hósdagur 29. apríl 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 81 - 29. apríl 2004
Nr. 81 - 29. apríl 2004
17
260 hk
Mazda6
Komandi ár kemur ein
sportslig útgava av
Mazda6 við 2,3 litur
motori og umleið 260
hk. Bilurin skal kapp-
ast við bilar sum t.d.
Alfa Romeo 156 GTA
Kelda: Bil Magasinet
Rolls Royce
handil í
Moskva
Tað hevði verið heilt
óhugsandi fyri nøkrum
árum síðan at Rolls
Royce, sum er ímyndin
av
kapitalismuni,
skuldu verða seldir
nærhendis Kreml í
Moskva. Í handlinum
er eisini ein gamal
Rolls Royce, sum Len-
in einaferð átti
Kelda: Bil Magasinet
Meiri orku
til Sorento
Kia Sorento við 4 syl.
2,5 litur motori fáa nú
meira orku, við tað at
s n ú n i n g s m o m e n t i
verður broytt frá 314 til
343.
Hestakreftirnar
vera tó framvegis 140
Kelda: Bil Magasinet
Komandi ár verður
núverandi VW Passat,
sum fyrstu ferð kom á
marknaðin í 1996,
skiftur út við ein heilt
nýggjan Passat, sum
líkist tí størra VW
Phaeton
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nýggi VW Passat kemur á
marknaðin um eitt ár. Talan
verður um ein bil, sum
verður bygdur yvir ein nak-
að størri VW Golf platt-
form.
Á núverandi Passat er
motorurin upp á longs,
meðan á tí nýggja stendur
motorurin upp á tvørs.
Bæði tað at motorurin
stendur upp á tvørs, og tað
at aksilfrástøðan verður
størri, ger at bilurin verður
væl rúmligari, uttan tó at
blíva størri uttan.
Undirvognurin
verður
eins og á Golfinum við
McPherson
fjaðraskipan
framman og multilink-
bakakslum. Servostýringin
verður elektrohydraulisk.
Nýggi Passat líkist nógv
tí størra VW Phaeton bæði
uttan og innan. Hann minn-
ir ikki sørt um Audi við
kølaragittaranum, sum fer
niður ímillum kúfangaran.
Designið er smart og kvali-
teturin verður á høgum
støði.
Bensinmotorarnir verða
av teimum nýggju FSI við
beinleiðis bensin-innspræ-
ning, og dieselmotorarnir
verða teir kendu TDI.
Nýggi Passat kemur fyrst
sum sedan og hálvt ár
seinni sum stationcar.
Nýggjur VW Passat í 2005
VW Passat 2005. Elegant og smart design sum eisini líkist núverandi Passat
Aftan líkist Passat serliga nógv VW Phaeton
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
PEUGEOT 306 GTI
Árg. juli. 99, Km
72.000. Telefon:
251800.
HONDA ACCORD
1,8I
Árg. aug. 98, Km
67.000. Bilurin er
sera væl hildin,
hevur el-rútar,
sleipikrók, píkadekk,
og heilársdekk á
felgum fylgja við.
Telefon: 313799 -
221158.
Kr. 89.500.
ROVER 827 COUPE DE LUXE
AUTOMATIC
Árg apr. 98, Km 28.000. Sera
vælhildin. Top modell: Bert koyrt
28.000 km. Klimaanlegg,
leðurinntrekk, sóltak, el-rútar, el-
spegl, fjarstýrt sentrallás, radio,
alufelgur, spoylarar v.m.
Sertilboð kr. 198.000,00
KIA SEPHIA II 1.5 SLX
Árg apr. 99, Km 71.000.
Kr. 86.000.
FORD ESCORT STATIONCAR
1.8 TURBO DIESEL
Árg okt. 97, Km 159.000. El-rútar,
framman, valnød instrumentbretti,
takboylar, sleipikrók v.m.
Kr. 66.000.
ROVER 620 SI
Árg Jun-99, Km 81.000.
Aircondition, alufelgur, fjarstýrt
sentrallás, el-rútar, el-spegl v.hita,
CD-anlegg, sleipikrók v.m.
Kr. 158.000.
SUBARU LEGACY 2.0 GL AWD
STATIONCAR. 4 HJÓLSTREKK
Árg Mar-98, Km 63.000.
Bakkisensor, 4 WD
v.reduktiónsgear, fjarstýrt
sentrallás, el-rútar, el-spegl, CD-
anlegg v.m.
Kr. 128.000.
DAEWOO LANOS 1.6 SEDAN
Árg Maj. 1998, Km 43.900.
Kr. 68.000.
SUBARU LEGACY 2.0 GL
AUTOMATIC
Árg 06 Sept. 1995, Km 96.000.
Sentrallás, el-rútar, el-spegl, radio
v.bandspælara v.m. Kr. 78.000.
Eyka tectylviðgjørdur.
Jónas Broncksgøta 15
Tel. 310600
Fax 310650
MAZDA PREMACY 2,0 TD
Árg feb. 01, Km 114.000. Turbo
diesel, air-con., fløguspælara, el-
rútar, el-spegl, fjarstýrt sentrallás
v.m.
Kr 138.000.
OPEL VECTRA, TURBO-DIESEL
Árg juli 98, Km 119.000. El-rútar,
el-spegl, hita í setrunum, CD,
fjarstýrt sentrallás.
Kr. 116.000.
VOLVO 440, 1,8
Árg 94, Km 183.000. Air-condition,
sentrallás.
Kr. 59.000.
FORD MONDEO, DIESEL
Árg feb. 95, Km 151.000.
Sleipikrók.
Kr. 69.000.
VOLVO 460 1,8
Árg sep. 95, Km 81.000.
Kr. 75.000.
VOLVO 440, 1,8
Árg jan. 96, Km 76.000. El-rútar, el-
spegl, hita í setrunum, VOLVO
sportfelgur, fjarstýrt sentrallás,
spoilara aftan.
Kr. 89.000.
MAZDA E2200 DIESEL
Árg mai 97, Km 121.000. Høgur.
Kr. 79000 v/MVG.
Sertilboð!!!
RENAULT KANGOO
Árg jul. 02, Km 24.700.
Kr. 135.000.
VOLVO 440, 1,8
Árg juni 95, Km 166.000. El-rútar,
sentrallás, eyka sett av dekkum.
Kr. 58.000.
GOLF TURBO DIESEL
Árg okt. 95, Km 214.000. El-sóltak,
Remus-tuningsútstoyt,
hæddarstillað førarasetur, v.m.
Kr. 84.000. – Nýsýnaður!
NISSAN ECO T-100
Árg des.96, Km bert 35000. Sum
nýggjur! Nú Kr. 79.000 + MVG.
Ger kvetti!
VOLVO S40 1.8
Árg okt. 01, Km 55.000. Sær út
sum nýggjur – Nógva útgerð.
Kr. 184.000.
Hoyvíksvegur
tel 322110
C
M
Y
K
17
16
– Arbeiðið gongur
sína gongd, sigur
Sjúrður Eliasen,
bygdarráðsformaður
í Leirvík
LEIRVÍK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bygdarráðsformaðurin
í
Leirvík, Sjúrður Eliasen,
sigur, at enn er grótbáturin
ikki farin at sigla úr Klaks-
vík við verjugróti til upp-
landið, sum nú verður lagt
út á Kráartanga.
– Men væntandi byrjar
siglingin rættiliga skjótt,
sigur hann.
Leirvíkar kommuna hev-
ur latið byggja ein veg
gjøgnum fjøruna og norður
á Kráartanga, har bygdar-
ráðið hevur samtykt at gera
eitt stórt uppland.
– Vit miðja eftir at fáa eitt
uppland, sum verður einar
14.000 fermetrar stórt.
Grótið, sum kemur úr
undirsjóvartunlinum, verð-
ur nýtt til útfylling, og síð-
an verður stórt grót lagt
sum verja, soleiðis at út-
fyllingin ikki skolar burtur
í uppgangi.
– Tað er hetta grótið, sum
flutt verður við grótbáti úr
Klaksvík.
Bygdarráðsformaðurin vís-
ir á, at grót úr tunlinum eis-
ini verður flutt um Leir-
víksfjørð til Klaksvíkar, og
síðan verður báturin aftur
fyltur í Klaksvík við stór-
um gróti, ið verður lagt
sum verja á Kráartanga.
– Soleiðis kemur báturin
at sigla lastaður báðar veg-
ir, tá ið siglingin byrjar, sig-
ur Sjúrður.
Hann veit ikki heilt ítøki-
liga, hvussu langa tið, tað
kemur at taka at fylla upp á
Kráartanga og vil í løtuni
ikki geva nakað boð uppá,
hvat tað kemur at kosta.
– Men arbeiði gongur
sína gongd, sigur Sjúrður
Eliasen.
Leirvíkingar fáa stórt uppland
á Kráartanga
– Arbeiðið at fylla upp á Kráartanga gongur sína gongd, sigur Sjúrður Eliasen,
bygdarráðsformaður í Leirvík
Mynd: Edvard Joensen