mánadagur 24. juni 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Útgangsstøðið í fiskivinnuni
Tað hevur neyvan verið so
nógvur fiskur við Føroyar sum
nú og ongantíð hava føroysk
skip fiskað so stórar nøgdir í
Føroyskum øki sum í dag. Hetta
kemst av tí “sunami-líknandi
flóðaldu” av uppisjóvarfiski,
sum kemur inn í føroyskt sjóøki
av makreli, sild, svartkjafti og
gullaksi.
Vit eiga sjálvandi okkara
part av hesum fiskastovnum.
Vit hava gjørt avtalur um
svartkjaftin, men tá ongin av
tala fekst um makrel og sild,
hava vit ásett okkum sjálvum
150.000 tons av makreli og
105.000 tons av sild. Henda av
gerðin meti eg verða rætta, tá
ongin avtala kundi fáast við
hini strandalondini.
Hesar fiskakvotur eru fígg
jarliga grundarlagið fyri tey
skip, sum fiska uppisjóvarfisk.
Við tað, at hesi skip hava ment
eina móttøkuskipan umborð,
sum ger tað gjørligt at føra all
an fiskin við góðari góðsku til
lands, at verða virkaður til mat
na, so gevur hetta nógv arbeiðið
á virkjunum á landi, minkar um
arbeiðsloysið og gevur øktar inn
tøkur til land og kommunur og
økir um okkara útflutning.
So langt er hetta ein sólskins
søga fyri alt tað føroyska sam
felagið. Tí er tað ein stór polit
isk uppgáva at forða fyri, at tær
hóttanir, í formi av handilsbanni
frá ES og Norra móti Føroyum,
ikki gerast veruleiki.
Ávirkanin av
uppisjóvarfiskinum
Tað er heilt natúrligt, at henda
ógvusliga innrás av makreli,
sild, svartkjafti og gullaksi, hev
ur sína ávirkan á tilgongd og
vakstrarmøguleikar hjá botn
fiskastovnunum undir Føroy
um.
Tá makrelur kemur inn í før
oyskt sjóøkið, inn á føroyska
landgrunnin, ja heilt inn á firðir
nar, í jagstranini eftir føði, fyri
at eta seg feitan í føroyskum
sjóøki, so gloypur hann øllum,
sum “rekur fyri kjaftin”, so sum
æti, brisling, toskayngul, húsu
yngul o.a. Hetta gongur út yvir
botnfiskastovnarnar undir Før
oyum – og tað kann prógvast.
Sama er við sildini og svart
kjaftinum, sum eisini koma í
stórum nøgdum inn í føroyskt
sjóøkið, og føða seg við tí æti o.a.
sum er í sjónum.
Avleiðingin er, at tað verður
ein avmarkað nøgd av føði til
botnfiskasløgini undir føroyum,
og tá t.d. makrelurin etur bæði
føðina og toska- og hýsuyngul,
so verður tilgongdin av toski,
hýsu og upsa so gott sum eingin
- ikki orsakað av veiðutrýsti frá
heimaflotanum - veiðutrýstið
hevur ongantíð verið so lítið
sum seinastu tíðina, men veiðan
er lág heldur av natúrgivnum
umstøðum. Tí meti eg, at so
leingi vit hava slíka nøgd av
uppisjóvarfiski í føroyskum sjó
øki, verður tilgongdin til botn
fiskastovnarnar sera avmark
aður.
Betra veiðumøguleik
ar hjá heimaflotanum
Eg rokni ikki við, at botnfiska
stovnarnir
undir
Føroyum
koma at vaksa nakað av týdn
ingi, so leingi vit hava hesa veld
ugu innrás av uppisjóvarfiski á
hvørjum árið.
Tí er neyðugt, at vit útvega
heimaflotanum, sum er grund
arlagið fyri, at arbeiðið er á
flakavirkjunum,
betri
veiði
møguleikar og rættindi aðra
staðir, t.d. í Íslandi, Grønlandi,
Flemish Cap, Norra, Ruslandi
o.a., so skip, manningar og fiska
virki fáa fíggjarliga úrtøku av ar
beiði sínum.
Her vil eg vísa á Flemish Cap,
sum er ein sonn sólskinssøga
fyri línuskipini, manningar
og flakavirki í Føroyum, sjálvt
um tað vóru nógv sum hildu,
at hetta við línuskipunum á
Flemish Cap ikki lat seg gera, og
sjálvt um arbeiðið í Fiskimála
ráðnum langt frá var nøktandi
viðvíkjandi kvotuni á Flemish
Cap o.a.
So latið okkum halda fram
við at betra um møguleikarnar
hjá fiskivinnuni og alivinnuni -
tí á hesum økjunum eru vit teir
bestu.
Skálafjarðatunnilin - gullegg til útlendskt felag!
Bjørt Samuelsen
løgtingkvinna
Einasta orsøk til, at eitt út
lendskt pensjónsfelag vil gera
íløgur í Skálafjarðatunnilin
er, at avkastið verður risa
stórt og at tað er ein sera
trygg íløga. Kári P. Højgaard
og landsstýrið mugu greiða
Føroya fólki frá, hví tey vilja
senda 100tals milliónir av
landinum at ríka útlendsk
felag, heldur enn at brúka
hendan pening til at útbyggja
føroyska samfelagið fyri.
Eitt pensjónsfelag hevði
ikki so mikið sum umhugsað
at gjørt íløgu í føroyskan und
irsjóvartunnil fyri eina mill
iard, mettu tey ikki íløguna
koma aftur við dyggum av
kasti, og mettu tey hana ikki
at vera nærum 100% trygga.
Tí slíkar pengar spælir ein sær
ikki við. Men Kári P. Høgjgaard
spælir sær veruliga við virðini
hjá føroyingum, tá hann um
fáar dagar fer at undirskriva
avtalu, sum bindur landið 50
ár fram í tíðina.
Vit hava eftirhondini drúgv
ar royndir við bygging av und
irsjóvartunlum. Tann, sum setir
seg inn í hetta mál, finnur skjótt
útav, at tað als ongar haldgóðar
grundgevingar eru fyri, at júst
hesin tunnilin skal vera priv
atur. Tvørturímóti. Tí av øllum
verandi og komandi tunlum, er
hesin tann, sum fíggjarliga ber
seg so nógv best. Eitt alment
partafelag, sum stendur fyri
byggingini, fær lættliga lán til
íløguna, og til eina betri rentu,
enn eitt privat felag. Árligu
inntøkurnar vera væl oman
fyri 100 mio, og sostatt ríkiligar
til at bera eitt stórt lán. Og har
umframt brúka vit ein kendan
leist – sum vit longu hava góðar
royndir av, við tunnilsfeløg
unum vit longu eiga.
Lógin um privatan eink
arætt til at byggja og reka
Skálafjarðatunnilin
(tingmál
161/2009, samtykt í mai 2010) sig
ur púra greitt, at um P/F Skála
fjarðatunnilinum, sum lógin
varð smíðað til, kortini ikki
megnar at lyfta uppgávuna,
so kann landsstýrismaðurin
lata annað privat felag átaka
sær uppgávuna – men, tað skal
gerast í fríari kapping.
At
landsstýrismaðurin
sjálvur hevur leitað eftir møgu
ligum áhugaðum, hevur einki
við fría útbjóðing at gera, og tí
er sera ivasamt, um hann er
røttu megin lógina.
Gullegg givið burtur
Í sambandi við lógina um
einkarætt metti ráðgevara
fyritøkan Deloitte, at verkætl
anin fyri skatt kann bera 9,3
% í avkasti av samlaðum kapi
tali og 15% av eginpeninga
avkasti. Fleiri, teirramillum
Kappingarráðið, vístu í vinn
unevndini tá á, at hetta tykt
ist vera eitt munandi størri
avkast, enn tað váðaavkast,
sum hevði verið rímiligt, í eini
verkætlan, sum er rættuliga
trygg.
Tess hægri avkast, privata
felagið tryggjar sær, tess
meira skal brúkarin sjálvandi
gjalda.
Innlendismálaráðið
og KPH tykjast fylgja hesum
leisti, og hava møguliga lagt
enn meira omaná til privata
felagið. Hetta merkir, at oman
fyri eina milliard fara at verða
send av landinum og niður í
útlendskar lummar. Og í heili
50 ár koma føroyingar ongan
ræðisrætt at hava yvir einum
sentralum parti av okkara in
frakervi.
Landsstýrismaðurin hand
lar
fullkomiliga
eftir
egn
um huga. Hann fer uttanum
fremstu serfrøði hansara –
Landsverk. Hann hevur ongan
politiskan fylgibólk havt at tryg
gja politiska undirtøku. Hann
fer uttanum sína egnu sam
gongu. Hann fer uttanum fólk
avalda Løgtingið, hóast talan er
um størstu íløgu í okkara infra
kervi nakrantíð! Og hann letur
útlendska felagið seta treytirnar
fyri samráðingunum – eisini, at
einki má vera alment fyrr enn
avtalan, sum er bindandi í 50 ár,
er undirskrivað.
Sleppur eitt landsstýrisfólk
væl frá slíkum ábyrgdarleys
um arbeiðslagi, hevur okkara
fólkaræði enn einaferð tapt. Tí
skal tað vera mín vón, at allar
góðar kreftir vilja vera við til at
tryggja, at ovurstór virðir ikki
verða avreidd av landinum –
enntá uttan parlamentariska
viðgerð.
Ert tú fátøk/fátækur?
Bergur A. Dalsgarð
Landsstýriskvinnan í sosial
málum í Danmark setti fyri
tveimum vikum síðani í gildi
ein frymil fyri, hvussu fátækr
adømi kann roknast út.
Frymilin er soleiðis: Tey,
sum tjena minni enn helvtina
av miðinntøkuni, eru fátøk.
Spurningur:
Hvat merkir miðinntøka,
og hvussu høg er hon?
Stutta svarið:
Miðinntøkan er tann vanlig
asta ársinntøkan í landinum,
og miðinntøkan í Føroyum er
umleið 218.000 krónur.
ERT TÚ FÁTØK/FÁTÆK
UR?
Ert tú ein av teimum, sum
hevur eina ársinntøku uppá
minni enn 109.000 krónur, so
hevði tú verið fátøk/fátækur,
um danski frymilin varð brúkt
ur í føroyskum viðurskiftum.
Frymilin verður brúktur
upp á øll, sum hava arbeiði og
eru eldri enn 15 ár.
Hvat skal hetta brúkast til?
Fátækramarkið er upp
runaliga eitt vinstravent hug
skot, og sostatt hevur Javnað
arflokkurin altíð tikið undir
við at áseta eitt fátækramark.
Hugskotið gongur út uppá, at
tað politiska valdið (stjórnin)
má hava hagtøl fyri støðuna
í landinum, so tað ber til at
gera okkurt frá politiskari
síðu fyri at skapa javna í sam
felagnum, og harvið fyribyrgja
fátækradømi. Í nýggjari tíð
hava bæði vinstra- og høgra
vendir flokkar víst seg at vera
áhugaðir í at fáa ásett eitt fá
tækramark, men tað gevur
ikki meining, at høgravendir
flokkar stuðla uppskotinum,
tí hvat skulu hagtøl fyri fá
tækradømi brúkast til, um
viljin til at viðurkenna og basa
fátækradøminum
gjøgnum
tað almenna ikki er til staðar?
Hvussu skal tað brúkast?
Við at hava ein ítøkiligan
hátt at rokna fátækradømi
út, kunnu politikararnir ikki
tosa seg burtur úr, at tað finst
fátækradømi. Sostatt verður
politiski myndugleikin av
bjóðaður til at finna eina
loysn upp á fátækradømið,
og tann loysnin vil elva til ein
meira vinstravendan fíggjar
politikk, ið skapar størri javna
í samfelagnum. Tað er svárari
hjá tí fátækra ikki at hava ráð
til at eta heilsugóðan mat, enn
hjá tí ríka at rinda vanligan,
norðurlendskan,
progressi
van skatt.
At áseta eitt fátækramark
fyri at basa fátækradøminum
hevur inntil nú bert verið ein
dreymur hjá sosialistum - nú
er dreymurin fyri donsku sosi
alistarnar hálvt uppfyltur.
Í løtuni arbeiðir ein bólkur
undir Almannaráðnum við
einum uppskoti um føroyskt
fátækramark. Tað er gott og
neyðugt.
Soleiðis verður miðinntøk
an roknað:
Miðinntøkan verður funn
in við at brúka hagtøl fyri
ársinntøkur, sum eru at finna
á heimasíðuni hjá Hagstovu
Føroya.
Ein talva verður gjørd, har
inntøkan
hjá
løntakarum
verður býtt upp í 1000'arar, so
hvør stabbi umboðar eina árs
løn uppá so og so nógvar 1000
krónur. Ein stabbi fyri árs
inntøku á "frá 110.000 krónur
til 111.000 krónur", er sostatt
fyri øll tey, sum hava eina
ársinntøku millum 110.000
krónur og 111.000 krónur.
Sjálvsagt eru tær hægstu
inntøkurnar (reiðarar, banka
stjórar, stjórin í ALS...) so fáar
í tali, at stabbarnir næstan
ikki síggjast á talvuni. Hevði
tað verið miðalinntøkan, sum
varð brúkt í staðin, so høvdu
tær heilt høgu inntøkurnar
(og tær heilt lágu) broytt
myndina, og so hevði tað sæð
út sum, at "vanligi" løntakarin
fekk antin meira ella minni
enn ta veruligu vanligastu
lønina. Endamálið við at brúka
miðinntøkuna er sostatt, at
tær hægstu inntøkurnar ikki
skulu órógva roknistykkið, so
tað "vanliga" sær út til at vera
hægri.
Miðinntøkan
er
tann
hægsti stabbin, og sostatt
tann vanligasta inntøkan. Í
Danmark er miðinntøkan í
2013 roknað til at vera 206.400
krónur, og sostatt eru tey,
sum tjena minni enn 103.200
krónur um árið nú bólkaði
sum fátøk.
Við javnaðarkvøðu
Útlitini fyri fiskivinnuna