mánadagur 24. juni 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
EB/Str.
4 (0)
kí
3 (1)
Jóannes Hansen
Høvuðsleikari, tá ið tað kósin
varð vend frá hóttandi tapi
og til EB/Streyma sigur, var
Arnbjørn Hansen. Hann varð
settur á vøllin fimm minuttir
eftir steðgin, og hann var við
í øllum málunum, tá ið EB/
Streymur í ein hálvan tíma
skoraði tríggjar ferðir og
harvið vann 4-3. Hann til
tuskaði sær brotssparkið,
sum var orsøk til, at KÍ mál
verjin varð rikin av vølli
og at Levi Hanssen mink
aði um munin til 3-2, og
hann átti uppleggini, tá ið
Leif Niclasen javnaði, og
tá ið klaksvíkingurin á EB/
Streyma miðvøllinum, Niels
Pauli Danielsen, fimm min
uttir undan dystarenda skor
aði sigursmálið.
– Eg eri øgiliga fegin um, at
Arnbjørn er við aftur. Hann
hevur so ofta verið munurin,
og tað veit eg, at hann eisini
fer at verða í framtíðini,
segði væl nøgdi Rúni Nolsøe,
sum hevði verið langt niðri,
áðrenn tað endaði á aldu
kambinum.
– Vit vóru vánaligir í 1.
hálvleiki, tá ið vit ansaðu
teimum illa, og teir leggja seg
framum 2-0. So verður Pætur
Dam Jacobsen útvístur, men
tá kennist tað sum um, at
vit fáa betur tak á tí, hóast
vit eru undirmannaðir. Vit
minka um munin, tá ið tað
resta átta minuttir av 1.
hálvleiki, og í steðginum hava
vit greiða fatan av, at hetta
fer at bera til. Síðstu løtuna
undan steðginum hildu vit
okkum hava sæð, at ungu KÍ
spælararnir, sum ikki hava
vunnið so nógv, høvdu hug at
leggja seg aftur á vøllin. Tað
var líka mikið, um tað var
2-1 ella 3-1, so vit gjørdu av
at leypa á, og tað eydnaðist,
sigur Rúni Nolsøe.
Talan var um øgiliga hend
ingarríka uppgerð. KÍ legði
fyri sum eitt ódnarveður,
hugflogið var stórt, og eftir
eitt korter vóru hvítklæddu
klaksvíkingarnir framman
fyri 2-0. Páll A. Klettskarð
var fyrstur á returbólti, tá ið
hann skoraði fyri fyrstu ferð
síðani 10. mai, og sera ágrýtni
og skilagóði Atli Danielsen
økti eftir hornasparksinnlegg
um leiðsluna.
Átta
minuttir
fyri
steðgin
gav
EB/Streyma
liðformaðurin Hans Pauli
Samuelsen sínum monnum
nýtt mót, tá ið hann minkaði
um munin, men fýra minuttir
undan steðginum var tað
vátur vøttur í andlitið, tá
ið Pætur Dam Jacobsen sá
reytt eftir nærdyst við Atla
Danielsen.
– Vit kendu okkum hava
tak á tí, og vit gjørdu nógv
rætt. Eftir steðgin øktu vit
um munin til 3-1, og hevði
tann støðan hildið sær í 5-10
minuttir aftrat, so ivist eg
ikki í, at vit høvdu vunnið,
men alt broyttist, tá ið vit
mistu málverjan, og teir
skoraðu upp á brotssparkið.
Tá trúðu teir meiri upp á tað,
men tað vóru marginalirnir,
sum avgjørdu, at tað endaði
4-3, heldur KÍ venjarin Eyðun
Klakstein.
Avgerandi støðan var, tá
ið KÍ málverjin Meinhard
Joensen sá reytt. Í nærdysti
við
innskifta
Arnbjørn
Hansen
gjørdi
málverjin
brotsspark, sum dómarin
eisini sektaði við reyðum
korti.
Unglingamálverjin
Fríði Sigurðsson varð skiftur
inn í KÍ málið, Levi Hanssen
umsetti brotssparkið til mál,
og so var ferðslan fyri tað
mesta einvegis ímóti KÍ mál
inum.
Venjararnir báðir høvdu
einki at finnast at dóm
unum, sum bóru við sær, at
teir mistu hvør sín mann.
KÍ venjarin harmaðist um,
at tveir av hansara monn
unum fóru skaddir av vøll
inum.
Fyrst
óføri
vong
verjin
í
høgru,
Gunnar
Christiansen, og síðani Álvur
F. Christiansen, sum varð
fluttur av framrættaða pláss
inum í høgru og aftur á vong
verjan, tá ið Gunnar noyddist
av vøllinum.
– Tað órógvaði okkum
nógv, at teir báðir noyddust
av vøllinum.
Tá ið KÍ skifti nýggja
málverjan inn, fór Heðin
Klakstein av vøllinum. Hann
hevur ikki áður havt nógvar
møguleikar at vísa, hvør
dugur er í honum. Hesa ferð
var hann á framrættaðum
miðvallarplássi, og tað var
hann, sum eftir fínt og skjótt
álop skoraði til 3-1, tá ið alt sá
gott út hjá KÍ.
Eyðun Klakstein og hans
ara menn hava tvær ferðir á
rað verið fleiri enn mótstøðu
menninir, men ikki fingið
nyttu burturúr:
– Hesa ferð vóru vit bara
eina løtu ellivu ímóti tíggju,
og tá øktu vit um leiðsluna.
Nú skulu vit til Fuglafirðar,
og hagar taka vit tað góða
við okkum, sum vit vístu í
dag. Ungu menninir vinna í
hvussu so er royndir, og eina
ferð fer tað at venda okkum
til fyrimunar.
Arnbjørn kom sá og sigraði
ÍF út í ljósið eftir 8 ár í skugganum
Eftir 4-3 sigur á heimavølli ímóti KÍ í gjár var EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe ógvuliga
fegin. Hann hevði sæð sínar menn vera aftanfyri 2-0 og 3-1, áðrenn tað vendi, og EB/
Streymur síðsta hálva tíman skoraði tríggjar ferðir og lyfti seg upp á bronsuplássið
fótbóltur effodeildin
Meinhard Joensen ■
Oddmar Marsten John Hammer
Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni
(Kristoffur Jakobsen, 37.)
Atli Danielsen Heðin Klakstein
(Fríði Sigurðsson, 59.)
Ivan Joensen Álvur F. Christiansen ■
(Sørmundur Kalsø, 57.)
Páll A. Klettskarð Hjalgrím Elttør
René Tórgarð
Egil á Bø Marni Djurhuus
Gert Hansen Rógvi E. Nielsen
Pætur D. Jacobsen ■ Levi Hanssen ■
Niels Pauli Danielsen
Gunnar Zachariasen Hans P. Samuelsen
(A. Hansen, 50.) (Jóhannes Hansen, 90.)
Leif Niclasen
EB/Str. - KÍ 4-3 (1-2)
0-1: Páll A. Klettskarð 7.
0-2: Atli Danielsen 16.
1-2: Hans Pauli Samuelsen 37.
1-3: Heðin Klakstein 55.
2-3: Levi Hanssen br 59.
3-3: Leif Niclasen 65.
4-3: Niels Pauli Danielsen 88.
Dómari: Petur Reinert
ÍF
2 (0)
Víkingur 1 (1)
Fuglfirðingar vóru sum nátt
og dagur, tá ið teir vendu
hóttandi tapi til sigur í
grannauppgerðini
ímóti
Víkingi.
Í
góðveðrinum
fríggjakvøldið bar einki til í
1. hálvleiki, tá ið víkingarnir
vóru grammari, funnu betri
hvønn annan og megnaðu
støðugt trýst á heimamálið.
Og í 11. minutti vórðu gest
irnir avroknaðir kontant.
Finnur
Justinussen
legði
flatt innfyri úr vinstru, og í
málteiginum stakk Hjartvard
Hansen, sum hesa ferð var á
sentrala miðvøllinum saman
við Heðini Hansen og Hanusi
Jacobsen, seg fram og stýrdi
bóltin í málið.
Stórur fagnaður millum
ikki serliga mongu Víkinga
áskoðararnar, og sum hálv
leikurin leið, kendist tað,
at um eitt mál skuldi koma
aftrat, so varð tað heldur tví
falding av leiðsluni talan fór
at verða um, enn at heima
liðið skuldi skorað.
– Vit høvdu gott tak á tí,
men eftir steðgin riggaði
einki. Tá løgdu teir øgiligt
trýst fyri dagin, og vit mugu
staðfesta, at vit ikki vóru
klárir at taka ímóti trýst
inum. Tvey mál vórðu skorað
úr málteiginum. Tað eigur
ikki at koma fyri. Vit eru í
aldudali, men nú mugu vit
reisa okkum fríggjakvøldið, tá
ið HB kemur á vitjan, staðfesti
Víkinga liðformaðurin Atli
Gregersen, sum rósti mót
støðumonnunum fyri teirra
avrik í 2. hálvleiki.
Fuglfirðingar
vóru
í
púra øðrum hami, tá ið
teir komu aftur á vøllin.
Mótstøðumenninir
vórðu
trýstir langt aftur á vøllin,
Høgni Zachariassen og Poul
Nolsøe Mikkelsen, sum loysti
leikbannaða Bartal Eliasen
av, høvdu gott tak á tí í mið
verjuni, og Øssur Dalbúð,
sum hesa ferð var fram
rættaður miðvallari, arbeiddi
øgiligt saman við Hera Nesá
og Boga Reinert Petersen:
– Vit avráddu í steðginum,
at hetta bar ikki til. Undan
steðginum var liðavrikið ikki
nóg gott og skipað, men tað
broyttu vit, vit skoraðu tvey
góð mál, og vit kundu havt
skorað fleiri, staðfesti Øssur
Dalbúð.
Útjavningini stóð Poul
Nolsøe Mikkelsen fyri. Fyrsta
málið í bestu deildini varð
veruleiki, tá ið hann við høvd
inum stýrdi hornasparks
innleggi úr vinstru í málið.
Og lítla løtu seinni var tað
Clayton Soares, sum við
høvdinum stýrdi innleggi úr
høgru frá væl upplagda Leivi
Joensen í málið.
Sum tíðin leið, breiddi
mótið og eldurin á vøll
inum seg eisini út millum
áskoðararnar, ið stórfegn
aðust, tá ið skilagóði Eiler
Rasmussen hevði bríkslað
fyri síðstu ferð. Tað var ikki
so undarligt. ÍF liggur trygt
á næstfremsta plássinum,
og í hesum førinum taldi
tað ikki minni, at tað loksins
eydnaðist at vinna á Víkingi
í Fuglafirði. Tað er ikki komið
fyri áður.
Síðani Víkingur sá dags
ins ljós í 2008, hava teir
fimm ferðir spælt lands
kappingardyst í Fuglafirði,
og hvørja ferð eru teir farnir
úr Fløtugerði við fullari
úrtøku. Men nú gekk tað
ikki longur. Einasti ÍF spæl
arin, sum minnist aftur á
heimasigur á gøtumonnum,
er ÍF liðformaðurin Høgni
Zachariassen. Hann var við,
tá ið ÍF 3. apríl 2005 vann
4-3 á GÍ. Men tað er søga. Í
dýrdarveðrinum hásummar
kvøldið 21. juni 2013 eydnaðist
tað fuglfirðingum loksins á
heimavølli at fáa bilbukt við
Víking, og tað varð feirað við
manér – bæði á vøllinum og
kring vøllin.
– Vit fegnast um støðuna,
men vit kundu verið tættari
toppliðnum. Men hjá okkum
er ikki annað at gera enn at
savna okkum um okkara
dystir, og hesin sigurin kenn
ist serliga søtur, var stað
festingin hjá Øssuri Dalbúð.
Og tað hoyrdist væl, at øll í
reyðu leguni vóru samd við
honum!
Geza Turi
Atli Gregersen ■ Erling Jacobsen
Bárður Hansen Dánjal Pauli Lervig ■
Hjartvard Hansen Heðin Hansen
(Ingi Sørensen, 77.)
Hanus Jacobsen
Filip Djordjevic Kaj Leo í Bartalsstovu ■
Finnur Justinussen
Jákup Mikkeslen
Poul N. Mikkelsen Høgni Zachariassen
Leivur Joensen ■ Jan Ó. Ellingsgaard
(Aleksandar Jovevic, 79.)
Bogi R. Petersen Heri Nesá ■
Hanus Thorleifsson Ari Ó. Ellingsgaard ■
(Jákup Johansen, 90.) (Nenad Saric, 69.)
Øssur Dalbúð Clayton Soares
ÍF - Víkingur 2-1 (0-1)
0-1: Hjartvard Hansen 11.
1-1: Poul Nolsøe Mikkelsen 56.
2-1: Clayton Soares 62.
Dómari: Eiler Rasmussen
Eingin dystarfrásøgn hesa vikuna,
vit taptu, heilsan Norðlýsið
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Eini 60 víkinga-sjónleikarar úr Íslandi vitja
í Føroyum í løtuni. Um Jógvan Martin Olsen
skiftir teir inn at spæla sjónleik, so kundi
Víkingur kanska fingið nøkur stig.
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: