mánadagur 24. juni 2013síða 70
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 26 l 24. juni 2013
Ókeypis lýsingarblað
34
Suðuroy
Vikutema
Nógv á skránni longu
fríggjadagin á jóansøku
Tað hevur eydnast jóansøkunevnd og kunningarstovu í felag at skipa eina rúgvusmikla og
fjølbroytta skrá fyri jóansøku 2013, og hæddarpunktið á jóansøku er sjálvandi kappróðurin
Vilmund Jacobsen
Skráin fyri jóansøku byrjar longu
fríggjamorgunin 28. juni, tá Pubbin og
Seglloftið hava opið. Seinnapartin
hendan dagin verður eisini buffet á
Seglloftinum.
Fríggjadagin verða eisini framsýn
ingar, og í Gallarí Oynni verður fram
sýning við Palla Julsgart, Poul Skarð
enni og Finleifi Mortensen.
Martin Øster og Terji Hentze hava
málningaframsýning í Handverkara
húsinum.
Klokkan 17 fríggjadagin verður
pisufundur í miðbýnum á Tvøroyri, har
Olivia Tausen fer at halda røðuna.
Nógv onnur tiltøk verða eisini á
skránni seinnapartin fríggjadagin, og
eitt nú verður svimjing um fjørðin, har
byrjað verður á Krambatanga.
Vatndystur verður eisini millum
bjargingarfeløgini og sløkkiliðini í
Suðuroy, og hesin verður á økinum við
Delta Seafood.
Fríggjakvøldið sleppa fólk eisini ein
túr við skjóttgangandi bátinum Scor
pion, sum hevur atkomu við bryggjuna
hjá Delta Seafood.
Á skránni fríggjakvøldið verður
eisini aftankvirra í Tvøroyrar kirkju, og
eisini verður dansur við Chill.
Leygardagurin 29.
juni er hin stóri
dagurin á jóansøku,
og tá verður eins
og fríggjadagin lagt
fyri í Pubbini og á
Seglloftinum, har
buffet aftur verður
seinnapartin
Vilmund Jacobsen
Klokkan 11 leygardagin 29. juni verður
rennikapping, har byrjað verður við
Sólmiðstøðina á ovara vegi.
Klokkan 13 verður fótbóltsdystur
við Stórá í 3. deild millum TB og B36a,
og klokkan 13 byrja eisini barna
róðrarnir.
Listaframsýningarnar halda fram
leygardagin.
FM-kappróðurin, sum mong gleða
seg til, byrjar sum vanligt leygardgin
klokkan 15, og eftir róðurin verður
steypahandan.
Tivoli letur eisini upp á stevnu
økinum seinnapartin leygardagin, og
her verður eisini matsøla og annað á
skránni.
Eitt stórt tiltak á skránni leygar
dagin verður fótbóltsdystur við Stórá
millum 1. deildarliðini hjá TB og KÍ.
Men longu fríggjakvøldið, 28. juni,
verður landskappingardystur í bestu
deildini - Effo-deildini - millum TB og
EB/Streym.
Leygarkvøldið á jóansøku endar við
dansi við bólkinum Chill og gamla
mannadansi við Finnboga & Co, sum
verður á Seglloftinum.
Leygardagurin er hin stóri stevnudagurin