Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KOM OG ARBEIÐ HJÁ JANUAR OKKUM TØRVAR EVNARÍK UNG FÓLK VIÐ ÁRÆÐI. ERT TÚ ÁHUGAÐ(UR) Í SAMFELAGS VIÐUR SKIFT UM/BÚSKAPI, OG KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR AT ARBEITT Í TÍ PRIVATA VINNULÍVINUM, KUNNU VIT BJÓÐA TÆR EINA VERKLIGA OG ÁSTØÐILIGA ÚTBÚGVING, SUM TÚ IKKI FÆRT BETRI Á HESUM ØKI. T Í N V A N G A M Y N D » Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur students-, HF ella HH prógv í summar, og at tú ert áhugað(ur) í eini búskapar- ligari útbúgving. » Tú var/er millum tey stinnastu í flokki- num hjá tær og hevur hug at sameina eina teoretiska útbúgving við eina prak ti ska útbúgving. » Eisini heldur tú tað vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum. Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í fyrstu syftu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening. Vit geva tær møguleika fyri eini búskaparligari útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum, og sum til fulnar er á sama støði, sum tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni. Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar. Velur tú at lesa cand. merc. aud. ella lík n andi sum fulltíðarlesandi í t.d. Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kunnu vit kanska útvega tær arbeiði í lestrar- tíðini. Tú kanst eisini velja at lesa cand. merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum. Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður og løggildur grann skoð ari. Hevur tú vilja, evni og rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú setur tær fyri. M E I R A A T V I T A Størvini skulu setast eftir summarfrí- tíðina (umleið 1. september 2013), men longu í juli mánaði kunnu vit gera eina setanar avtalu. Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og seta teg í samband við Jógvan Amonsson ella Hans Laksá. U M S Ó K N Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upp lýsing um skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. juni 2013. P / F J A N U A R L Ø G G I L T G R A N N S K O Ð A N A R V I R K I H O Y V Í K S V E G U R 5 P O S T B O X 3 0 F O 1 1 0 T Ó R S H A V N Starvslýsing // Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit hava skapt eitt sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum afturat, og vit sóknast tí eftir evnaríkum persónum við áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har nógv er at gera, og har arbeitt verður í einum góðum umhvørvi. JANUAR er eitt grannskoðara- og ráð gevingar felag, sum er ein samanrenning av grann skoðanar fyritøkunum INPACT og NOTA, sum báðar hava meira enn 40 ár á baki. Umframt at gera lógarbundna grann skoðan veita vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bók- haldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/um skipan av virkjum, skattamálum v.m. Lóggávan setur stór krøv til fakliga støðið hjá einum grannskoðara, men innanhýsis setur felag okkara enn størri krøv til persón ligu eginleikarnar hjá einum grann- skoðara. Hann skal m.a. veraábyrgdarfullur, álítandi, trú verdur og skilja týdningin av tagnar skyld uni. Fakliga støðið verður uppbygt gjøgnum teoretiska útbúgving og starvs venjing – sigast má tí beinanvegin, at neyð ugt er, at tú sjálv(ur) tekur eitt stórt tak. Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði at geva kundunum bestu tænastu. Tá arbeiðið eisini skal gerast so skjótt og effektivt sum til ber, kann arbeiðstíðin ikki altíð vera innanfyri ávísa klokkutíð. Hetta setur síni krøv til starvs fólkini, og arbeiðið kann tí viðhvørt vera hart, men eisini spennandi. Vodafone leitar eftir einum virkisfúsum og ágrýtnum radio-/teleteknikara at umsita rakstur og menning av radio-/ teleútbúnaði hjá Vodafone. Ábyrgdarøki Uppsetan, rakstur, umsiting og eftirlit av: Sendistøðum (2G/3G BTS) Endurvarparum (2G/3G repeater) Radiolinkum (15-25 Ghz) Mastra- og antennuanleggum Backup, Battarí og køliskipanum Sentralútgerð (BSC og RNC) Vit bjóða Eitt starv, har tú ert ein týðandi persónur í fyritøkuni og fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi um- hvørvi. Førleikar og royndir hjá umsøkjaranum Vit ynskja, at umsøkjarin er ein liðspælari við góðum teldukunnleika, ið dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt ynskja vit, at umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving og royndir. Løn og setanartreytir verða gjørdar í sam- ráð við leiðsluna. Umsókn Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Terji L. Hansen tel. 502074 ella senda teldupost á tlh@vodafone.fo. Freistin at søkja er 1. juli 2013 og skulu umsóknir, lívsrensl (CV) og viðmæli sendast til tlh@vodafone.fo ella Óðinshædd 2, FO-100 Tórshavn. Vodafone er ein fjarskiftisfyritøka, ið bjóð- ar tænastur innan GSM, fastnet telefoni, IP net og ADSL. 32 fólk starvast Vodafone. Vodafone søkir eftir radio-/ teleteknikara Bíleggið kalendaran nú og sendið hann út í heimin Tel. 341800 Johanna Vang · johanna@sos.fo Ann Christiansen · ann@sos.fo 2014