Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú selja teir okkara land í bitum Hví vil Tjóðveldi, at tað almenna stendur fyri Skálafjarðartunlinum og fær avkastið? Hví heldur Tjóðveldi, at ætlanin hjá landsstýrinum er ørskapur, óheimilað og oyðileggjandi? Her eru 8 greiðar grundgevingar, ið eru bygdar á hugsjónir og mál fyri at menna okkara land, okkara virðir og okkara førleikar til frama fyri alt fólkið í landinum Høgni Hoydal Hevði ikki andstøðan av tilvild fingið frænir av, hvat gekk fyri seg, so høvdu føroyingar vaknað hósdagin 27. juni 2013 til hesi tíðindi: Føroya landsstýri hevur skrivað undir og bundið allar føroyingar til at geva einum útlendskum felag einkarrætt til í 50 ár at eiga nakrar kilometrar av Føroya landi – og at tjena nakrar milliardir uppá, at fólk og vinna flyta seg runt í okkara egna landi. Landsstýrið – sum skuldi umboða Føroya fólk – rindar donskum advokat- og grannskoðarafelag einar 10 mió. krónur av skatta​borgar​ ans peningi til at skriva og gera hesa avtalu við útlendska felagið. Tey fólka​ valdu í Føroyum skulu onki vita um hesa avtalu, sum selur ein part av Føroyum til spekul​antar at tjena uppá. Og Føroya fólk skal als onki vita yvirhøvur. Landsstýrið hevur sjálvsagt ikki løgfrøðisliga ella fólkaræðisliga heimild fyri at fara soleiðis fram. Men tey ætla at gera tað kort​ ini – og ætlaðu als ikki at siga nøkrum frá. Hetta er ikki skemt ella marru​dreymur. Men hetta er úrslitið, tá vit hava eitt so sjálvsøkið politiskt stýri, ið onga hugsjón ella mál hevur fyri at menna landið, okkara førleikar í Føroyum og okkara samanhald. Teir hava sett eld á stórviðin, ið ættarlið hava stríðst fyri at byggja til tess at vit øll og okkara eftirkomarar kunnu liva í felag og við sømd í landi okkara. Teir hava brotið brimgarðar niður, ið kunnu verja okkara felags virðir ímóti sjálvsøknum og ábyrgdarleysum gerðum. Nú selja teir okkara land miðvíst til útlendskar spekulantar, ið skulu skúma virð​ini, førleikarnar og peng​ar​nar burtur úr virk​ seminum og lívs​treyt​unum hjá fólkinum og vinnuni í landi​num. Hugsjónirnar og málini hjá Tjóðveldi Hjá Tjóðveldi er og hevur ongantíð verið nakar ivi um, hvussu vit menna og byggja okkara land til frama fyri alt fólkið í landinum. Í stevnu Tjóðveldisfloksins stendur m.a. í fyrstu og aðru grein: “Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. (...) Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur. Politiska lív landsins verður grundað á satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum.” Tað, sum landsstýrið ger nú, er beint ímóti øllum hesum hugsjónum og málum. Tí fer Tjóðveldi sjálvsagt ongantíð at góðtaka, at slíkur ørskapur fyri okkara land kann fara fram. Og tí legði Tjóðveldi í 2008 fram eina ítøkiliga loysn og ætlan fyri, hvussu vit kunnu fara undir Skálafjarðartunnilin og at brúka avkastið av hesi farleið til at útbyggja og sambinda landið alt – og serliga Suðurøkið, sum er fyri vanbýti í dag. Og vit eru sjálvsagt til reiðar at gera hetta beinanvegin. 8 greiðar grundgevingar Allar grundgevingar tala fyri loysnini hjá Tjóðveldi – og ímóti avreiðingini hjá landsstýrinum: 1. Fyri tær milliardirnar, sum landsstýrið ætlar at geva útlendskum spekulantum, kunnu vit fremja alla sam​ ferðslu​æt​lan​ina, sum Lands​ verk hevur lagt fram. Har eisini smábygdirnar og miðal​ stóru bygdirnar fáa bøtt sam​ ferðslu​møgu​leik​arnar fult út. 2. Ein alment stýrd føroysk loysn, mennir inntøkurnar og búskapin í landinum. 3. Hon mennir førleikarnar hjá føroyskari vinnu og serfrøði at standa fyri, fíggja, byggja og reka tunnilin. Landsstýrið avreiðir alt av landinum – sjálvt arbeiðið at gera ein sáttmála. 4. Ein almenn loysn tryggjar, at tað verður alment útboð av arbeiðinum til føroyskar fyritøkur og tryggjar javnar kappingartreytir og opinleika. 5. Tað verður munandi bíligari fyri fólk og vinnu at brúka tunnilin, tí landið skal sjálvsagt ikki hava sama avkast, sum eitt útlendskt íløgufelag tryggjar sær. 6. Vit kunnu gera heildar​ ætlanir og planleggja fyri alt landið – og skulu ikki vera bundin av loyniligum avtalum við eitt útlendskt felag, sum sjálvsagt vil tryggja sær, at avgerðirnar um samferðsluna ikki taka profitt frá teirra felag. Hetta bindur eisini frælsið hjá komandi ættarliðum. 7. Vit skapa javnrættindi og somu møguleikar hjá fólki og vinnu kring alt landið – landsstýrið skapar bara framí​hjárættindi hjá út​ lendskum spekulantum og teirra strámonnum. 8. Ein alment stýrd loysn, ið er part​ur av heildarhugsan fyri alt landið, skapar samanhald og vón. Landsstýrið set​ ur kílar millum fólk í landinum. Egin ómegd er einasta grundgevingin hjá landsstýrinum Einasta grundgevingin, ið landsstýrið førir fram fyri síni ætlan, er, at vit megna ikki at gera tað alment og onki hendir í málinum, um hetta vitloysið ikki verður trumfað ígjøgnum. Men hetta eru somu fólk og flokkar, sum hava stýrt landinum seinastu níggju árini og hava avgjørda meirilutan. So teirra einasta grundgeving er altso egin ómegd. Fari inniliga at heita á øll fólk í landinum um at gera vart við seg í hesum máli, og at stuðla okkum í at fáa ábyrgd, hugsjónir og mál aftur í avgerðirnar um okkara land og felags framtíð. Datt av stólinum Bjørghild Djurhuus Forkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs Tað er syrgiligt og sera ó­virð­ iligt, tað sum fer fram í eldrarøktini fyri tíðina. So harmiligt, at tað sker langt inn í hjartað. Eg havi stóran tokka til tykk​ ara, sum fyri nøkrum døgum síðani skipaðu málgagn, við tí endamálið at hjálpa teim eldru sum tørva røkt og teirra avvarðandi. Nógv møttu til hetta tiltak, og øll í dýrastu neyð. Avvarðandi eru: − stúrin um, at teirra gomlu fáa lítla og onga røkt − bangin um, at teirra gomlu sum búgva á røktarheimið, ikki fáa nøktandi umsorgan, tí færri og færri hendur eru um hesi menniskju um dagin og náttina. Starvsfólk og røktar​leiðsl​ ur skulu renna skjótari og skjótari ta alsamt tyngri brekkuna, tí røktin er spard inn á merg. Tað rørir meg at síggja og hoyra tykkara frustratiónir og vónloysi, tí tit seta dygd​ina og tænastustøðið høgt, men verða bard niður av sparingum, og hava verði tað nú gjøgnum fleiri ár. Starvsfólk og leiðslur, sum hóast kravboð um tað øvugta, tóku til orðanna og greiddu frá veruleikanum, eru høgt í metum hjá mær. Eg meti tað verða eina dygd, at tora at traðka fram og siga frá, takk fyri tykkara ídni. Undantaksstøða Eldrarøktin er í undan​taks​ støðu – ja, í katastrofustøðu. Hvør skuldi trúð, at tað var neyðugt at skipa eina eldra​ vernd í Føroyum. Gjógvin millum landsins myndug​leikar og veruleikan, sum avvarðandi, starvsfólk og røktar​leiðslur hvønn dag liva í, er so stór, og hava tey stýr-andi fullkomiliga mist sa​ m​bandið við fólkið. Henda dagin hoyrdi eg Annika Olsen siga, at tørv​urin á heima​røkt er nøkt​aður. Vit vóru fleiri sum mun​di dottið av stólinum, tá hesi tíð​indi bóru​st úr sjálvum løg​tingi​ num. Flest øll vita, at støðan er beint øvugt og hev​u​r verið tað í mong ár. Veruleikin er tann, at tá fólk fáa í boðið heima​røktar​ tænastu, so fáa tey tilboði alt ov seint og so fevnir tæn​ast​ an um alt ov lítið. Tað kennist mest​sum, at tey gera teg kláran at fara á røktarheim. Dagin eftir hoyrdi eg í tíðindum løgmann siga, at tað gekk væl hjá røktar​heim​un​ um at halda játtanina. Varð man ikki dottin av stóli​num av tíðindinum frá Ann​iku, so datt man í øllum før​um nú av løgmanni. Hetta var so virðisleyst av løg​ manni, tí hann má verða tann einasti, sum ikki hevur hoyrt neyðarrópini. Tað snýr seg ikki bert um at halda játtan​ ina, men um at veita eina nøktandi tænastu til óhjálp​in eldri menniskju. Og tað ber ikki til við teirri játt​an, tú reypar av! Leiðslur og starvsfólk seta alla æru í sítt fak og starv – og virð​ingina fyri teim eldru. Tað sama kann tí​verri ikki sigast um lands​stýris​kvinnu​ na og løgmann, tá tey koma við slíkum útsagnum, sum eru burtur í vón og viti. Framtíðin Ístaðin fyri at loysa trupul​ leikarnar, verður tosa um alt tað, sum koma skal. Endurmenning, terapi, dagtilhald, sum longst í egnum heimi, fyri​byrg​ing, samskipan og leiðslu​broyt​ingar – og um at økið skal leggj​ast út til komm​un​ur​nar. Hesa ramsuna kenna vit nú uttanat, og er henda ram- san uttan veruligt innihald. Sum heit luft, tí í roynd og veru sýnist tað sum, at tað bert verður bíðað eftir, at kommunurnar skulu taka yvir fíggingina hin 1. januar 2014. Sera harmiligt at hoyra, at alt sum minnir um ítriv, terapi og stimbran er spart burtur á flestu støðum. Harmiligt tí, eg minnist við gleði aftur á, tá eg sjálv starvaðist innan eldra​ røktina í Havn. Nógv er broytt, og eg kenni meg als ikki aftur í frásagnunum frá teimum, sum nú starvast í øki​num. Eg má siga, at tað var eitt áhugavert, gevandi og menn​ andi arbeiðspláss tá eg var ung. Tað var við glógvandi eyg​um og eldhuga, at vit fóru til verka. Um skaðin ikki longu er hend​ur, so vænti eg hann hend​ur skjótt, hesin hugur og arbeiðsgleði er í fer við at blíva vekk. Eg kann ikki lata verða við at hugsað eitt sindur inn í framtíðina, hvussu fáa vit eggja teim ungu til, at vilja útbúgva seg og starvast innan eldrarøkt. Tað er ein avbjóðing. Eitt sunt og virðiligt sam​ felag er, tá ALLIR borgarar hava tað gott. Í dag rópa tey avvarðandi neyðar​róp, men hvør lurtar? Hvør landsins myndug​leiki torir at traðka fram og taka neyðugar avgerðir? Vónandi bíða tit ikki alt ov leingi.