Aksel Erhardtsen, í fjør varð hon handað Lars Mikkelsen. - Hetta er eitt herðaklapp, og eg eri sera fegin um tað, serliga tí tað kemur frá starvsfeløgum, og tað hev- ur stóran týdning fyri meg, at teir viðurkenna mítt ar- beiði, sigur Olaf Johannes- sen. Í nevndini fyri Olaf Poulsens Mindelegat sita sjónleikarir, journalistar og ein sakførari. Olaf Johannesen hevur so at siga fingið sjónleikin inn við móðurmjólkini. Hann var sum barn mangan í sjónleikarahúsinum við pápanum Eyðun Johannes- sen, og har sat hann fegin kvøld eftir kvøl og eyg- leiddi leikararnar, meðan teir vandu. - Eg var sera hugtikin av hesum, at tú kanst siga eina søgu við at brúka teg sjálv- an, og eg elskaði hendan serliga dámin í Sjónleik- arahúsinum, fortelur hann. Fyrstu fer Olaf stóð á palli, var hann 17 ár, tað var í leikinum Hatursfuglar, og stutt eftir hevði hann høv- uðsleiklutin í Skógardrong- urin. - Eg havi nokk altíð vit- að, at eg vildi vera sjón- leikari, men tað var ikki fyrr enn, eg var 18 ár, at eg gjørdi av, at tað skuldi vera mítt yrki - so fór eg á sjónleikaraskúla í 1982 - eg var annars í læru sum krambakallur, greiðir hann frá. Hann hevur altíð lati hugin stýrt yrkisleiðini, og tað førdi millum annað við sær, at hann takkaði nei til eitt starv á Kongaliga Teatr- inum, tí hann hevði fingið høvuðsleiklutin í Hamlet, sum skuldi setast upp í Århus árið eftir. - Tað var sera óheppið, serliga av tí at eg fyrst hevði sagt ja, men eg vildi so fegin royna Hamlet - eg så ein stóran møguleika í tí leiklutinum. Hugurin og forvitni er drívemegin, og tað hevur altíð verið tað, sum er avgerandi fyri meg, leggur hann aftrat. Lesið meira um sjón- leikaran, Olaf Johannes- sen, í stórari samrøðu í blaðnum í morgin. Olaf Johannessen fingið virðisløn Olaf Heine Johannesen Føddur 08.07.1961 Ùbúgvin á Sjónleikaraskúlanum í Odense í 1986 Århus Teater 1986-1994 Det Kongelige Teater fra 1994 til 2004 Á Kongaliga Teatrinum hevur Olaf Johannessen millum annað hevur verið við í leikunum Richard III, Livet er en drøm, Engle i Amerika I og II, Prinsen af Homburg, Kjartan og Gudrun, Jesus, Menneskereden, Fønikerinderne, Det’ skam hun er en mær, Fostbrødrene, Ci-vi-li-sa-tion, Gengangere, Sparekassen, Urene hænder, Celestina, Lyden af skyer og Den stundesløse. Á Århus Teater var hann millum annað við í Hamlet, har hann hevði høvuðsleiklutin, Roberto Zucco og Gengangere. Har umframt hevur Olaf Johannessen verið við í I hired a Contract Killer á Mammutteatret og Dæmonernes port á Odense Teater, eins og hann var við í Morten Korch sjónvarpsrøðini á TV2. Blá bók Majbritt Mohr er nýggjur formaður í Almanna- og heilsurøktarafelagnum. Hon avloysir Mamy Dahl Sørensen, ið hevur verið formaður seinastu tvey árini. Mamy er nú leiðari á Dagtilhaldinum í Klaksvík. Majbritt Mohr er 30 ára gomul, gift og eigur 3 børn. Hon varð útbúgvin almanna- og heilsuatstøðingur í Hillerød í 1998. Í nevndini eru nú: Majbritt Mohr, Tórshavn, formaður Mamy Dahl Sørensen, Viðareiði Marita Sivertsen, Klaksvík Sunneva Tyril, Norðragøtu Eyðna Hansen, Kaldbak Eykalimir eru: Elisabeth Hentze, Tórshavn Anna-Britt Eið, Hvalba Almanna- og heilsurøktarafelagið nýggjan formann Lesa meria um sjónleikaran, Olaf Johannessen, í stórari samrøðu í blaðnum í morgin C M Y K 13 12