Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 • hósdagur • 29. apríl 2004 • 78. árg. Ford Mustang, ið var ein av heimsins kendastu bilum í 60- unum, kemur eftir ætlan aftur á markn- aðin í sama stíli sum tá. Bilurin var fyrstu ferð sýndur alment fram á Detroit Motorshow 2003 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað vísir seg sum at nógvir av teimum gomlu klassik- arunum rísa upp aftur. Bilar sum BLMC Mini og fólkavognurin, VW New Beetle, eru dømi um tað. Nú er ætlanin at ein nýggjur Ford Mustang, sum minnir nógv um tann gamla, ið fyrstu ferð kom á marknaðin fyri 40 árum síðan, skal koma á markn- aðin í 2005. 17. apríl 1964 kom fyrsti Ford Mustang á ameri- kanska marknaðin. Bilurin verður ein 2+2 coupé við smáum barna- setrum og eisini líkist gamla Mustang innan. Motorarnir verða ein 4.0 litur V6 við 202 hk og ein 4,6 litur V8 við 300 hk. Seinni kemur ein Cobra útgáva við 400 hk. Um bilurin eisini kemur til Evropa er ikki heilt víst. Ein Renault 4x4 konseptbilur verður í hesum døgum roynd- arkoyrdur í Frak- landi. Eisini verður ein nýggjur Renault Twingo Space, sum eftir ætlan kemur á marknaðin seinni í ár, royndarkoyrdur BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Renault 4x4 er møguliga ein bilur, sum skal kappast við t.d. Toyota RAV-4, Land Rover Freelander, Honda CR-V ella Nissan X-Trail. Bilurin minnir mest um ein jeep við stórari fríhædd og stórum hjólum. Renault Twingo Space Renault Twingo Space, sum bilurin møguliga kemur at eita, kemur væntandi á marknaðin seinni í ár, møguliga sum avloysari fyri núverandi Renault Twingo, sum hevur verið á marknaðinum síðan 1993. Bilurin verður nakað minni enn Opel Meriva. Kelda: Bil magasinet Ford Mustang sum í gomlum døgum Nýggjheitir frá Renault Renault 4x4 konseptbilur við stórari fríhædd og stórum hjólum Renault Twingo Space verður møguliga navnið á hesum bilinum, sum eftir ætlan kemur á marknaðin seinni í ár Hesin Ford Mustang Coupé líkist heilt nógv teimum frá 60-unum. 15 14 Nr. 81 - 29. apríl 2004 Leygardagin verður buldur og brak av motorsúkklum, sum hittast í Havn fyri at koyra ein túr í Eystur oynna og aftur til Havnar. Væl eydn- aða afturvendandi tiltakið kallast Føroya MC-Boogie MOTORSÚKKLUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Leygardagin 1. mai verður fyrsta stóra tiltakið fyri motorsúkkluáhugað, sum verður nevnt Føroya MC- Boogie. Tað eru Føroya-MC og Føroya Ellisakfør, sum skiftast um at skipa fyri, og leygardagin er tað Føroya- MC, sum skipa fyri. Dentur verður lagdur á, at hetta tiltakið er fyri øll motorsúkkluáhugað. – Tær nýtist ikki at vera limur í nøkrum felag, tað er bara at møta upp, siga fyrireikararnir. Vanlia koma nógvar – bæði heilt gamlar og nýggj- ar súkklur til tiltakið, sum er skipað á tann hátt, at møtt verður við Shell-støð- ina við Ringvegin í Havn kl 11. Shell er høvuðsstuðul hjá Føroya-MC og bjóða kaffi og okkurt afturvið. Á Shell-støðini verður greitt frá, hvussu túrurin verður skipaður. Kl 12 verður farið avstað. Koyrt verður fyrst ein túr gjøgnum býin, síðani verð- ur farið norðureftir. Fyrsti steðgurin verður við Streymin, síðani verður koyrt til Elduvíkar, og eftir ein lítlan steðg verður farið víðari, soleiðis at komið verður til Shell-støðina í Gøtudali umleið kl 14:30. Har verður steðgað í um- leið ein tíma. Á Shell-støðini í Gøtu- dali verður kaffi at fáa og køkur afturvið um framt onkur stuttleikakapping. Síðani verður koyrt til Havnar – og endar tiltaki við veitslu í Kagganum kl 19. Buldur og brak av motorsúkklum Nógvar motorsúkklur verða at síggja í gøtunum leygardagin. Tær hittast á Shellstøðini við Ringvegin í Havn kl 11 leygarmorgunin, koyra runt í Havnini og inn í Eysturoynna, at steðgað verður á Shellstøðini í Gøtudali millum kl 14:30 og 15:30 C M Y K 14