Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 07Vestur 1 (0) HB 2 (1) Tað er ikki av ongum, at HB er topplið. Oddbjørn Joensen hevur so mangan sagt, at hansara lið altíð fer á vøllin fyri at vinna øll stigini, og at tað eigur at eydnast, um liðið vísir rætta hugburðin. Tvær tær undanfarnu ferðirnar hevur úrtøkan tilsaman verið eitt stig og einki mál. Í Sørvági vann HB 2-1, og talan var um arbeiðssigur á undirlagi, har fyritreytirnar ikki eru tær bestu at vísa tað slagið av fótbólti, sum HB liðið annars er kent fyri at vísa. Fyrstu løtuna gekk tað upp á stás hjá toppliðnum. Sein­astu ferðirnar hevur Kristin R. Mouritsen ikki ver­ ið millum teir fyrstu ellivu. Hesa ferð var stríðsmaðurin við góðu bóltevnunum á sen­ trala miðvøllinum frá fyrsta bríksli, og tað var hann, sum í 12. minutti setti hol á, eftir at eldri beiggin, Christian R. Mouritsen hevði spælt hann leysan. – Fyrsta hálva tíman høvdu vit gott tak á tí. Eftir at vit vóru komnir framum, spældu vit okkum í fleiri góð­ ar støður, har vit kundu havt økt um leiðsluna, men neyv­ leikin var ikki nóg stórur, og so var Andrass Gango sera stinnur millum 07 Vestur stólparnar, sigur HB mið­ verjin Gunnar Haraldsen. Tá ið ein hálvur tími var farin, javnaði fyrr­ver­andi HB spælarin Jovan Panic, tá ið hann av brots­teigar­mark­ inum eitt sindur til vinstru smekkaði bóltin framvið Teiti M. Gestsson í HB málinum. – Útjavnandi málið gav teim­um blóð á tonna, og fram ímóti hálvleikinum og størsta partin av 2. hálvleik gekk tað rættuliga javnt á. Men tíbetur eydnaðist tað okk­um at skora sigursmálið, tá ið tað restaðu fimm min­ utt­ir, staðfestir Gunnar Haraldsen. Undan hesum kappingar­ árinum flutti álopsspælarin Bárður Johnson Heinesen úr KÍ og til HB. Hann hevur ikki spælt so nógv á besta lið­num, og inntil í gjár hevði hann ikki skorað í lands­ kappingini. Miðskeiðis í 2. hálv­leiki varð hann skiftur inn, og fimm minuttir fyri dystarenda gjørdi hann mun. Símun Samuelsen sendi frí­ spark innfyri úr vinstru, og inni undir málinum var Bárður J. Heinesen fyrstur á bólt­inum, sum hann við høvdinum stýrdi í málið. 2-1 og HB hevur framvegis beina kós ímóti FM. – Vit fegnast um, at tað koppaði okkum til fyrimunar. Síðsta tíman var tað tætt og javnt, og tað hevði einki forgjørt verið, um heimaliðið hevði vunnið eitt stig, heldur Gunnar Haraldsen. Hjá 07Vestur er ikki væl statt. At AB í gjár vann fulla úrtøku ber við sær, at 07Vestur nú er aftast. – Vit vóru leingi væl við, og vit kundu bæði havt vunn­ið og í hvussu so er klár­að javnleik. Fram ímóti dystar­enda orkaðu teir betri, enn vit gjørdu, og tað var orsøk­in til, at tað endaði, sum tað gjørdi, heldur 07Vestur miðvallarin Eli Falkvard Nielsen, sum rósar Andrass Gango fyri gott avrik, serliga fyrstu løtuna tá ið HB fleiri ferðir var tætt við. Fríggjakvøldið fer 07 Vestur í Gundadal at spæla ímóti B36: – Tað er neyðugt hjá okk­ um at fáa stig, og vit hava góð minni úr Gundadali, har vit fyrr í ár megnaðu málleysan javnleik ímóti HB, staðfestir 07Vestur miðvallarin. joannes@sosialurin.fo B36 3 (0) Nsí 1 (0) Pætur Albinus Einans eitt tap seinastu 11 dystirnar høvdu ført við sær, at NSÍ fekk skutin fram um flestu liðini í stóra mið­felt­ inum í Effodeildini og undan hesum umfarinum fyri fyrstu ferð í ár var komið upp á triðja pláss í Effodeildini. Hesa góðu gongdina skuldu teir royna at halda fast við, tá ið teir vitjaðu B36 í Gundadali leygardagin. Valla skuldi tað gerast lætt. B36 var ósigrað á heima­vølli í Effodeildini í ár – ein sigur og fýra javnleikir søgdu hagtølini, samstundis sum teir hvítu úr Gundadali tykjast vera í eini betri løtu og ota seg uppeftir stiga­ talvuni. Linlig byrjan Tað mundi ikki vera tvær mein­ingar um, at upp­møt­ ingin hjá viðhalds­fólki var vánalig í Gundadali leygar­ dagin. Tað sindrið av við­ halds­fólkum, sum komin vóru til dyst, fingu í fyrra hálv­leiki heldur ikki nógv fyri pengarnar. Tað vóru nevniliga tvey ógvuliga varin lið, sum stund­ um borðreiddu við góðum smáspæli, men ikki megn­aðu at seta hvørt annað undir nakað, sum bara minti um trýst. Spælið gekk nógv aftur eftir vøllinum og eftir síðuni, og tá ið spælast skuldi fram­ eftir vøllinum vóru mistøkini nógv. NSÍ royndi at spæla seg fram til møguleikar umvegis vongspæl, meðan B36 royndi seg við umstillingum eftir at teir høvdu káprað bóltin. Hvørgan eydnaðist tað teim­ um væl, og hetta mundi vera ein av hálvleikunum í ár, har fæst málmøguleikar hava verið. 0-0 var eisini hóskandi úrslitið, tá ið leikararnir fóru undir tak. Álopsbogin spentur Venjararnir høvdu onga orsøk til at vera nøgdir við sínar leikarar í fyrra hálvleiki, og tað munnu leikararnir eisini hava fingið eina heilsan um í hálvleikssteðginum. Liðini høvdu nevniliga spent álopsbogan, serliga B36, meðan NSÍ tók meiri atlit í sínum álopsspæli og stund­ um kundi ein hugsa sær, at teir vóru nøgdir við ein javn­ leik. Seinni hálvleikur var ikki meiri enn tveir minuttir gamal, tá ið Gilli Sørensen gagnnýtti sín kvikleika væl og spældi til Jákup á Borg, sum tó rakti ov mitt á málverjan. Lukasz Cieslewicz hjá B36 og Árni Frederiksberg hjá NSÍ høvdu eisini hvør sínar atsóknir, men hesar endaðu ikki innanfyri rammuna. NSÍ hevði eisini í løtum gott álopsspæl, men tað tókt­ ist eins og B36-verjan hvørja­ ferð megnaði at verja fyri tí, sum var ávegis at gerast vanda­mikið. Mál rapaðu inn Fyrsta málið kom loksins tá ið eitt gott korter restaði í vanligu leiktíðini. Jens Joensen tóktist hava tamar­ hald á støðuni, men hann var óheppin, gleið og brádliga slapp Adeshina Lawal at renna rættiliga leysur í vinstru síðu. Hann sendi bóltin tvørturum til ein púra leysan Jákup á Borg, sum fekk innaru síðuna bóltin og umvegis stongina end­aði í málinum til 1-0 til heima­ liðið. Fýra minuttir seinni spældi NSÍ seg hegnisliga til eitt álop, sum endaði júst á sama hátt sum B36-málið. Árni Frederiksberg legði bólt­in yvirum til Klæmint A. Olsen, sum setti innaru síð­ una á bóltin – og so var 1-1! Síðani gingu bara tveir minuttir, áðrenn B36 aftur legði seg á odda. Hesaferð var tað umvegis eitt langt innkast, sum í fyrstu atløgu varð stútað víðari inn í NSÍ- feltið, har innskifti og blað­ ungi Benjamin Heinesen stút­aði bóltin í málið til 2-1 til heima­liðið. NSÍ sendi ímóti dystar­ enda Meinhard E. Olsen og Monrad Holm Jacobsen á vøllin í eini roynd at fáa út­ javn­andi málið, men hetta kom heldur at kosta teimum. Í yvirtíðini kundi Adeshina Lawal nevniliga sláa sigurin fastan, tá ið hann átti seinasta fótin á einum mótálopi. 3-1 til B36 gjørdist eisini enda­ liga úrslitið í einum dysti, sum byrjaði linliga og end­aði lívliga. NSÍ slepti ikki hond­ bremsuni fyrr enn teir vóru aftanfyri, og gav hetta at enda bakslag. Meðan NSÍ nú er dottið niður á 5. pláss, er B36 fram­ vegis ósigrað í Gundadali og er á 4. plássi. Málríkur dystarendi gav B36 sigurin Breiddin bjargaði HB Fyrri hálvleikur var ógvuliga tamur, meðan seinni var sera lívligur. Øll málini komu innan seinasta korterið, tá ið B36 við størri álopsvilja vann 3-1 ímóti einum spøkum NSÍ-liði í Gundadali leygardagin fótbóltur effodeildin Kristian Joensen Jens Joensen ■ Pól J. Justinussen J. Frederiksberg Einar Tróndargjógv ■ Andrass Frederiksberg Sjúrður Jacobsen (Monrad Holm Jacobsen, 80.) Magnus Olsen Árni Frederiksberg ■ (Meinhard Olsen, 78.) Klæmint A. Olsen Andy Olsen Tórður Thomsen Hørður Askham ■ Martin Pedersen Høgni Eysturoy Símun Joensen Robert H. Brockie Róaldur Jacobsen Jákup á Borg Gilli Sørensen (Høgni Midjord, 83.) Lukasz Cieslewicz (Benjamin Heinesen, 68.) Adeshina Lawal (Rasmus D. Sørensen, 90.) B36 - NSÍ 3-1 (0-0) 1-0: Jákup á Borg 74. 1-1: Klæmint A. Olsen 78. 2-1: Benjamin Heinesen 80. 3-1: Adeshina Lawal 90. Dómari: Alex Troleis Vit hava tveir teir bestu málverjarnar í landinum: Teit og Kaj Leo Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Hvat feilar B36, teir spældu ikki javnt? Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Teitur M. Gestsson Gunnar Haraldsen ■ Johan T. Davidsen Jógvan R. Davidsen Alex J. dos Santos (Bárður Olsen, 69.) Fróði Benjaminsen Kristin R. Mouritsen ■ Heini Vatnsdal (Pál Mohr Joensen, 85.) Christian R. Mouritsen Símun Samuelsen Andrew av Fløtum ■ (Bárður Johnson Heinesen, 69. ■) Andras Gango Tehé Aristide Emil Mikkelsen Petur G. Dalbø Gunleif Olsen (Torstein Mýlingstind, 66.) Evrard Blé ■ Jovan R.-Panic Eli F. Nielsen ■ Tór-Ingar Akselsen Ibrahima Camara Jákup Olsen (Holgar Durhuus, 62.) 07Vestur - HB 1-2 (0-1) 0-1: Kristin R. Mouritsen 12. 1-1: Jovan Panic 31. 1-2: Bárður Johnson Heinesen 85. Dómari: Rúni Gaardbo Myndir: Álvur Haraldsen