hósdagur 29. apríl 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 29. apríl 2004
19
Seinastu tvey árini
hevur Gunnleyg Berg
leikt hondbólt í Dan-
mark, og einki er at
ivast í, at hon verður
roknað sum ein á
grundstuðlunum á
liðnum, sum hesa
vikuna tekur lut í
Challenge-Cup kapp-
ingini
CHALLENGE-CUP
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mezzocorona, Italia: Ein av
leikarunum, sum tað uttan
iva verður roknað nógv av á
italiuferðini, er Gunnleyg
Berg.
Seinastu tvey árini hevur
hon talst millum útisetarnar
í føroyskum hondbólti, har
hon eitt skifti royndi seg hjá
samansetta
Skovbakken/
Brabrandt, sum tó nú er
farið í tvíningar aftur, og
sostatt bara eitur Brabrandt.
Gularótin hevur
manglað
Hóast hetta í sjálvum sær
hevur verið ein mennandi
avbjóðing hjá henni, so
dylir Gunnleyg ikki fyri, at
tað er ein spennandi av-
bjóðing, sum leikararnir
hava fingið, nú landsliðs-
hondbóltur
aftur
er
á
skránni.
- Tað er heilt víst, at tað
er nakað, sum hevur mangl-
að. Bæði tí, at tað er nakað
serligt at spæla á landslið-
num, men eg rokni so
sanniliga eisini við, at
støðið hevði verið hægri,
um talan alla tíðina hevði
verið um eitt aktivt kvinnu-
landslið. Til dømis eru jú
nógvir leikarar, sum fara
uttanlands í lestrarørindum,
og eg ivist ikki í, at fleiri
teirra høvdu gjørt meira við
hondbóltin, um tær eisini
høvdu havt landsliðið sum
eina gularót, sigur hon.
Á danskari
talentfabrikk
Og tá tosið fellur inn á
umstøðurnar at venja og
leika í Danmark, so dylir
Gunnleyg ikk fyri, at hesar
eru munandi betri, enn tær
eru í Føroyum.
Tá hon var við í saman-
setta liðnum, tók felagið lut
í bestu donsku deildini,
men nú hon er í Brabrandt,
er talan blivin um 1. deild-
arhondbólt. Ein støða, sum
tó er broytt, tí umskipanir
av donskum elituhondbólti
førdu við sær, at ikki færri
enn seks lið fluttu niður í
triðbestu deildina, og var
Brabrandt millum hesi.
- Talan er tó framvegis
um rímuliga høgt støði, og
málið hjá okkum er so
eisini, at vit innan tvey ár
skulu vera í næstbestu
deildini. Og hóast talan var
um at fara eitt trin niður, so
ivaðist eg onga løtu, tá eg
skuldi velja millum Skov-
bakken og Brabrandt. Bra-
brandt hevur altíð havt eina
støðu sum felag, ið alir
nógvar góðar leikarar, og
venjarin, sum vit her hava,
er uttan iva besti venjarin,
sum eg havi havt. So sjálv
haldi eg í øllum førum, at
eg framvegis fái nógv burt-
ur úr her í felagnum, sigur
hon.
Mugu halda
avtalurnar
Sum nevnt aðrastaðni her á
síðuni, so verður fyrsti
dysturin
hjá
føroyska
landsliðnum móti Belgia,
og tað líkist í øllum førum
eini stórari uppgávu.
Í
seinastu
Challenge
Trophy kappingini gjørdist
Belgia nummar tvey, so
talan verður í øllum førum
um eina veruliga styrkis-
roynd hjá okkara, nú tær
fyri fyrstu ferð taka lut í
hesi kapping.
Og fyri at meta um støðið
í kappingini, so er helst
eisini neyðugt við slíkari
styrkisroynd.
Kunnleikin til mótstøðu-
liðini er í øllum førum
minimalur,
men
hóast
hetta, so tykist tað ikki vera
nakað, sum nervar Gunn-
leyg tað heilt stóra.
- Vit mugu so bara fáa
okkara spæl at koyra. Vit
skulu fyrst og fremst hava
verjuna í gongd, og í aðrar
mátar mugu vit halda
okkum til tær avtalur, sum
vit hava gjørt. Megna vit
tað, so ivist eg ikki í, at
úrslitið fer at verða á eini
leið, sigur altso Gunnley
Berg at enda.
Álitið á
strikuni
Gunnleyg Berg ivast ikki í, at støðið í føroyskum kvinnuhondbólti kundi verið hægri, um landsliðsaktiviteturin hevði verið á
hægri støði seinnu árini
19
Nr. 81 • hósdagur • 29. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Dystirnir hjá Føroyum
28.04
15.30
Belgia-Føroyar
29.04
13.30
Føroyar-Ísrael
30.04
15.30
Letland-Føroyar
01.05
Fyrri plaseringsdystur
02.05
Seinni plaseringsdysturin
Talan var um eina
bæði langa og drúgva
ferð, áðrenn lands-
liðshópurin hjá
kvinnum av álvara
kundi fara at gera seg
til uppgávurnar í
Challenge-Trophy
kappingini
HONDBÓLTSFERÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Andalo, Italia: Yvirskriftin
kundi kanska sipað til
støðuna fyri góðum trimum
árum síðani, tá kvinnu-
landsliðið í hondbólti júst
hevði leikt tveir undan-
kappingardystir móti Svø-
ríki.
Síðani hevur nevnliga
onkra staðni millum lítið og
einki verið gjørt, til tess at
fáa eitt kvinnulandslið í
hondbólti, men nú verður
tó byrjað aftur.
Kilometra hædd
Og tað byrjaði so eisini við,
at kvinnurnar vórðu sleptar
upp á fjall. Andalo, har
landsliðshópurin heldur til í
Italia liggur nevnliga í
1.050 metra hædd, so hóast
veðrið í Norðuritalia hevur
verið av tí besta higartil, so
er tó avmarkað, hvussu
nógv av hitanum megnar at
leita sær upp í hæddirnar.
Áðrenn hópurin kom so-
mikið langt, so máttu tær tó
ígjøgnum eina hampuliga
drúgva ferð. Eftir at tær
síðani fríggjadagin í farnu
viku hava verið á eini stutt-
ari venjingarlegu í Dan-
mark, stóð útpurringin tíð-
liga á skránni týsmorgunin.
Longu 8.30 skuldi flog-
farið úr Kastrup á flog, og
sjálvandi skuldi check-in
við meira fáast frá hondini
undan hesum, og tí mundi
sólin valla hava sent fyrstu
strálurnar yvir danska høv-
uðsstaðin, áðrenn føroysku
hondbóltskvinnurnar vóru
á fótum.
Eftir eina flogferð á
knappar tveir tímar, skuldi
ferðalagið víðari til Andalo.
Hetta varð gjørt við bussi,
og tó at talan var um ein
góðan av slagnum, so kann
tað helst tykjast nakað
stríggið, tá tú beint eftir
tveir tímar í flogfari skalt á
tríggja tíma langan busstúr.
Ikki minst hjá roykjarunum
mundi tað kennast heldur
tungt, tí líka mikið hvar
eyguni leitaðu á Malpensa-
flogvøllinum,
so
stóð
»Viedeto fumare«, ella tað,
sum tey í Onglandi kalla
fyri »no smoking area«.
Royking ella ikki, so
koyrdi bussurin so skjótt,
sum alt viðførið var fingið
til høldar, og við einum ein-
støkum steðgi á vegnum,
gekk leiðin so úr Milano,
fram við vakra umhvørv-
inum við Garda-sjógvin og
so norður móti italsku
Alpunum, har steðgað varð
við Mezzocorona, har sjálv
kappingin fer fram.
Her stóð ferðalagið fram-
vegis við føturnar á impo-
neradni fjøllunum, sum
steyrrrætt stremba upp móti
himni, og tað skuldi eisini
vísa seg at vera ein ser-
stakur
busstúrur
eftir,
áðrenn skeltini hjá Regents
Hotel í Andalo sóust.
Tíggjutals vegbogar av tís
lagnum, sum danir rópa
»hårnålesving«
skuldu
rundast, áðrenn komið varð
til býin, og tað mundi næst-
an vera soleiðis, at leikar-
arnir nú vistu av, hvussu
Lance
Armstrong
og
hansara menn kenna seg, tá
teir stríða seg upp eftir
fjøllunum í stóru Tour de
France súkklukappingini.
Onkur av leikarunum fór
enntá at gremja seg um sjó-
verk, soleiðis sum stóri
bussurin vaggaði frá síðu til
síðu, men tíbetur gekk tað
ikki av álvara galið hjá
nøkrum teirra.
Lætt at byrja við
Soleiðis mundi klokkan
vera um trý seinnapartin, tá
hópurin loksins kom fram,
og eftir ein stuttan steðg,
har viðføri og annað kundi
fáast upp á pláss, gekk
leiðin aftur Mezzocorona,
har liðið longu týskvøldið
hevði fyrstu venjingina.
Sum so mundi talan tó
ikki vera um tað heilt stóra
trýstið
frá
venjarunum
báðum til hesa venjingina.
Heldur ráddi um at fáa rørt
bein og armar, sum nú í
mest sum heilan arbeiðsdag
høvdu sitið pinnastív á
bussferðini.
Mikumorgunin
hevði
landsliðið aftur møguleika
at venja, men Flemming
Raben og Rógvi Nielsen
gjørdu tó av, at leikararnir
skuldu hava frí hesaferð.
Ikki minst tí ein sera krevj-
andi dystarskrá stendur fyri
framman. Fimm dystir inn-
an fimm dagar er ikki tað,
sum leikararnir eru vanar
við heimanífrá, og tí mundi
hvíld eftir drúgvu ferðina
standa minst líka ovarliga á
ynskilistanum.
Hondbóltskvinnurnar
sleptar upp á fjall
Gott er at hava okkurt at tríva í á drúgvu bussferðini. Her er
tað Helena Dam Poulsen, sum roynir at stytta sær stundir við
lesnaði
Tað var ikki sørt, at smílini komu fram, tá landsliðshópurin loksins var komin upp á pláss í
Andalo
Týskvøldið hevði landsliðið so fyrstu venjingina í Italia, og longu mikudagin seinnapartin var fyrsti dysturin á skránni
C
M
Y
K
18