mánadagur 24. juni 2013síða 68
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 26 l 24. juni 2013
Ókeypis lýsingarblað
32
Suðuroy
Vikutema
Rúmligur handil
við stórum úrvali
Toystovan á Tvøroyri klæðir tilkomnu kvinnuna og mannin,
men handilin klæðir so sanniliga eisini ungu gentuna og
dreingin. - Vit hava klæðir til øll, heilt niður í tvey ára aldur,
sigur fryntligi handilsleiðarin
Vilmund Jacobsen
Klædnahandilin
Toystovan
liggur
væl fyri í stórum og góðum hølum
miðskeiðis í hjartanum á Tvøroyri. Tað
er Desiree Mortensen, ið hevur dagligu
leiðsluna um hendi, og her hevur hon
starvast heilt, síðan hon flutti heim úr
Danmark í 1978.
Klæði til øll
Toystovan selur klæði bæði til kvinnur,
menn og børn niður til umleið tvey
ára aldur. Handilin klæðir soleiðis
alla familjuna - frá ovast til niðast og
innast til uttast.
– Vit hava góð, bílig og smart
klæði, og vit fáa nýggj klæði heim
hvørja viku. At klæðini eru bílig ger,
at fólk kunnu tilláta sær at keypa
oftari.
Tað sigur handilsleiðarin, Desiree
Mortensen.
Kend merki
Tá ræður um mannfólk, er tað serliga
klæðini av merkinum Jack & Jones,
sum ganga aftur.
– Vit hava soleiðis smartar kov
boybuksur í ymiskum litum, skjúrtur
við ymiskum kontrastum inni í flippuni
og t-shirts til menn. Menn keypa bæði
stríput, mynstrut og einlitaði klæði.
Desiree Mortensen sigur, at tá
ræður um gentur og kvinnur, er tað
serliga merkini Only og Vero Moda,
sum eru tey kendastu.
– Vit fáa nýggj klæði frá Only og
Vero Moda í minsta lagi einaferð um
vikuna, leggur hon aftrat.
Eisini skógvar
Umframt at selja klæði til kvinnur,
menn og børn, hevur Toystovan
eisini eitt ávíst úrval av skógvum til
mannfólk.
Sum myndin vísir, klæðir
Toystovan í hjartanum
á Tvøroyri eisini ungu
gentuna. - Vit hava
klæði til alla familjuna,
sigur handilsleiðarin,
Desiree Mortensen
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Toystovan fær
nýggj klæði
heim í minsta
lagi einaferð
um vikuna
Bygningurin í
Kongabrekku á
Tvøroyri til sølu
- Tað eru fleiri, sum hava víst
bygninginum áhuga, og vit hava eisini
fingið áhugaverdar fyrispurningar
norðanfjørðs, sigur Anfinn Nolsøe
Vilmund Jacobsen
Tá Vikublaðið vitjaði á Tvøroyri í
síðstu viku, vóru vit inni á gólvinum
í J. Nolsøe Skósølu í Kongabrekkuni
9, har Anfinn Nolsøe vísti okkum
handilin og bygningin.
Síðan pápi Anfinn, Jógvan
Nolsøe, doyði í 1973, hevur hand
ilin verið hansara arbeiðspláss.
Mamma Anfinn og kona Jógvan,
Emly, doyði í 2007.
Áðrenn Anfinn fór at arbeiða í
handlinum á Tvøroyri, arbeiddi
hann í einar 14 mánaðir hjá Faro
dane.
Saman róku Anfinn og Emly nú
handilin í fleiri ár. Tey seldu klæði
til kvinnur og menn, gardin-og
klædnatoy og skógvar.
Nú eru bara skógvar eftir hjá J.
Nolsøe Skósølu, og sjálvur sigur
Anfinn, at her er einki keypt inn í
meiri enn eitt ár.
– Her eru skógvar og styvlar til
kvinnur og menn, skógvar til menn
og dreingir, og her eru styvlar til
børn. Alt verður selt út fyri nógv
niðursettan prís. Tí kann tað
saktans loysa seg hjá fólki at
støkka inn á gólvið, áðrenn vit lata
aftur, sigur Anfinn Nolsøe.
Bygningurin til sølu
Anfinn sigur, at bygningurin, sum
er umleið 150 fermetrar í trimum
hæddum, er til sølu og kann altíð
tømast, um rætta boðið kemur.
– Jú, tað eru fleiri, sum hava víst
bygninginum áhuga, og vit hava
eisini fingið áhugaverdar fyri
spurningar norðanfjørðs. Bygning
urin, sum upprunaliga er bygdur í
1907, varð útbygdur fyri ikki so
nógvum árum síðan. Sjálvur haldi
eg, at hetta er ein góður bygningur,
sum er í góðum standi, sigur Anfinn
Nolsøe.
Tey, sum hava áhuga fyri bygn
inginum hjá J. Nolsøe Skósølu í
Kongabrekku 9 á Tvøroyri, kunnu
venda sær til Anfinn Nolsøe á tlf.
223361.
- Tey, sum hava áhuga fyri bygninginum, kunnu
ringja til mín á tlf. 223361, sigur Anfinn Nolsøe
Tað kann tað
saktans loysa
seg hjá fólki at
støkka inn á
gólvið, áðrenn
vit lata aftur