hósdagur 29. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 29. apríl 2004
21
Burtur við
javnleikum
Forsetin fyri altjóða fót-
bóltssambandið FIFA
vil gera enda á dystum,
sum enda við javnleiki.
Sepp Blatter sigur við
týsku
tíðindastovuna
SID, at eftir hansara
hugsan skulu allir fót-
bóltsdystir í framtíðini
avgerast.
– Allir dystir eiga at
hava ein vinnara. Tí eiga
vit at finna eina skipan,
sum allir fótbóltsdystir
skulu avgerast eftir. Tað
besta hevði kanska verið
at havt brotssparkskapp-
ing eftir vanliga leiktíð,
men eg er tilreiðar at
lurta eftir øllum hug-
skotum,
sigur
Sepp
Blatter.
ek
FCK nógvar
skaðar
FC Keypmannahavn er
rakt av nógvum skað-
um, nú endaspurturin í
superliguni verður sett-
ur inn. Thomas Røll,
sum hevur trupulleikar
við hælsinuni, kann eftir
øllum at døma ikki
spæla aftur í hesum
k a p p i n g a r á r i n u m .
Christian Lønstrup er
aftur skaddur, Michael
Silberbauer hevur eisini
fingið ein snudd, og
álopsspælararnir Martin
Bergvold, Peter Møller
og Sibusisu Zuma stríð-
ast eisini við ymsar
skaðar. Líkt er tí til, at
FCK av álvara fær brúk
fyri sínum breiða hópi,
og Todi Jónsson kann
rokna við at sleppa at
spæla í seinastu umfør-
unum.
ek
Giftast í brots-
teignum
Álopsspælarin hjá Vi-
borg, Søren Frederik-
sen, skal 5. juni giftast.
Tað er kanska ikki so ó-
vanligt fyri ein fótbólts-
spælara, men hann ætlar
sær at giftast í brotsteig-
inum á Viborg Stadion.
Hetta hevur hann fingið
loyvi til frá borgarstjór-
anum í Viborg, og eini
80 fólk eru boðin til
vígsluna.
Eisini í Týsklandi
hevur ein fótbóltsspæl-
ari líknandi ætlanir.
Toppskjúttin í bundes-
liguni, brasilski Ailton,
hevur sagt, at hann ætlar
sær at giftast á leikvøll-
inum hjá Werder Brem-
en, um felagið vinnur
týska meistaraheitið. Og
har sleppa øll viðhalds-
fólkini hjá felagnum til
vígsluna, hava tey hug
til tað.
ek
Malta kemur í august
mánaði til Føroya at
spæla fótbóltslands-
dyst ímóti Føroyum.
Hetta verður seinasti
partur av føroysku
fyrireikingini til EM-
undanspælið, har
Føroyar millum ann-
að skulu hitta Frak-
land
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Tann 18. august verður
landsdystur millum Før-
oyar og Malta spældur í
Føroyum. Hetta hava fót-
bóltssambondini í Føroyum
og á Malta avtalað.
Føroyingar skulu næstu
mánaðirnar fyrireikað seg
til EM-undankappingina í
fótbólti, sum byrjar í heyst,
og tað skal millum annað
gerast við einum dysti
ímóti Hollandi, sum verður
spældur fyrsta dagin í juni.
Seinasti parturin av fyri-
reikingini verður venjing-
ardystur ímóti Malta tann
18. august.
Ynsktu javnan dyst
Áhugin fyri at spæla venj-
ingardystir ímóti Føroyum
er vaksandi, men tað er
nógv, sum skal fáast at
passa saman, áðrenn ein
dystur kann spælast.
Hesaferð eydnaðist tað
við Malta, og tað var ikki
bara tilvildarligt, at tað
gjørdist júst Malta. Lands-
liðsvenjarararnir
ynsktu
sær ein dyst ímóti einum
landi við hesi styrki, so at
bæði Føroyar og mótstøðu-
liðið kunnu vinna dystin.
Hetta verður mett sum
góð avbjóðing áðrenn EM-
undankappingina, har Før-
oyar skulu spæla ímóti
sterkum
fótbóltstjóðum
sum Fraklandi og Írlandi.
Um vikuskiftið vóru
16 bogaskjúttar á ferð
í Hetlandi, har teir
luttóku í einari av
fyrstu kappingunum,
síðan Føroyar og Het-
land skrivaðu undir
mentunnaravtalu í
fjør
BOGASKJÓTING
Tíðindaskriv
North Atlantic Archery
Tournament varð skotin á
Clickimin Sport Center í
Lerwick leygardagin 24.
apríl við luttøku úr Før-
oyum, Hetlandi og Orkn-
oyggjunum - íalt 28 boga-
skjúttar.
Í bólkinum compound
fyri menn vóru 15 luttak-
arar, í recurve fyri menn 9
luttakarar, í compound fyri
kvinnur vóru 2 luttakarar
og í recurve fyri kvinnur
vóru 2 luttakarar. Tíverri
varð luttøkan av kvinnum
ikki serliga stór.
Skotið bleiv eitt Olymp-
iskt umfar, sum umfatar
tvey umfør á 70 metrum
sum innleiðandi, áðrenn
raðfestingin til fjórðings-
finalurnar varð staðfest. 8
teir bestu skjúttarnir komu
víðari. Í finaluumførunum
blivu skotnir 12 pílar.
Kvinnur
Í bólkinum recurve kvinnur
vóru Annika Vang og Rakul
Dam, báðar úr Føroyum.
Annika vann bæði inn-
leiðandi og í finaluskjót-
ingina.
Í bólkinum compound
kvinnur vóru Sigrid Vang
úr Føroyum og Sara Leith
úr Hetlandi. Sara vann
bæði innleiðandi og í
finaluskjótingina.
Menn recurve
Í bólkinum recurve menn í
innleiðandi
umfarinum
vóru føroysku luttakararnir
Hans Jørn Nielsen nr. 5,
Eirikur í Jákupsstovu nr. 7
og Bjarti F. Clementsen nr.
9.
Eirikur
skuldi
skjóta
fjórðingsfinalu móti nr. 2,
sum var ein Hetlendingur.
Úrslitið var 90-82 til het-
lendingin, sum seinni vann
bronsufinaluna.
Hans Jørn skuldi skjóta
móti nr. 4, sum var ein
orknoyingur. Úrslitið var
90-79 til Hans Jørn, sum
sostatt fór víðari til hálv-
finaluna. Her skuldi hann
møta hetlendinginum, sum
vann innleiðandi kapping-
ina. Hetta gjørdist ein sera
javnur dystur, sum Hans
Jørn vann 89-87. Í sjálvari
finaluni møtti Hans Jørn
enn einum hetlendingi,
úrslitið var 101-94 til
hetlendingin.
Endaliga finaluúrslitið
var, at Hans Jørn bleiv nr. 2
og Eirikur bleiv nr. 5.
Menn compound
Í bólkinum compound fyri
menn vóru 10 føroyingar
við í innleiðandi umfarin-
um, og av teimum kom
helmingurin víðari.
Per Holm Andersen skeyt
væl hendan dagin og lá á
fyrsta plássi við sama stiga-
tali, sum ein hetlendingur,
men Per hevði færri 10-arar
og bleiv hann tí nr. 2.
Schandorff Vang bleiv nr. 4,
Anders Jønsson og Albert
Dam vóru javnir í stigum,
men hevði Anders fleiri 10-
arar og bleiv nr. 5, Albert
nr. 6 og Jógvan Niclasen nr.
7.
Henda støðan til fjórð-
ingsfinalurnar viðførdi, at
Per skuldi møta Jógvani í
dysti, sum Per vann 106-99.
Schandorff skuldi møta
Anders í dysti, sum Schan-
dorff vann 109-95. Albert
skuldi møta hetlendingin-
um, sum bleiv nr. 3
innleiðandi og vann Albert
112-104.
Í semifinalunum møttust
Schandorff og ein hetlend-
ingur, hesin dysturin endaði
106-102 til Schandorff. Per
skuldi skjóta móti Albert og
endaði dysturin við sigri til
Per 110-106.
Í bronsufinaluni møtti
Albert
hetlendinginum,
sum Schandorff júst hevði
vunnið á og vann Albert
trygt. Tíverri hava vit ikki
fingið hetta dystarúrslitið
við.
Í sjálvari finaluni møttust
Per og Schandorff í einum
sera jøvnum og spennandi
dysti, har tað ongantíð vóru
meiri enn 2 stig á muni. Tá
síðsti pílurin var skotin, var
ivi um, um tað stóð á
jøvnum, men tá dómarin
fór fram til skivurnar
saman við skjúttunum, vísti
tað seg, at ein av pílunum
hjá Per júst nerti strikuna til
hægri stigatal. Við hesum
vann Per kappingina við
einum stigi - 108-107.
Liðkapping
Í dystarskjóting fyri lið
verða skotnir 27 pílar - 3
umfør á 3 pílar fyri hvønn
skjútta í 3 minuttir. Hetta
setir stór krøv til skjúttar-
nar, tí tað skal ganga skjótt.
Talan er um helvtar tíð í
mun til vanliga skjóting.
Í recurve vóru øll um-
boðaði og mannaðu Hans
Jørn, Eirikur og Annika
føroyska liðið, sum bleiv
nr. 2 við 164 stigum. Het-
land fekk 194 stig og
Orknoyggjarnar 148 stig.
Í compound vóru tað bert
Hetland og Føroyar, sum
kundu manna lið. Á før-
oyska liðnum vóru Per,
Schandorff
og
Sigrid.
Føroyar vann henda javna
dyst, sum endaði við 197-
194.
Føroyska ferðalagið, sum
taldi 19 fólk, kom aftur
mánamorgunin
við
Norrønu.
Smátjóð skal gera Føroyar
klárar til dystir við risar
Føroyar spæla í august mánaði fótbóltslandsdyst ímóti Malta.
Stutt aftan á byrjar EM-undankappingini
Føroyingar skutu í Hetlandi
Nógvir skjúttar vóru við í kappingini hjá monnum, men hjá kvinnum var luttøkan lítil
Per Holm Andersen vann
kappingina í compound, eftir
sera spennandi finalu ímóti
Schandorff Vang
Føroyska compound liðið - Sigrid Vang, Schandorff Vang og
Per Holm Andersen
21
20
Nr. 81 - 29. apríl 2004
Tað ber til at spara
fitt av pengum og at
tryggja sær bestu
áskoðaraplássini, um
pakkaloysnin verður
bíløgd innan hálvan
mai
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Tá ið Frakland 8. septemb-
er fer at spæla HM undan-
kappingardyst í Føroyum,
er tað rættuliga sannlíkt, at
nakrir av bestu spælarunum
í Europa fara at vera mót-
støðumenn hjá føroysku
landsliðsspælarunum.
Einki er at ivast í, at
áhugin fyri at vera eygna-
vitni til leikin, tá ið Henry,
Pires, Vieira og hinir fara at
spæla ímóti Póli, Jákupi,
Fróða og hinum, ella tá ið
Dávid fer at stríðast ímóti
risanum Goliati, verður
rættuliga stórur.
Nú er tað víst, at tað
henda dagin fer at kosta
meiri, enn tað nakrantíð
áður hevur gjørt at fara til
fótbólt í Føroyum, um ætl-
anin er at keypa atgongu-
merki við inngongdina.
Á
heimasíðu
síni,
football.fo, boðar FSF frá,
at prísurin við inngongdina
fer at vera 270 krónur fyri
vaksin og 100 krónur fyri
børn upp til og við 16 ára
gomlum.
Í HM undankappingini
skulu Føroyar spæla fimm
heimadystir. Prísirnir tykj-
ast vera ásettir eftir, hvussu
stórur áhugin verður rokn-
aður at vera. Ímóti Írlandi
verður prísurin við inn-
gongdina 250 krónur, og
ímóti Sveis, Kypros og
Ísrael er hann ásettur at
vera 200 krónur.
Pakkaloysn
Men tað er ikki neyðugt at
punga út við so stórum
upphæddum. Á heimasíð-
uni hjá FSF ber nú til at
keypa atgongumerkir til
allar dystirnar í senn og fyri
ein lægri prís enn tann, sum
er nevndur omanfyri. Til-
boðið stendur við til 15.
mai, og tað eru túsund av
bestu plássunum á lang-
síðunum, sum eru til sølu á
henda hátt.
Fyri atgongumerkir til
allar fimm heimadystirnar í
HM undankappingini er
prísurin 750 krónur fyri
vaksin og 250 krónur fyri
børn upp til og við 16 ára
gomul.
Um ikki so langa tíð
verður farið undir at selja
atgongumerki til einstøku
dystirnar í forsølu. Tá verð-
ur prísurin fyri dystin ímóti
Fraklandi 220 krónur, með-
an tað, sum tað er nevnt
omanfyri, fer at kosta 270
krónur at keypa atgongu-
merki við inngongdina –
um øll plássini ikki framm-
anundan fara at verða seld.
Sambært FSF heima-
síðuni verður dysturin 8.
september í ár ímóti Frak-
landi spældur á Tórsvølli.
Á heimasíðuni sæst ikki,
hvar hinir fýra dystirnir
verða spældir. Teir eru
hesir: Sveis 4. juni 2005,
Írland 8. juni 2005, Kypros
17. august 2005 og Ísrael 7.
september 2005.
Tað verður kanska
ikki so stórur trupul-
leiki at fáa flestu
útisetarnar við til
Sveis at spæla ímóti
Hollandi, sum tað
eina ferð tóktist at
fara at verða
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Ivin ella óttin fyri at mann-
fallið millum útisetarnar
skal gerast stórt, tá ið
landsliðið 1. juni skal spæla
ímóti Hollandi í Sveis,
tykist nú ikki at nýtast at
verða so stórur, sum hann
higartil hevur tókst at verið.
Nógv bendir á, at teir
tríggir landsliðsspælararnir,
sum eru í íslendskum fót-
bólti, kortini fara at fáa frí
til at fara við landsliðnum
til Sveis.
Fyrsta umfarið í ís-
lendsku landskappingini er
á skránni 15. mai. 1. juni
ella triðja hvítusunnudag
skulu
sambært
løgdu
skránni bæði feløgini, sum
hava føroyskar landsliðs-
spælarar í hópinum, spæla
landskappingardystir.
Akranes, sum hevur Julian
Johnsson á miðvøllinum,
skal henda dagin spæla á
heimavølli ímóti KA av
Akureyri, og Fram, sum
hevur Fróða Benjaminsen
og Hans Fróða Hansen á
liðnum, skal sambært løgdu
skránni spæla í Grindavík
týsdagin 1. juni.
Útilokar ikki luttøku
Julian Johnsson og liðfe-
lagarnir í ÍA komu mána-
dagin aftur til Íslands. Teir
høvdu í átta dagar verið á
venjingarlegu í Týsklandi.
Eitt nú spældu teir venj-
ingardyst ímóti Bochum.
Úrslitið var 1–1.
Tá ið vit spyrja Julian,
um hann roknar við at fara
við landsliðnum til Sveis
um ein mánað, so vísir
hann fyrst til skrivið, sum
felagið og hann sjálvur fyri
fleiri vikum síðani fingu frá
FSF.
– Einki er heilt víst her í
verðini og als ikki, tá ið tað
hevur við fótbólt at gera.
Men felagið hjá mær hevur
ongantíð fjalt yvir, at teim-
um dámar væl, at teir hava
ein føroyskan landsliðs-
spælara á liðnum. Tá ið
skrivið kom frá FSF, sum
boðaði frá landsdystinum
1. juni og at eg møguliga
fór at verða úttikin, nevndu
teir møguleikan, at dysturin
ímóti KA kanska kundi
flytast orsaka av hesum.
Sum eg havi skilt á Hans
Fróða og Fróða, so er tað
eisini møguleiki fyri, at
dysturin hjá Fram verður
fluttur, tí vit verða burtur-
staddir við landsliðnum.
Um tað verður soleiðis, so
verður eingin trupulleiki.
Hugburðurin hjá ÍA er so
mikið positivur fyri lands-
liðsfótbólti, at tað væl
kundi hent, at eg slapp av-
stað, sjálvt um dysturin
ímóti KA ikki hevði verið
fluttur, sigur Julian Johns-
son, sum altso heldur tað
vera sera sannlíkt, at hann
um ein mánað fer saman
við liðfeløgunum á lands-
liðnum suður til Sveis at
dystast
við
hollendsku
heimsstjørnurnar.
Ikki stórvegis
trupulleikar
Umframt teir tríggjar í Ís-
landi er talan um fimm
aðrar útisetar, sum mugu
roknast at hoyra til lands-
liðsferðalagið. Teir eru
Johan B. Hansen í Horsens,
Jákup á Borg í OB og so
teir tríggir í Fremad Amag-
er – Hjalgrím Elttør, An-
drew av Fløtum og Jann
Ingi Petersen.
2. hvítusunnudag, 31.
mai, sum er dagin undan
landsdystinum í Sveis, skal
Horsens spæla landskapp-
ingardyst
á
heimavølli
ímóti Silkeborg. Í løtuni
eru tað júst hesi bæði fe-
løgini, sum eru á tveimum
teimum ovastu plássunum í
1. deild. Fremad Amager
skal hvítusunnudag spæla á
heimavølli ímóti Randers
FC. Meðan Fremad Amag-
er stríðist fyri at sleppa
undan niðurflyting, stríðist
Randers FC um at fáa
annað uppflytingarplássið
frá Horsens.
Johan B. Hansen er fastur
maður á Horsens liðnum.
Tí er tað ivasamt, um tað
fer at bera til hjá honum at
fara burturfrá, tá ið so
týdningarmikil landskapp-
ingardystur verður á
skránni. Hjá hinum spælar-
unum í donsku kappingini
verður
talan
ikki
um
trupulleikar. Jákup á Borg
og OB og superligan gera
burturav sær mitt í mai, tí
danska landsliðið skal til
Portugal at luttaka í EM
endaspælinum.
Og
tað
verður um reppið, at teir í
Fremad Amager vera lidnir
at spæla, tá ið føroyska
ferðalagið hvítusunnudag
millumlendir í Kastrup –
um teir tríggir fara at sleppa
upp í part ímóti Randers.
Orsakað av landsdystin-
um í Sveis er føroyska
landskappingin løgd so-
leiðis, at eitt umfar í 1.
deild er á skránni hvítu-
sunnuaftan, meðan 2. deild
spælir 2. hvítusunnudag.
Hetta hevur við sær, at tað
fer at bera til hjá lands-
liðnum at fara av landinum
hvítusunnudag.
Einki hóvasták
Tá ið vit tosaðu við Henrik
Larsen, landsliðsvenjara,
um
henda
spurningin,
hevði hann ikki sett seg í
samband við útisetafeløgini
fyri at frætta, um tey vóru
sinnað at lurta eftir ynskin-
um, sum FSF hevði sett
fram í brævinum, sum teir
sendu fyri fleiri vikum
síðani, og tað segði hann
seg heldur ikki ætla at gera.
Tá ið vit í fyrradagin
spurdu okkum fyri á FSF
umsitingini, hvat teir vistu
um vánirnar fyri at fáa
útisetarnar við til Sveis,
upplýsti Ísak Mikladal,
FSF aðalskrivari, at lands-
liðsvenjarin hevði fingið
boð um at fylgja skrivinum
til útlendsku feløgini upp.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at tað varð roknað við,
at Henrik Larsen, soleiðis
sum landsliðsvenjarar ofta
plaga at gera, skuldi seta
seg í samband við feløgini
fyri at tosa við tey um at
geva føroysku spælarunum
loyvi at sleppa burturfrá.
Venjarin ásannaði, at
talan kundi gerast um ein
trupulleika, men hann helt
seg ikki kunna gera nakað
annað, tí 1. juni er ikki dag-
ur, sum av UEFA og FIFA
er avsettur til landsdystir.
Eftir at vit hava verið í
sambandi við Julian Johns-
son, kunnu vit staðfesta, at
tað tykjast vera vánir fyri,
at trupulleikin ikki verður
so stórur. Um Henrik Lar-
sen megnar at sannføra
venjaran hjá AC Horsens,
Kent Nielsen, sum hann
hevur spælt saman við á
danska landsliðnum um, at
tað hevði verið eitt gott
hugskot at latið Johan B.
Hansen fara við føroyska
landsliðnum suður í Alp-
urnar
at
renna
aftaná
Nistelrooy, so eru vánir
fyri, at føroyska manningin
verður so fræg, sum tað ber
til, tá ið Christian Høgni
Jacobsen og Jón Rói Ja-
cobsen ikki eru tøkir.
At spælararnir í Fremad
Amager ikki fáa so nógva
dystarvenjing, sum teir
áður hava fingið, heldur
Henrik Larsen ikki vera so
stóran trupulleika.
– Eg havi áður sagt, at
bestu liðini í føroysku
kappingini ivaleyst høvdu
megnað at hildið seg mið-
skeiðis í næstbestu donsku
deildini. Um Hjalgrím ikki
fer at spæla meiri á besta
liðnum, enn hann hevur
gjørt síðstu tíðina, so
verður hann ikki so væl
fyri. Men eg haldi ikki, at
hetta er so stórur trupul-
leiki, at hann ikki skal við
til Sveis. Hann og hinir í
Fremad Amager venja ofta
á grasi, og eg rokni við, at
Jákup á Borg er betri fyri,
enn hann nakrantíð hevur
verið, nú hann einar sjey
ferðir um vikuna venur
saman við teimum bestu í
OB og kanska fer at fáa
møguleikan á besta liðnum,
áðrenn kappingarárið verð-
ur liðugt, sigur Henrik
Larsen.
Íslendingarnir rokna við at fáa frí
270 krónur fyri at síggja fronsku stjørnurnar
Julian Johnsson heldur góðar møguleikar vera fyri, at hann og
hinir útisetarnir í Íslandi vera við, tá ið Føroyar fara at spæla
vinardyst ímóti Hollandi
Um tað ber til nú beinanvegin at leggja 750 krónur á borðið,
so ber til at rinda minni fyri hvønn EM
undankappingardystin á heimavølli, enn tað skal gerast, um
rindað verður við dyrnar
C
M
Y
K
20