mánadagur 24. juni 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 24. juni 2013 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað er rokfiskiskapur á
Flemish Cap.
Kambur kom á Havnina
í gjár eftir øðrum túrinum,
lastaður undir lúkurnar.
Vit hava fiskað seks dagar
hendan túrin, og tað er ein
dagur meira enn fyrsta túr,
tá vit fiskaðu í fimm dagar,
sigur
skiparin,
Mortan
Mortensen.
Teir hava brúkt níggju
dagar yvir á Flemish Cap,
men bert eina viku at sigla
heim.
Vit royna at spara eitt
sindur av olju á veg yvir,
men mugu sjálvandi royna
at koma so skjótt heim við
fiskinum, sum tilber, sigur
Mortan Mortensen.
Hann sigur seg ikki hava
uppliva slíkt fiskarí áður.
Eg havi fingist við línu í 30
ár, men hettar er fyrstu ferð,
eg havi verið í slíkum fiskaríi.
Tað var á hvørjum jarni so at
siga, samanleypandi, sigur
Mortan Mortensen.
Kambur
var
fyrsta
línuskipið, ið fór á Flemish
Cap at royna, men síðani eru
fleiri onnur línuskip farin
vestur um hav at royna.
Tað vísir seg at rigga fínt
at ísa fiskin, tí fiskitíðin er so
stutt. Tað ganga ikki fjúrtan
dagar, frá tí at tú byrjar at
fiska, til tú er heima aftur,
sigur Mortan Mortensen.
Trolarar hava eisini verið
á Flemish Cap, men tað
hevur ikki víst seg at rigga
hjá teimum.
Skriftin vísir, at fiskurin
stendur so langt uppi í
sjónum, og kemur slett ikki
niður á botn. Tí ber ikki til
hjá trolarunum. Eg hugsi, at
fiskurin tekur meðan línan
er á veg niður á botn, og tað
er lukturin av agninum, sum
lokkar fiskin niður við sær,
sigur Mortan Mortensen.
Hann dugir ikki at siga,
hvussu long vertíðin kann
fara at gerast.
Vit ætla okkum í hvussu
er at fara avstað aftur
beinanvegin til enn ein túr.
So mugu vit síggja, hvat
so verður eftir tað, sigur
Mortan Mortensen, skipari á
línuskipinum, Kambi.
Eins og fyrsta túrin landar
Kambur
veiðina,
270.000
pund, sum samstundis er
tað mesta, skipið hevur havt
inni, í Havn.
Starvsfólk í Region Sjælland
skulu frá august bíða við at
roykja, til tey koma heim.
Kambur fullfermdur
á Havnina
- Tað nyttar onki, at ein
Skálafjarðartunnil styttir
farleiðina nakrar minutt
ir – um somu minuttir
skulu brúkast til at stan
da í bíðirøð á Hvítanes
vegnum,
sigur
Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn, sum slær púra fast,
at Tórshavnar kommuna
ikki
gevur
byggi-
ella
íbindingarloyvi til undir
sjóvartunnilin, uttan so at
innkomuvegurin til Hav
nar onkursvegna er við í
prosjektinum.
-
Áðrenn
ferðslan
kemur
upp
úr
undir
sjóvartunnlinum
inn
í
høvuðsstaðin
mugu
og
skulu
innkomuvegirnir
til Havnina vera liðugt
gjørdir. Heðin Mortensen
vísir á, at fleiri býráðss
amtyktir fyriliggja, sum
áleggja
honum
at
fáa
hesi viðurskifti í rættlag.
Kostnaðurin fyri innkomu
vegin er smáting í mun til
kostnaðin
av
samlaðu
ætlanini, og átti tí at verðið
tikin við í prosjektið, sigur
borgarstjórin.
Borgarstjórin
sleppur
ikki undan, at eitt samt
býráð hevur álagt hon
um í minst tveimum yms
um
býráðssamtyktum
at skipa soleiðis fyri, at
tað slepst undan ferðslu
ruðulleika við innkomu
vegirnar til høvuðsstað
arøkið.
Landsstýrið
og
skiftandi landsstýrisfólk
hava fleiri ferðir sagt seg
samd
við
kommununa
um, at innkomuvegirnir
mugu gerast, men vilji er
bara ikki frá landsins síðu
at seta pening av til enda-
málið.
- Í allari almennu við
gerðini av tunnlinum er
ikki eitt orð er nevnt um
at halda kommununar við
endarnar av tunnlinum
fíggjarliga skaðaleysar, og
tað er heldur ikki eitt orð
nevnt um at tryggja fra
mkomiligheit og nýggjan
innkomuveg til Havnar,
hóast at henda ætlan er
ein mansaldur gomul, sig
ur Heðin Mortensen.
Fleiri enn 10 fólk blivu særd,
tá ein krani knappliga koppaði á
eini hús undir einari skúlaveitslu íu
týska býnum, Neuenstadt.
Í gjár kom línuskipið, Kambur, á Havnina av øðrum
túrinum á Flemmish Cap við 270.000 pundum av toski Heðin krevur
innkomuveg
Kambur kom í gjár á Havnina við 270.000 pundum, tað mesta, skipið hevur havt inni
Mynd: Álvur Haraldsen