Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur valdi at geva Leivi Holm Joensen reyða kortið og tað var eisini at síggja til í ordan. Verri gjørdist støðan fyri argjamenn, tá Babacar Ndiour sendi frísparkið bein­ leiðis í málið til 1-1. Nú skuldi ein trú, at TB setti seg á dystin og fór at trýsta fyri at vinna, men eins og í Klaksvík fyri viku síðan, so spældi AB næstan betri við tíggju monnum. Morten avgerð Seinasti hálvi tímin var undir­haldandi, tí bæði liðini spældu fyri at vinna. AB skifti út, so Bjartur Kjærbo kom á vøllin, meðan TB um­skipaði seg við Babacar Ndiour sum fremsta manni. Helst mundi AB eiga tveir teir størstu málmøguleikarnar at koma á odda, tá fyrst Bjartur Kjærbo úr góðari støðu skjeyt uppum, og í aðru altøgu, tá Rói Danielsen stut­ aði á stongina. Avgerandi løtan kom lang inni í yvirtíðini, tá Rógvi Poulsen sendi hornaspark inn­fyri. Morten Overgaard, besti spælarin á vøllinum saman við Dion Splidt, setti høvdið á bóltin og stútaði hann í málið til 2-1. Gleðin var at fáa eyga á. Í næstan alt ár hevur tað koppað til fyrimuns fyri mót­støðuliðið hjá AB, men tríggjar dystir upp í slag hevur AB nú fingið stig, og tveir dystir upp í slag hevur AB skorað í yvirtíðini. Bjargingarbáturin hjá argja­monnum er flotaður, nú er spurningurin um teir klára at fáa nokk av luft í bátin? trondur@sosialurin.fo Eitt stig verri enn í fjør TB hevur tað framvegis gott á stigatalvuni, men teir eru eitt stig verri enn í fjør um sama mundi. Tað var eisini um hetta mundi, at TB spældi tólv dystir uttan at vinna. Hesum vilja Tvøramenn ikki síggja eina endurtøku av í ár. Ivan Stojkovic: 4 Kundi ikki gera nakað við málini hjá AB og spældi annars væl. AB hevði tveir stórar møguleikar at leggja seg á odda áðrenn avgerandi málið kom, men skotini raktu ikki innanfyri rammurnar. Teitur J. Olsen: 3 Spældi undir liðini á Óla Johannesen og kom sum so væl frá tí. Í uppspælinum var hann skilagóður og slapp sær væl av við bóltin. Óli Johannesen: 3 Hevði onkrar trupulleikar av Ahmed Keita í fyrra hálvleiki, men slapp snikkaleysur, tá Keita sá út til at hava vunnið nærdystin. Gekk sum altíð á odda og stýrdi væl. Babacar Ndiour: 4 Spældi væl í verjustøðu so leingi hann var í miðverjuni. Varð fluttur fram í álopið eftir reyða kortið til AB, men er ikki áleypari og tað sást nú eisini til eitt vist, men skoraði upp á frálíkt beinleiðis fríspark. Eirikur M. Ellendersen: 2 Var nokk tann spælari í verjuni hjá TB sum hevði størst trupulleikar av álopinum hjá AB. Varð eisini útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki. Martin Tausen: 3 Altíð ágrýtin í verjustøðu og innsatsurin lá ikki eftir á Argjum í gjár. Hevði tó ávísar trupulleikar av miðvøllinum hjá AB, sum munda vinna samlaða dystin. Rógvi Joensen: 4 Sjónligi liðskiparin gekk á odda á miðjuni og átti lut í tí mesta sum TB hevði. Tordi at biðja um bóltin og føra hann víðari. Ndende: 3 Ikki ein av bestu dystunum hjá miðvallaranum, sum hevði ringt at seta seg á dystin. Heldur ikki í avspælinum eydnaðist ikki eins væl og tað plagar. Nicholas Diverdics: 4 Var av betru monnunum hjá TB á miðvøllinum. Royndi at bjóða av tó uttan at tað eydnaðist so oftandi, so fekk hann lagt trýst á AB verjuna. Hevði helst størsta møguleikan í dystinum, tá hann stóð inni I fimm metrinum og stútaði, men Símun Rógvi bjargaði. Ragnar Tausen: 3 Átti lut í fleiri av álopunum hjá TB og riggaði væl í kombinatiónsspælinum, sum gav viðspælarum góðar møguleikar. Er komin seg eftir eitt sindur drúgvan skaða. Poul Ingason: 3 Mátti fara av vøllinum við trælæri tíðliga í seinna hálvleiki. Spældi annars væl í fyrra hálvleiki og brúkti kropsligu styrkina til sín fyrimun. Gjørdi mun, at hann fór av vøllinum, tí TB hevur ongan annan áleypara. Aron Sørensen: 4 Kom inn fyri Poul Ingason og var spælarin, sum framtvingaði reyða kortið. Hevði eisini eitt gott skot. Eitt gott innhopp. Teitur Justinussen: 3 Megnaði ikki at seta sín dám á dystin, men datt heldur ikki niður í millum. Dan Mortensen: Kom inn seinastu tólv minuttirnar og tað er ov stutt tíð at gera ein meting. Avrik: tøl 1 til 6 Tað var undirhald á Argjum í gjár. Hóast AB spældi við einum manni í undirtal í seinna hálvleik, so sást tað ikki aftur á dystinum, sum samanumtikið var ein fínur fótbóltsdystur. Skaðarnir hjá Poul Ingason og Sorin Anghel. Báðir hava stóran týdning fyri síni lið, so vónandi koma teir skjótt aftur. Ivan Stojkovic Óli Johannesen Babacar Ndiour Teitur Olsen Eirikur Magnusarson (Teitur Justinussen, 58.) Ndende A. Guéye Martin Tausen Rógvi Joensen Nicholas F. Diverdics Poul Ingason Ragnar Tausen (Aron Sørensen, 54.) (Dan Mortensen, 78.) Símun Rógvi Hansen Morten Overgaard Rói Danielsen Leivur H. Joensen ■ Beinir Ellefsen Mikkjal Hentze ■ Sorin Anghel (Hørður M. Mohr, 48.) Jobin Drangastein Dion Splidt Rógvi Poulsen (Karstin Højgaard, 90.) Ahmed Keita (Bjartur Kjærbo, 65.) AB - TB 2-1 (1-0) 1-0: Dion Splidt 19. 1-1: Babacar Ndiour 64. 2-1: Morten Overgaard 90.+4. Dómari: Lars Múller Myndir: Álvur Haraldsen Tak Morten Overtid Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: