mánadagur 24. juni 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bummgjald á Sundi
Tróndur Sigurðsson
Býráðslimur í
Tórshavnar Kommunu
Skal Tórshavnar Kommunan
rinda fyri, at ein privat fyri
tøka fær atgongd til okkara
vegakervið?
Um Skálafjarðartunnilin
verður gjørdur sum Kári P.
Højgaard og samgongan ætla,
fer tað at hava við sær økta
ferslu. Tað gevur ikki bara
inntøkur til privatu eigarar
nar - tað hevur eisini við sær
útreiðslur fyri Tórshavnar
Kommunu, hvørs vegakervið
kemur undir størri trýst.
Hvør skal gjalda fyri
hetta? Borgararnir í Havn?
Ella tey, sum fáa inntøkurnar
av hesum privata tunnli?
Henda spurning mugu vit
í Tórshavnar Kommunu nátt
úrliga seta okkum. Sjálvur
helli eg til at krevja bumm
gjald frá teimum, sum fara
at nýta nýggju privatu far
leiðina.
Ferðslan runt í Havnini er
ikki optimal. Landsverk hev
ur heldur valt at prioritera
aðrastaðnis í landinum, hó
ast ferðslan onganstaðni er
so nógv sum júst í Havn.
Íbindingarvegurin
til
nýggja tunnilin er oman fyri
Hoyvíkina, har Tórshavnar
Kommuna hevur gjørt alt
vegakervið, sum kommunan
skuldi gera, men arbeiðið er
steðgað upp av Landsverki
og kemur tískil ikki víðari.
Henda farleið er alneyðug
fyri at hava trygga ferðslu í
høvuðstaðnum.
Eingin váði
Tað tykist eisini løgi, at vit
lóggeva fyri, at útlendingar
ikki skulu eiga í okkara ali
vinnu og fiskivinnu. Hetta
eru vinnur við sera høgum
váða. Men samstundis vilja
vit geva útlendingum ta
bestu og tryggastu íløguna -
við ongum vága!
Eg haldi sjálvur, at allir
tunnlarnir skuldu blivið lagd
ir í eitt felag, kanska eisini
saman við Standfaraskipum
Landsins, soleiðis at vit øll
í Føroyum gjalda fyri okk
ara samferðslu og á sam
haldsføstum
grundarlag
kundu útbygt farleiðina til
Sandoynna og víðari til Suð
uroyar.
Ístaðin velja vit at hava
fleiri nevndir, stóra og dýra
umsiting - og nu ein púra
privatan tunnil eisini...
Sambært keldum í Dimm
alætting kemur nýggi tunn
ilin at kosta føroyska sam
felagnum 2,5 milliardir. Enn
einaferð skulu vit gjalda fyri
sera vánaliga politiska stýr
ing. Og hvør rindar? Vanligi
borgarin!
Men vit í Havn rinda mest,
tí tað eru vit, sum rinda fyri
økta trýstið á vegirnar. Vit
skulu altso rinda, fyri at eitt
útlendskt felag kann tjena.
Tað hongur ikki saman.
Sjálvandi skulu vit útbyggja
samferðslukervið
Aksel V. Johannesen
formaður javnaðarfloksins
Javnaðarflokkurin
hevur
altíð tikið undir við sam
ferðsluútbyggingum
og
hevur mangan gingið á odda
at fáa tær framdar. Tí skal
eingin ivi vera í, at Javnað
arflokkurin
eisini
tekur
undir við at gera Skálafjarð
artunnilin. Men Javnaðar
flokkurin ynskir eisini, at vit
brúka vit og skil.
Alment ella Privat
Tað vit hava hoyrt í fjøl
miðlu_num er, at privata
felagið skal hava ein minsta
vinning árliga á 10% í 30
ár og hevur møguleika at
leingja hetta til 50 ár., um
vinningurin ikki er fingin
til høldar tá 30 ár eru farin.
Tunnilin kostar umleið 1,2
milliard at gera. 10% av 1,2
milliard í 30 ár gevur 3,6
milliardir. T.v.s ein saml
aðan prís á í minsta lagi 4,8
milliardir, ið brúkarin, - før-
oyingurin – skal gjalda fyri
íløguna.
Alternativið er, at eitt al
ment partafelag ger tunnilin.
Síðst almennu Føroyar tóku
lán, var rentan 1,6%, og met
ingar siga, at rentan til eitt
alment partafelag verður
í hægsta lagi 3%. Samlaða
íløgan verður tá 1,2 milliard
og umleið 600 milliónir í
rentuútreiðslum, um lánið er
yvir 17 ár. T.v.s. ein samlaðan
prís á 1,8 milliard. Landsverk
hevur í 2008 varliga mett ár
ligu inntøkurnar av Skála
fjarðartunlinum til umleið
100 milliónir (tað veldst sjálv
andi um hvør prísurin verð
ur), og tí kunnu allar út-
reiðslur uttan trupulleikar
gjaldast aftur eftir 17 árum.
Verður afturgjaldtíðin longd
so økjast rentuútreiðslurnar
við 36 milliónum fyri hvørt
árið Við øðrum orðum verður
privata loysnin í minsta lagi 3
milliardir dýrari fyri føroyska
samfelagið.
3 milliardir, sum Lands
stýrismaðurin sendir bein
leiðis í lumman á útlendskum
investorum í roynum pro
fitti, tá hann hósdagin vænt
andi fer at undirskriva sátt
málan. Profittur, sum vit før
oyingar annaðhvørt kundi
spart burtur ella uttan tru
puleikar brúkt til at fíggja
allar
tunnilsverkætlanir
komandi 20-30 árini. T.d.
Sandoyartunnilin, Hvalbiar
tunnilin,
Dalstunnilin,
Fámjinstunnilin, Gjáartunnil
in og tunlarnar Norður um
Fjall, sum Landstýrið annars
ætlar skattaborgarin skal rin
da umvegis sín skatt tá ella
um tunlarnir verða gjørdir.
Eitt skot í byrsuni
At hetta er einasta skot í
byrsuni, sum Kári P. Høj
gaard sigur, er tað royna
møsn, tí um politiski viljin
er til staðar, kann støða
takast til almennu loysnina
í morgin, og almenna felagið
kann stovnast longu í næstu
viku og fara í gongd við for
kanningarnar í heyst, so
klárt verður at bora í 2015.
Vit kunnu lata eitt alment
felag gera tunnilin, uttan at
ætlanin verður seinkað. Ein
asta treyt er, at Kári P. Høj
gaard og samgongan velur at
siga ja til hesa loysnina.
Váðin
Forkanningarnar verða mett
ar at kosta sambært Lands
verki í mesta lagi 10-20
milliónir, og sum so liggur
vágin bert í teimum, áðrenn
farið verður í gongd. Um
forkanningarnar
vísa,
at
tunnilin verður dýrari ella
í ringasta føri vísa, at tað
kanska reint tekniskt ikki er
møguligt at fremja íløguna, tí
hon verður ov dýr, so eru tær
milliónirnar sjálvandi mist
ar. Tá forkanningarnar eru
lidnar, er váðin fyri so vítt
burtur. Er tað skilagott at
gjalda 3 milliardir eyka fyri
at fáa ein annan at átaka sær
ein vága á 10-20 milliónir?
Tá ið tunnilin er bygdur, er
at kalla eingin vági til staðar.
Tunnilin fer ongan veg, og um
metingarnar hjá Landsverki
ikki halda, er spurningurin
bert,
um
afturgjaldstíðin
verður nakað longri.
Hví er tunnilin
ikki komin enn?
Orsøkin til, at tunnilin ikki
er gjørdir enn, er tann, at
politisku
flokkarnir
ikki
hava verið samdir, um tunnil
in skuldi gerast av einum
privatum ella einum almenn
um felagi. Tú kanst geva
flokkunum, sum vilja eina al
menna loysn skuldina fyri at
privata loysnin ikki er framd,
men man kann eins væl geva
flokkunum, sum vilja eina
privata loysn skuldina fyri,
at almenna loysnin ikki er
framd. Eg haldi tó, at teir
flokkar, sum ynskja eina
loysn, sum verður í minsta
lagi 3 milliardir dýrari fyri
føroyingar og føroyska sam
felagið, skulu hava óalmindi
liga góð argumentir fyri, hví
tey vilja tað loysnina, heldur
enn almennu loysnina.
Spurningurin er um
vit vilja brúka vit
og skil ella ikki
Mær vitandi taka allir flokk
ar á tingi undir við at gera
Skálafjarðartunnilin. Spurn
ingurin er tí ikki, um vit vilja
Skálafjarðatunnilin ella ikki!
Spurningurin er, um vit vilja
brúka vit og skil ella ikki!
Vilja vit ein tunnil fyri umleið
4,8 milliardir ella ein tunnil
fyri umleið 1,8 milliard?
Sosiali profilurin
Vit
sum
eru
vinir
við
løgmann á Facebook hava
umvegis Facebook fingið at
vita, at løgmaður fegnast um
loysnina hjá Kára P. Højgaard,
landstýrismanni.
Sami
løgmaður,
sum
heldur, at vit ikki hava ráð
til at játta 2 milliónir meira
til eldrarøktina, ikki hava
ráð til nakrar fáar milliónir
til skipini hjá Vaktar- og
Bjargingartæanstuni, so tey
kunnu keypa olju og harvið
loysa frá kaj, og ikki hava
ráð til at hjálpa teimum
fíggjarliga hart sperdu á
niðastu rókunum, heldur vit
hava ráð til at blaka umleið
3 milliardi eftir nøkrum
donskum investorum. Púra
óneyðugt. Eg skilji væl, at
Samabandflokkurin er farin
at leita eftir sosiala profili
num.