mánadagur 24. juni 2013síða 69
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 26 l 24. juni 2013
Ókeypis lýsingarblað
33
Suðuroy
Vikutema
Við Eyðdis á odda í Fámjin
Hon gjørdist ovfarin, tá hon varð fyrst vald á næst seinasta kommunuvali,
og nú er hon á odda fyri Fámjins kommunu á øðrum skeiði
Vilmund Jacobsen
Eyðdis Ellendersen, sum er ættað
úr Øravík, er borgarstjóri í Fámjins
kommunu, har 106 fólk búgva.
Eins og flestu aðrar smáar bygdir,
er Fámjin eisini minkað í fólkatali.
Inntøkugrundarlagið hjá kommununi
liggur um 2,5 miljónir krónur um árið,
og í fjør hevði kommunan vøkstur í
inntøkuni í mun til árið fyri. Árið í ár
líkist árinum í fjør, men hevur higartil
verið eitt vet lakari á inntøkusíðuni.
Fámjins kommuna hevur minni enn
eina álíkning í skuld.
Gjørdist ovfarin
Tá Eyðdis Ellendersen varð vald í
bygdarráðið fyrstu ferð, var hetta á
einum kvinnulista. Tað var ikki fyrr
enn beint fyri valið hetta árið, at hin
visti, at hon var á listanum. Tí kom tað
óvart á hana, at hon varð vald við flest
atkvøðum. Á seinasta kommunuvali
var bert ein listi í Fámjin, og tá fekk
hon eisini flestar atkvøður.
Spurd, hví hon hevur fingið so góða
undirtøku í Fámjin, sigur Eyðdis, at tað
dugir hon ikki rættiliga at siga.
– Helst eru flestu nøgd við tað
arbeiði, sum vit – hóast vit eru ein lítil
kommuna - hava gjørt.
Borgarstjórin vísir á, at kommunan
hevur fingið nýggjan vatnbrunn,
onkrir vegir eru betraðir og breiðkaðir,
fríðkað er um í bygdini, og eisini eru
trø plantað.
– Í 2006 og 2010 varð Fámjin
kosin best røkta bygd í Føroyum, og
vit ætla at halda fram við tí arbeiði,
sum vit eru í holt við.
Eyðdis Ellendersen vísir á, at
sjálvandi eru ikki øll eins væl nøgd, og
soleiðis vil tað altíð vera.
– Onkur heldur ivaleyst, at tað
gongur ov seint, men vit ætla eisini at
betra um aðrar vegir í bygdini í hesum
valskeiði, sigur hon.
Ein skúlanæmingur
Tað gongur bara ein næmingur í
Fámjins skúla, sum annars hevur ein
góðan og dugnaligan lærara.
– Vit kundu havt eini 5-6 børn
í skúlanum, men foreldur hava
valt heldur at lata børnini ganga í
skúla í Trongisvági og á Tvøroyri, tí
skúlaumhvørvið har er størri. Tey
næstu árini verða eisini børn, sum
kundu farið í 1. flokk í Fámjin.
Vanligt hevur verið, at børnini
gingu í 1.-6. flokk í Fámjin, og síðan
fóru tey til Tvøroyrar at ganga tey
næstu árini, til framhaldsskúlin varð
liðugur.
Eyðdis Ellendersen heldur, at tað
sjálvandi er spell fyri skúlan í Fámjin,
at so fá børn eru har, men næmingurin,
sum gongur í skúla í bygdini, trívist
væl og hevur onkrar lærugreinar á
Tvøroyri.
– Eg trúgvi ikki, at vit vilja av við
skúlan so leingi, sum nakar næmingur
er, og í komandi ári heldur verandi
næmingur fram í Fámjin.
Borgarstjórin vísir á, at tað eru
foreldur, sum hava børn á ansingar
stovni á Tvøroyri, sum halda tað vera
lættari eisini at taka børnini í skúlaaldri
við sær til Tvøroyrar.
– Eg hevði tó hildið tað verið
frálíkt, um øll hesi børn gingu tey
fyrstu 3-4 árini í skúla í Fámjin, leggur
Eyðdis Ellendersen aftrat.
Borgarstjórin í Fámjins kommunu
sigur, at skattainntøkurnar hjá kom
mununi stava frá fólki, sum arbeiða í
ymiskum vinnum.
– Vit hava sjúkrasystrar, røktarfólk,
skrivstovufólk, lærarar, sjófólk og
vanlig arbeiðsfólk, sum arbeiða
aðrastaðni, serliga á Tvøroyri, og tað
eru hesi, sum eru grundarlagið undir
okkara skattainntøkum, sigur Eyðdis
Ellendersen.
Summarkafé
Um sumrarnar er kafé í Fámjin, sum
ofta verður væl vitjað av ferðafólki,
sum leita sær til bygdina.
– Her kemur fitt av fólki um
summarið, og í kafé’ini kunnu tey eitt
nú keypa kaffi, vaflur og ís.
Eyðdis Ellendersen sigur, at í
Fámjin er eisini stórt bygdarhús, sum
er nógv útleigað um summarið.
VS Moda - nýggjur mótahandil á Tvøroyri
- Vit keypa klæðini beinleiðis av verksmiðjuni í Fraklandi. Tí eru
hetta lutfalsliga bílig mótaklæði til flest allar aldursbólkar, bæði til
smærri og størri kvinnur, siga hjúnini, sum eiga og reka forvitnisliga
handilin
Vilmund Jacobsen
Fyrr í summar læt nýggjur mótahandil
við klæðum til kvinnur upp á Tvør
oyri.
Navnið á handlinum, sum liggur
beint yvir av Hotel Tvøroyri, er VS Moda.
Tey, sum standa aftanfyri VS
Moda, eru hjúnini, Dánjal West og Lilja
Carlsen, ið er íslendsk.
Nýggi og forvitnisligi mótahandilin
á Tvøroyri hevur einarætt í Føroyum
upp á klæðir hjá fronsku fyritøkuni
VS Moda, sum eisini eigur aðrar fyri
tøkur.
Onnur merki, sum VS Moda sel
ur, eru eitt nú Ice Fashion, sum
hevur sín uppruna í Íslandi – og
Style Up sokkabuksur av merkinum
Shalangbo.
Útboðið veksur
Hjúnini, Dánjal West og Lilja Carl
sen, siga, at í byrjanini hava tey
bara mótaklæði til kvinnur, men
til heystar er ætlanin eisini at fáa
mannfólkaklæði hjá VS Moda við í
konseptið á Tvøroyri.
– Umframt klæði, er ætlanin hjá
okkum eisini at selja skógvar - í fyrsta
lagi skógvar til kvinnur.
– Vit keypa klæðini beinleiðis av
verksmiðjuni í Fraklandi. Tí eru hetta
lutfalsliga bílig mótaklæði til flest
allar aldursbólkar, bæði til smærri og
størri kvinnur.
Hygg á facebook
Dánjal West og Lilja Carlsen siga, at
vøran í handlinum skiftir eftir átta
vikum.
– Tá fáa vit nýggj klæði og nýggjan
móta heim úr Fraklandi. Hetta er tí ikki
ein handil, sum viðskiftafólk troyttast
av. Her verður altíð okkurt nýtt og
forvitnisligt, sum tey bæði taka til.
VS Moda hevur facebook-profilin
vsmoda faroe, og hjúnini bæði eru
eisini í holt við at uppbyggja eina
heimasíðu, sum keypast kann á.
Hon er íslendsk, og hon hevur
áhuga fyri mótaklæðum. Nú
hevur hon saman við manni
sínum latið upp handilin
VS Moda á Tvøroyri
Mynd: Vilmund Jacobsen