Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgfrøðingur til Innlendismálaráðið Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í miðfyrisitingini, so er hetta starvið í Innlendismálaráðnum kanska nakað fyri teg. www.imr.fo Um okkum: Innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í inn- lendis málum og skipað í fýra fakøki: lógamál, kommunumál, náttúrumál og samferðslumál. Uppgávurnar í Innlendismálaráðnum fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið heima og uttanlands og at lýsa og viðgera mál, ið hoyra ráðnum til. Í ráðnum eru 14 starvsfólk. Arbeiðsuppgávur: Sum fulltrúi á náttúruverndardeildini fevna tínar uppgávur serliga um hesi lógarøki: býarskipan, matrikulering og sundurbýtið, bygging, umhvørvi, oljutilbúgving umframt norðurlendskt, arktiskt og altjóða samstarv. Arbeiðsøkið kann víðkast til aðrar ráðsuppgávur. Um teg: Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv. Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og uppgávurnar loysir tú við góðum huga og nærlagni. Tú ert ágrýtin, og tær dámar væl avbjóðingar. Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt danskt og enskt. Tær dámar væl at samskifta og arbeiða saman við øðrum. Vit bjóða: · Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv · Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning · Løn sambært sáttmálanum hjá Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya Í fyrsta lagi er talan um eitt farloyvisstarv til 15. august 2014 við møguleika fyri varandi setan, um starvsfólkið, sum er í farloyvi, ikki kemur aftur í starvið. Meira at vita: Tú kanst fáa meira at vita um Innlendismálaráðið á www.imr.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anni á Hædd, deildarstjóra, tlf. 55 80 82 ella at senda teldubræv til Annih@imr.fo Umsóknir: Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Innlendismálaráðið, Postrúm 159, Tinganes, 110 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 3. juli 2013. Møguligt er eisini at senda umsóknartilfarið elektroniskt til imr@imr.fo Trygd lækkar prísirnar 1. juli www.trygd.fo -20 % á Akfarstrygd, Sethúsatrygd og Innbústrygd Príslækkingin er sjálvvirkandi og fyri allar privatkundar. Sjálvandi. Trygd hugsar um teg