Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Poul Ingason rann 5,3 kilometrar Poul Ingason spældi við »Adidas Speed Cell« chippinum, sum fortelur okkum, at hann í teir 54 minuttirnar hann var á vøllinum rann 5,3 kliometrar. 31 ferðir var hann í sprint ferð og toppaði við 26 kilometrum um tíman. Samanlagt rann hann 779 metrar í sprint ferð. Tað er í miðal 26 metrar fyri hvør sprint. H E S A V I K U N A fótbóltur effodeildin Símun Rógvi Hansen: 4 Kundi einki gera málið hja TB. Bjargaði væl tvær ferðir tá TB’arar vóru leysir. Stóð sum heild væl. Leivur Holm Joensen: 3 Varð fluttur út á høgra bakk fyri leikbannaða Jónas Stenberg og gjrdi tað fínt í verjustøðu. Hevði eisini onkra góða renning fram eftir vøllinum. Ger neyðbremsuna og fær reytt kort í seinna hálvleiki. Morten Overgaard: 5 Dagsins spælari saman við Dion Spildt. Gekk á odda í miðverjuni vann at kalla allar nærdystir. Skoraði avgerandi málið í yvirtíðini. Rói Danielsen: 4 Kundi eisini havt verið dagsins hetja, tá hann stutt frammanundan avgerandi málinum stútaði á stongina. Avrikið hjá Róa í miðverjuni var sannførandi. Beinir Ellefsen: 2 Hevði ikki sín besta dag á vinstra bakki. Hevði ilt við at raka sínar egnu menn í uppspælinum og stóð ikki so sterkur í nærdystunum. Jobin Drangastein: 4 Var besti maðurin á miðvøllinum í verjustøðu. Vann ein ørgrynnu av bóltum og slapp sær sum oftast skilagott av við hann eisini. Sorin Anghel: 4 Spældi væl og fylti nógv á miðjuni. Mátti út við skaða stutt fyri hálvleik. Mikkjal Hentze: 4 Spældi eisini ein góðan dyst við nógvum renningum inn um verjua hjá TB. Valdi tað einfalda, tá fekk bóltin á miðvøllinum og órógvaði TB miðvøllin allan dystin. Dion Splidt: 5 Er komin fyri seg eftir skaða og saman við Rógva Poulsen er hann við til at geva AB nakað í álopspartinum, sum teir ikki hava havt áðrenn. Skoraði eina perlu av einum frísparksmálið og helt væl upp á bóltin og tordi at bjóða av á vonginum. Rógvi Poulsen: 3 Hevði ikki sín besta dyst á vinstra vongi, men við góða bóltførleikanum heldur hann væl upp á bóltin og tað gevur liðnum luft. Er saman við Dion lykilin til at fáa fleiri mál. Ahmed Keita: 2 Gjørdi lítið um seg, men var eisini væl eftiransaður av Óla og Babacar, sum sluppu at halda og hála nakað nógv í AB framherjin onkra av ferðinum. Tykist so smátt kom í form, men manglar tað seinasta. Útskiftur tá AB fekk reytt kort. Bjartur Kjærbo: 4 Kom inn og gjørdi tað aftur hesa ferð gott. Er skjótur og orkuríkur og tað passar væl til AB, tá teir eru í undirtal ella skulu trýsta mótstøðuliðið. Skuldi havt skorað, tá Dion spældi hann leysan, men skjeyt uppum. Hørður M. Mohr: 4 Kom inn fyri Sorin Anghel og smæddist ikki. Var drúgvur í fleiri av nærdystunum, tá AB royndi at halda fast í álopinum. Avrik: tøl 1 til 6 AB 2 (1) KÍ 1 (0) Tróndur Arge – Argir Tað ber til. Tað halda argja­ menn í hvørtfall. Hóast teir aftaná 11 umfør bara høvdu tvey stig, so er luft komið í bjargingarbátin, sum nú flýtur betri enn bjarg­ingar­ báturin hjá 07 Vestur. Við tveimum sigrum og einum javnleiki hevur AB klatrað upp á níggjunda pláss við níggju stigum. Frástøðan til bjargingina er eisini minkað úr 11 stigum niður í sjey stig. Tað er framvegis langt á mál, men í seinasta dystinum fyri summarsteðgin fær AB vitjan av NSÍ. Eydnast tað aftur AB at vinna, so verður aftur spenningur um niður­ flytingina. Perlufríspark Argjamenn vóru uttan lið­ skip­aran Jónas Stenberg, sum sat uttanfyri fyri leik­ banni. Í hansara stað kom Leivur Holm Joensen, meðan Rói Danielsen kom inn í mið­ verjuna. Hetta riggaði bara væl. Poul Ingason og Ragnar Tausen sóu út til at vilja bjóða AB av. Einar tvær ferðir kom Poul Ingason í góðar støður eftir uppspæl frá millum annað Rangnari Tausen. Í hinum endanum varð Sorin Anghel feldur, tá hann hegnisliga sneiddi framvið Babacar Ndiour. Stutt uttan­ fyri brotsteigin sendi Dion Splidt frísparkið so beint upp í málhornið til 1-0. Ein perla av einum frísparki. Bæði Rógvi Poulsen og Sorin Anghel høvdu royndir á mál, meðan Nicky Diverdics fekk helst størsta møguleikan í dyst­inum, tá hann brádliga stóð púra leysur inni í fimm metrinum og stútaði. Onkurs­vegna stútaði hann á Símun Rógva, sum illa nokk megnaði at blinka áðrenn hann bjargaði. 1-0 í hálv­ leikinum. Reytt kort og mál Stutt fyri hálvleik rendi Poul Ingason saman við AB spælara og fekk sjónliga ilt í lærið. Tá hann kom út til seinna hálvleik var øllum greitt, at hann fekk ikki hildið fram og í hansara stað kom Aron Sørensen. Aron hevði verið á vøll­ inum í tíggju minuttir, tá hann bleiv feldur við beinari leið móti málinum. Dómarin mál í yvir­tíðini Annað vikuskifti á rað skoraðu argjamenn í yvirtíðini. Hesa ferð tryggjaði Morten Overgaard AB øll trý stigini í dystinum móti TB við stútara í evstu løtu Aftur